Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 21 tíðindi Fólk í Norðdepli og Hvannasundi hava hesar seinastu vikurnar havt møgu­ leika at sleppa til handils í heimbygd­ ini. – Eg eri sera væl nøgd við byrjanina, sigur eigarin, Maibritt Sivertsen Handil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðdepil: Nú er ikki long­ ur neyðugt hjá sundafólki og fólki á Viðareiði at fara allan vegin til Klaksvíkar at handla. Eftir at hava ligið í hand­ ilsloysi í longri tíð, lat nýggjur matvøruhandil upp í Norðdepli fyrr í mánaðin­ um. Í handlinum ber til at keypa allar tær vanligu vør­ urnar, sum hoyra einum húsarhaldi til. Okkurt gott er sjálvandi eisini at keypa hjá børnu­ num. ­ Eg royni at hava tað so bíligt sum yvirhøvur gjør­ ligt, og eg haldi at fólk eru fegin um tað, sigur ein væl nøgd Maibritt Sørensen við Sosialin. Góð byrjan Í eina tíð frammanundan hevði Maibritt arbeitt við eini ætlan, um at fara undur ein matvøruhandil í Norð­ depli. Handilin skuldi verða í kjallaranum í heimi henn­ ara, nærhendis barnaskúlan á Fossánesi. Maibritt hevur áður stað­ ið í handli, og veit tí eitt sindur um, hvussu ein veitir viðskiftafólkunum bestu tænastuna og hvat tey ynskja at kunna keypa her. Hon hevði tí sjálv merkt til ein tørv á einum mat­ vøruhandli í bygdini, soleið­ is at ein slapp undan at fara til Klaksvíkar hvørja ferð okkurt skuldi keypast til húsarhaldið. Mánadagin 5. november kundi Maibritt so lata dyrn­ ar upp á fyrsta sinni. ­ Her var fólk allan dagin. Eg lat ikki aftur fyrrenn klokkan níggju um kvøldið, sigur hon. Eftir vegnum Ein handil skal sjálvandi hava eitt navn, og tað hevur handilin hjá Maibritt eisini. Hon ynskti ikki, at hand­ ilin bert skuldi kallast upp eftir eigarakvinnuni – tað er: handilin hjá Maibritt. Tí kom hon við øðrum navni. ­ Handilin liggur á Fossá­ vegnum, og tað var tí natúr­ ligt at kalla hann upp. Tí eigur handilin Fossábúðin, greiðir Maibritt frá. Handilin er opin frá klokk­ an 9 til 20 allar dagar uttan sunnudag. Tá er afturlatið. Góð byrjan hjá nýggjum handli Jólavørurnar koma til handilin á Norðdepli. – Vit gleða okkum til jólasøluna, sigur eigarin, Maibritt Mynd: Høgni Thomsen Fossábúðin liggur beint við skúlan á Fossánesi, og nógvir næmingar leggja leiðina framvið Mynd: Høgni Thomsen Tað hevur verið saknur á einum handli í Norðdepli. Nú sleppa fólk undan at fara allan tann langa vegin til handils í Klaksvík Mynd: Høgni Thomsen ” Eg royni at hava tað so bíligt sum yvirhøvur gjørligt (Maibritt Sørensen, handilskvinna)