hósdagur 29. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 29. november 2007
17
tíðindi
Tað er sera ymiskt, hvussu
hetta verður uppfatað í yms
um londum. Eitt eru tey,
sum verða burturflutt. Í ein
um landi sum Belgia, sum
hevur meiri enn 10 milliónir
fólk, hava vit eitt ella
kanska tvey slík mál um
árið. So eru tað málini, har
annað av foreldrunum tekur
børnini við sær og flytir til
sítt heimland við teimum.
Vit hava eisini børn, sum
stutt og greitt rýma frá for
eldrunum ella av stovnum,
og so hava vit tey børnini,
sum koma higar einsamøll
úr fátækum londum. Um
leið 2.000 av hesum einsa
møllu børnunum koma til
Belgia um árið, og 500
teirra hvørva. Nøkur fara til
okkurt annað land, tí hetta
var ikki, sum tey høvdu
væntað. Hesi børnini eru
sera veik og kunnu vera løtt
offur.
Dirk Depover vísir á, at á
nýggjárinum verður Scheng
ensamstarvið víðkað, so
lond sum Rumenia og Bul
garia koma afturat.
– Vit hava einki ímóti, at
fólk ferðast, men vit vilja
fegin hava ESmyndugleik
arnar at gera sær greitt, hvat
økt ferðing og øktir ferða
møguleikar kunnu hava við
sær. Tí gera vit okkum
ómak við at royna at ávirka
ES, og eitt av málum okkara
er ein felags telefon, sum
horvin børn í Evropa kunnu
brúka.
Góð skipan
Kunningarleiðarin
hjá
Child Focus heldur, at
Belgia er rættiliga frammar
laga, tá tað snýr seg um at
taka sær av málum um horv
in børn.
– Eg veit ikki, um vit eru
dugnaligari enn onnur, men
eg haldi, at vit í Belgia hava
fingið eina góð skipan síð
ani tað, sum hendi í kjalar
vørrinum á Dutrouxmáli
num. Eitt nú hava allar løg
reglustøðir
í
landinum
somu vegleiðing at ganga
eftir, tá børn hvørva. Har
stendur eisini, hvussu løg
reglan skal samstarva við
onnur lond, og eg veit, at
myndugleikar í øðrum lond
um eru hugaðir at brúka
okkara skipan, sigur Dirk
Depover, kunningarleiðari
hjá Child Focus, at enda.
(Kelda: Aftenposten)
eitt av mongum
Evropeiskt netverk
Netverkið, sum varð stovnað í 2001, umfatar 19 felagsskapir í 15 evropeiskum
londum. Felagsskapurin, sum fyri tað mesta arbeiðir í ES-høpi, hevur sum eitt
av sínum málum at skipa eina ávaringartelefon, har horvin og kynsliga misnýtt
børn í Evropa kunnu gera vart við seg. Ein annar málsetningur hjá
netverkinum er at fáa tøknilig tiltøk, sum skulu forða fyri, at fólk kunnu keypa
barnapornografiskt tilfar á internetinum við at rinda við gjaldskorti.
Child Focus
Felagsskapurin varð stovnaður tann 31.
mars í 1998. Tað almenna heitið er The
European Centre for Missing and
Sexually Exploited Children, men vanliga
verður stovnurin umrøddur við navninum
Child Focus. Maðurin, sum tók stig til at
stovna Child Focus, eitur Jean-Denis
Lejeune. Dóttir hansara Julie var eitt av
offrunum hjá Marc Dutroux. Child Focus
hevur krepputelefon, sum er opin alt
samdøgrið alt árið. Stovnurin leitar eftir
børnum í Belgia og skipar fyri átøkum at
forða fyri, at børn verða kynsliga misnýtt.
Fyribyrgjandi arbeiði er ein partur av
virkseminum, og stovnurin veitir offrum
og teirra avvarðandi ráð og vegleiðing.
Einki av teimum horvnu børnunum hevur fingið so nógva umrøðu sum Madeleine McCann, og plakatir við mynd og navni hennara
hanga um allan heimin. Hendan hongur á flogvøllinum í Lusaka í Zambia
Belgiumenn høvdu nóg illa lagt ræðuleikarnar
í Dutroux-málinum aftur um seg, tá tann 10
ára gamla Nathalie Mahy og tann 7 ára gamla
Stacy Lemmens vórðu funnar myrdar í býnum
Liége í fjør. Jarðarferðin gjørdist ikki bara ein
sorgardagur hjá teimum avvarðandi, men hjá
flestu belgiumonnum, sum mintust tað, sum var
hent fá ár frammanundan.