Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Her skal fyrst greiðast frá upprunanum hjá Onnu Martinu. Mamman var Maren Malena Joensdatter (1811-1882), og hana vita vit einki um, uttan at foreldur hennara vóru Joen Michelsen f. 1775 og Maren Johannesdatter f. 1783, bæði úr Havn. Men pápin var Jacob Jo- hannesen Trollenæs (1789- 1871). Navnið Trollenæs kundi bent á ættarsamband til Trøllanes. Men tað hevði hann ikki. Hann var nevni- liga ættaður úr Fuglafirði. Foreldrini hjá honum vóru Johannes Johannesen f. 17.12.1743 og Anna Oles- datter f. 1.12 1751. Anna var ættað úr Tjørnustovu í Norðragøtu. Pápi hennara kallaðist Ole Jacobsen, f. 1714. Hann er annars tip- tip-oldurabbi tann sum skrivar hesar reglur bæði í faðir- og móðurætt. Aðrir eftirkomarar hjá honum og konuni Barbaru Simons- datter av Blankaskála eru Gregersenættirnar í Gøtu, tveir løgmenn, Hákun Djurhuus og Anfinn Kalls- berg, og rithøvundurin William Heinesen. Jákup giftist í 1814 við Malene Petersdatter á Trøllanesi f. 1870, sum var ættað úr Uppistovu á Oyri á Borðoynni. Hon var einkja eftir Simon Hansen, bónda í Innistovu á Trølla- nesi, sum fall í bjørgunum í 1811. Tískil tekur Jákup við festinum og hevur tað fram til 1828. Hann støðaðist ikki væl norðuri á Trølla- nesi og var ofta í Havn. At enda fluttu hann og konan til Havnar. Jákup hevur verið framburðsmaður. Hann bygdi innilokað seyðahús úr gróti og flagi, sum ikki hevur verið vanligt tá í tíðini. Hesi seyðahús finnast enn. Í Havn varð Jákup kall- aður Jákup Trolle, og hann hevur so fingið sær Trolle- næs til eftirnavn. Fleiri í ættini hava enn Trollenæs sum millumnavn. 40 ár millum konurnar Malena, fyrra konan, var 19 ár eldri enn Jákup, og tey fingu einki barn. Hon er deyð í Havn 23. juni 1846. Men Jákup giftist aftur 1. august 1850 við Marin Malenu Joensdatter, sum var 21 ár yngri enn Jákup. Tískil vóru 40 ár millum báðar konurnar hjá honum! Tey búðu á Áar- vegnum. Tey fáa so Onnu Martinu, ella Troll Anna, sum hon eisini varð kallað. Hon fór niður at læra til jarðamóður í 1879. Hon kom eisini at virka í Havn alt lívið, og hon hevur so verið jarða- móður langt inn í 20. øld. Hon var lítil av vøkstri, men røsk hevur hon verið. Tað verður eisini sagt, at hon var ein “bestemt dama”. Ein sum minnist hana væl er 98 ára gamla Martha Matras. Hon sigur at Anna hevði gott orð á sær sum jarðamóðir. Anna giftist við Johan Sofus Frederik Mouritsen (1850-1931). Hann var ættaður úr Barnastovu og var við í politistaliðnum í Havn. Hann er við á myndini av liðnum, sum er tikin í 1885, og sum eisini er í Havnarbókini hjá Birgar Johannesen. Tey bæði fingu børnini: Jacobina Johannesen f. 3.9. 1878. Giftist við Poul á Kirkjuveg Dorthea, f. 22.2. 1881. Giftist til Eiðis við Peter Kruse. Marin Susanna Jacobsen f. 10.12 1882, gift við Mikk í Dávastovu Julianna Mortensen f. 13.10.1884, gift við Mortan Blikk Aksel f. 17.4.1889, giftist við Sonnu, sum var úr Fámjin. Mourentsa f. 21.10.1889, gift við Martin av Tvør- oyri. Helena f. 11.6. 1893, gift við Tummas Mortensen. Beiggin tók við festinum Vit fara norður aftur á Trøllanes. Nakað um somu tíð, sum Jákup kemur norð- ur á Nes kemur beiggi hansara Jógvan eisini norður, og honum eydnaðist betri at festa rót. Hann giftist í 1821 við Elsebeth, elstu dótrini hjá bróður- konuni og fyrra manni hennara Símuni. Hetta merkir, at beiggjar giftast við móður og dóttir. Jógvan festi í 1828. Elsebeth doyði í 1841, og í 1843 giftist Jógvan upp aftur við Marin Malenu Michelsdatter av Skálatoftum, og tað er teirra ætt, sum enn situr við festinum í Innistovu á Trøllanesi. Men hetta merkir eisini, at Anna Martina hevur átt fleiri systkinabørn á Trøllanesi. Eitt áhugavert systkinabarn var Jóhannes f. 30. 7. 1828. Hann var millum teir fyrstu í Norð- oyggjum sum í 1865 keypa sær skip “Caprice” at royna fiskiskap. Hetta eyndaðist ikki væl. Í staðin fór Jóh- annes við skipinum út i heim í farmasigling. Hann giftist í Leith, men doyði 45 ára gamal av eini vanlukku í 1875. Samband er framvegis við hansara eftirkomarar, sum eisini vóru í Føroyum og ferð- aðust í 2005. Søgan kann lesast í bókini hjá J. Símun Hansen Havið og vit I. Keldur: Tey bygdu land Jógvan Joensen, Trøllanes Ættin Tað vóru 40 ár millum konurnar hjá Jákup Trollenæs Henda frásøgnin snýr seg um Onnu Martinu Mouritsen, f. Trollenæs, sum var jarðamóður í Havn í mong ár he n d u r ið sl ep t u Johan og Anna Martina við børnunum. Aftara rað f.v.: Juliane, Jacobine, Axel, Maren Susanne Fremra rað: Morentsa, Dorothea, Anna Martina, Johan og Helena Innskriftin: Anna M Mouritsen, f. Trollenæs. F. 11. november 1851 D. 29. januar 1939 Hvil i Fred Upprunaliga var ein trækrossur afturat á grøvini hjá Johan. Men hann er burtur Oldurabbadóttir Jákup, Julianna Leonson, eigur eina Bíbliu, sum tey bæði hava fingið til gávu 3. februar 1856. Henda bíblia er prentað í 1824 ella fyri meira 180 árum síðani. Sum tað sæst á myndini er hetta eisini ein stór bók. Hon telur ikki færri enn 2.130 blaðsíður Næstu ferð Komandi tríggjar frásagn­ irnar verður ein lýsing av trimum monnum, sum eru ein partur av søguni, tá ið lagið til okkara tjóðsang “Tú Alfagra Land Mítt” fyrstu ferð varð framført 2. jóladag 1907 ella fyri 100 árum síðani. Teir eru Bakar Hansen, Johan (kallaður Jan) Restorff og Poul A Restorff. Nicolina hjá Jensiu, sum var fostur­ dóttir Axel, eigur henda bismararn hjá langommuni. Tað eru mong góð havnarfólk, sum hava hingið í honum! Nr. 232 - 29. november 2007