hósdagur 29. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 232 - 29. november 2007
tíðindi
Nýggja Ellis- og
røktarheimið í Vági
er við at taka skap,
og næsta ár verður
av álvara farið undir
byggingina
AlmAnnAmál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður skjótt farið undir
arbeiðið at byggja nógv um
rødda ellisog røktarheimið
í Vági.
Samstundis skal ein økis
depil fyri sinnisveik byggj
ast á sama stykki, sum ellis
og røktarheimið, men bæði
heimini eru kortini atskild.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður, hevur lagt upp
skot fyri løgtingið um at
játta pening til økisdepilin
til sinnisveik og tað upp
skotið er nú til viðgerðar.
Økisdepilin
skal
ikki
kosta meiri enn 24,8 milli
ónir krónur.
Í økisdeplinum er pláss
fyri átta búfólkum og har
afturat er pláss fyri tveimum
fólkum til umlætting.
Hans Pauli Strøm sigur,
at tað er ein tørvsmeting,
sum serfrøðin á økinum
hevur gjørt.
Hann sigur, at tørvurin á
serligum átøkum fyri sinn
isveik í Suðuroy, hevur ver
ið stórur í nógv ár, serliga tí
at Suðuroy er so langt
burtur frá meginøkinum.
Tí er ætlanin at byggja
økisdepilin fyri sinnisveik í
Vági, har tað ber til at
samskipa ymisk sosialpsyki
atrisk og økispsykiatrisk til
boð, umframt at psykiatrisk
bú og umlættingarpláss
vera á staðnum.
Við hesi ætlan verða øll
sosialpsykiatrisk tilboð í
Suðuroynni savnað á einum
staði, sigur Hans Pauli
Strøm.
Økisdepilin verður bygd
ur í sambandi við ellis og
røktarheimið í Vági, sum
kommunurnar í Hovi, Por
keri, Vági og Sumba eru
felags um. Tó verður virk
semið á deplinum ikki tvinn
að saman við virksemið á
røktarheiminum. Bygning
arnir verða atskildir, men
ætlanin er, at teir skulu vera
felags um ymsar funksjónir,
eitt nú vask, køk o.a. Økis
depilin fyri sinnisveik verð
ur tó bygdur og rikin sum
ein landsstovnur burturav.
Í økisdeplinum fær hvørt
búfólk eina nýmótans íbúð
upp á einar 58 fermetrar
við gongd, køki, stovu, kam
ari og baðiverilsi.
Í sjálvum ellis og røktar
heiminum verður pláss fyri
24 fólkum, men summi av
hesum plássum eru markað
til minnisveik.
Í dag, hósdagin, fara
kommunurnar
at
skriva
undir avtaluna við landsstýr
ið um serliga avdráttarfría
lánið, sum tær fáa frá lands
kassanum.
Annars er ætlanin at fara
undir vegagerðina í næstum
og so skjótt tað er klárt at
byggja,
verður
farið
ígongd.
Tað
eru
arkitektarnir
Albert Isfeld og Gudmund
S. Hansen, sum hava teknað
ellisog røktarheimið og
økisdepilin fyri sinnisveik.
Gongst sum ætlað, verður
liðugt at byggja á heysti í
2010.
Nú verður klárt at seta spakan í
Her er so ein nærmynd av heiminum, har tað sæst
betri, hvussu alt sær út
Bæði landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum, Hans Pauli Strøm og borgarstjórin í Vági, eru sera væl nøgd við tekningarnar av ellis-og røktarheiminum og
økisdeplinum fyri sinnisveik. Tey 10 plássini til sinnisveik eru íbúðirnar fremst í myndini við flatum taki, men so hava tey virkisrúm og annað í niðastu hædd í ellis-
og røktarheiminum, har eisini umsiting og annað er. Ellis- og røktarheimið og heimið fyri minnisveik, eru so í aðru og triðju hædd