hósdagur 29. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 29. november 2007
19
tíðindi
Hárfríðkanarkvinnan
Súsanna Køtlum
hevur sett sær sum
mál at klippa øllum
fólkum har ið tey eru
stødd – annaðhvørt
tey eru heima við hús,
á sjúkrahúsi ella á
arbeiðsplássi
Hárfríðkan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Far-frisørur!
Hetta orðið skulu føroy-
ingar nú til at læra og til at
venja seg við.
Hetta er í roynd og veru
ein lýsing av tí virkseminum,
sum Súsanna Køtlum nú
bjóðar fólki í høvuðsstaðar-
økinum.
Tænastan gongur í stutt-
um út uppá, at Súsanna
kemur á vitjan hjá fólki og
ger hárið fyri tey heima við
hús, á sama hátt sum tey
vóru stødd í eini hárfríðk-
anarstovu.
Her var eingin uppgáva
ov lítil og eingin ov stór. Tí,
sum Súsanna sigur tað:
- Hjá mær er alt møguligt.
Eg átaki mær fegin allar
avbjóðingar innan hárvið-
gerð sum positivar uppliv-
ingar og sum eina menning
fyri meg sjálva!
Hon dylur ikki fyri, at
hennara sergrein er innan
brúðar- og veitsluhár og var-
andi smyrsl og nógv annað.
Eitt
sereyðkenni
fyri
Súsannu er, at hon brúkar
einans vistfrøðiligt tilfar.
Út til tey
Hóast sín unga aldur hevur
Súsanna longu fingið sær
drúgvar
og
víttfevndar
royndir innan hárviðgerð.
Hon hevur arbeitt innan
hetta yrkið í samfull 11 ár,
millum annað á eini nút-
ímans hárfríðkanarstovu í
Frederiksberg.
Men Súsanna hevði hug
at royna okkurt annað innan
sítt yrki. Hon hevði nevni-
liga fingið eyguni upp fyri
einum tørvi fyri hárviðgerð,
sum
mong
onnur
ikki
høvdu: Sum far-frisørur.
- Eg sá, at tað vóru mong
fólk sum ikki sjálvi kundu
koma til hárfríðkanarstovu
okkara. Og so hugsaði eg:
Kunnu tey ikki koma til
mín, jamen so kann eg bara
fara til tey, greiðir Súsanna
frá, samstundis sum starvs-
fólkini á Sosialinum eitt
fyri og annað eftir fáa hárið
gjørt skjótt og væl.
Hon gjørdi ikki mætari
enn at stovna sítt egna virki
fyri einum ári síðani, við tí
í hyggju at fara heim til fólk
at gera hárið.
Tað vísti seg, at stórur
áhugi og tørvur var á hesi
tænastuni. Nú, Súsanna er
flutt til Føroyar hevði hon
hug at halda fram við hesi
tænastuni.
Álvarsamt og
spennandi
Tá Súsanna arbeiddi sum
far-frisørur í Danmark fekk
hon drúgvar royndir innan
mong ymisk øki og støð.
Tað vóru millum annað
fólk sum vóru innløgd á
sjúkrahús ella búðu á sam-
býlum, sum sendu boð eftir
henni - ella tey sum vóru
innløgd á hospice.
- Tað var nakað serligt at
gera hárið á teimum, sum
vóru á hospice. Hini fólkini
kundi ein koma aftur og aft-
ur til, men tá talan var um
fólkini á hospice, var tað
mangan so, at eg bert tá tey
ta einu ferðina. Tá eg kom
næstu ferð vóru tey farin
hiðani av foldum!, sigur
hon álvarsom.
Skipanin er hon, at fólk
senda boð eftir Súsannu og
so kemur hon út til fólkini,
har tey eru stødd og tá tað
liggur fyri hjá teimum.
Hetta er ein góð skipan til
virkir, stovnar og fyritøkur,
sum her fáa møguleika at
gera eina fasta avtalu um
ein hárdag hvørja viku.
Tá Súsanna arbeiddi í
Danmark vóru eisini fólk í
tí fínara flokkinum, sum
vóru kundar hjá Súsannu.
- Eg klipti einaferð frúuni
hjá danska uttanríkisráð-
harranum. Hon skuldi gera
sær hárið, tí hon skuldi til
ein fínan døgurða hjá Mar-
grethu drotning.
- So tú sært, at hetta er
eitt spennandi arbeiði, sigur
Súsanna við einum brosi.
Køtlum kann
klippa øllum
Súsanna Køtlum
hevur arbeitt innan hárfríðkanar- og vakurleikayrkið í 11. Hon varð útlærd í 2000, og
hevur arbeitt á nútímans hárfríðkanarstovu á Frederiksberg. Fyri einum ári síðani fór
hon undir egið virksemi sum sjálvstøðug far-frisørur í høvuðsstaðarøkinum, men
møguleiki er eisini hjá fólki uttan fyri Havnina at fáa vitjan av Súsannu. Er haraftrat
útbúgvin sum kosmetikari, neglatøkningur, makeup-artistur, autoriseraður
permanent makeup-artistur við útbúgving frá Long-Time-Liner.
Heimasíða www.køtlum.dk
”
Eg klipti einaferð frúuni hjá
danska uttanríkisráðharranum.
Hon skuldi gera sær hárið, tí hon
skuldi til ein fínan døgurða hjá
Margrethu drotning
Niels av Tvøroyri fær hárið gjørt av Súsannu. Væl liggur fyri, og løtu seinni er hann sum ein
nýggjur maður
Mynd: Jens Kr. Vang
Joan úr Klaksvík fekk eisini
eina góða hárviðgerð.
– Eg átaki mær fegin allar
uppgávur, smáar sum stórar,
sigur Súsanna
Mynd: Jens Kr. Vang
”
Tá talan var um fólkini á
hospice, var tað mangan so, at eg
bert sá tey ta einu ferðina. Tá eg
kom næstu ferð, vóru tey farin
hiðani av foldum
(Súsanna Køtlum, far-frisørur)