Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 232 - 29. november 2007 tíðindi 10 byggiloyvi til miðvingar Miðvágur: Rættiliga nógv virksemi er í bygdini í hes­ um døgum. Serliga sæst hesin aftur á Kirkjabø, har byggingin hevur tikið rættiligt dik á seg. ­ Fleiri stykkir eru útgrivin og okkurt hús er longu komið upp, verður sagt úr Miðvágs kommunu. Í farnu viku sóust tvær maskinur lið um lið á hvør sínum stykki, so nú má sigast at gongd er komin á. Eini 10 byggiloyvir eru útskrivaði, so komandi vár standa helst fleiri hús uppi á Kirkjabø. Tað strandar mest uppá arbeiðsmegi, skilst á onkrum av eigarunum. Arbeiðið við at gera nýggju brúnna um Fossá verður liðugt um tveir mánaðir SamferðSla Snorri Brend Haldórsvík: Verkætlanin fevnir um gerð av eini aðrari brúgv enn teirri gomlu, sum tíðin er farin frá. Fossá liggur sunnanfyri Haldórsvík og skal nýggj brúgv gerast um hana, sam­ stundis sum landsvegurin suður ímóti grannabygdini Langasandur verður um­ lagdur. Á heimasíðuni hjá Lands­ verki verður sagt, at trupul­ leikar hava verið í arbeiði­ num at gera ein fyribilsveg omanfyri brúnna. Nú eru løgd fleiri og størri rør í ánna. ­ Síðani verður gamla brúgvin tikin niður og betongarbeiðið kann byrja, verður sagt. Ætlanin er, at arbeiðið skal gerast so mikið liðugt í ár, at koyrandi verður eftir teirri nýggju brúnni seinast í januar mánaði komandi ár. Kostnaðarætlan fyri arbeiðið er 2,9 mió. krónur. Fyrr í mánaðinum vitjaðu umboð fyri Sunda kommunu hjá Sveitarfélagnum í Hornafjarðar kommunu í Íslandi Kommunur Snorri Brend Sundalagið: Endamálið við ferðini, sum vardi í tveir dagar, var at kunna seg um gongdina í Hornafjarðarøki­ num, nú meira enn tíggju ár eru liðin síðan kommunu­ samanleggingarnar byrjaðu har. Eins og í Sunda kommunu vóru tað seks kommunur, ið løgdu saman, tó í tveim­ um umførum. Í økinum búgva tilsamans 2300 fólk, harav tey 1700 í Høfn. Eitt av kvøldunum bjóð­ aði Sveitarfélagið til døg­ verða, og hin dagin var vitj­ að á ymsum stovnum í kommununi. ­ Høvi var at síggja dag­ stovnar, skúlar og heilsutæn­ astur, og hornfirðingar lata væl at gongdini, verður sagt á heimasíðuni hjá Sunda kommunu. Samstarv Í Hornafirði hava tey sam­ skipað skúlarnar í kommun­ uni, so teir nú virka á einum felags støði. Ein sonevndur vitanardepil er bygdur, har bókasavn, miðnámsskúli, hægri útbúgvingar og íverk­ setaramiðstøð halda til. ­ Hesin stovnur, ið ber navnið Nýheimar, er eitt sera áhugavert dømi um, hvussu nógv kann koma burturúr, tá allar góðar kreft­ ir lyfta í felag, staðfesta um­ boðini úr Sunda kommunu. Kommunan hevur gjørt avtalu við landsmyndugleik­ arnar um at reka heilsutæn­ asturnar – eldrarøkt, dagtil­ hald, læknar, heilsufrøðing­ ar, jarðarmóðir og eina bráð­ móttøku. Hesar tænastur eru eisini samskipaðar og virka eftir øllum at døma væl. Vinnulívið í kommununi er í stóran mun grundað á fiskivinnuna, men roynt verður at fáa nýggjar vinnur at taka við, eitt nú ferða­ vinnuna, sum roynir at menna so soleiðis, at tíðin, tá ferðafólk vitjar kemur at fevna um alt árið. Hesum síggja fólk í Hornafjarðar­ økinum stórar møguleikar í. Ætlanin er, at ferðin skal verða byrjanin til samstarv millum báðar kommunur­ nar, og væntandi koma umboð úr Hornafirði at vitja Sunda kommunu kom­ andi summar. Tað er eyðsæð, at komm­ unurnar hava nógv er til felags, sum samstarv kann byggjast á. ­ Tað spurdist nógv áhuga­ vert burturúr ferðini, sum fer at verða til gagn fyri framtíðar arbeiðið í komm­ ununi, segði táverandi borg­ arstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen eftir ferðina. Síðani ferðina er hann vorðin landsstýrismaður í innlendismálum fram til løgtingsvalið í januar mán­ aði. Nýggi borgarstjórin, Árni Dam tekur við starvi­ num í dag, og sum eyka­ limur kemur Sunniva Kolls­ líð í bygdaráðið. Eftir nýggju brúnni í januar Ynskja samstarv við íslendska kommunu Brúgvin um Fossá hevur slitið fyri seg, og verður nú avloyst av eini nýggjari Mynd: landsverk.fo