hósdagur 29. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinn eina dreymaferð fyri
familjuna til Disney World í
Florida. Aðrir góðir vinningar
standa eisini upp á spæl í stóru
jólakappingini hjá Sosialinum
Nógvir góðir og spennandi vinningar eru
at vinna í jólakappingini, sum Sosialurin
nú fer undir. Í desember mánaði kunnu øll
fylgja við í Sosialinum og verða við í
kappingini, har høvuðsvinningurin er ein
familjuferð til Disney World í Florida í
USA.
Kappingin byrjar í dag við
jólakalendaranum, sum er sendur í hvørt
hús í landinum. Á kalendaranum eru pláss
gjørd fyri 24 puntum, og hesir puntar
verða at finna í Sosialinum fram til jóla.
Puntarnir skulu klippast út úr Sosialinum
og límast upp á kalendaran, sum síðani
verður sendur til Sosialin. Hetta skal
gerast í seinasta lagi tann 3. januar 2008.
Kalendarin skal sendast til: Sosialurin,
Postsmoga 76, 110 Tórshavn.
Fríggjadagin 4. januar verður lutakst
millum kalendararnar, sum eru komnir
inn, og tá verða vinnararnir av teimum
spennandi vinningunum funnir. Nøvnini
verða prentað í Sosialinum tann dagin.
Trølla Pætur spyr
Trølla Pætur og Trølla Omman eru
framvegis í miðdeplinum í jólakalendara
num, sum Óli Petersen hevur teknað. Í ár
verður ikki nøkur framhaldssøga um tey
villu trøllini, men hinvegin fer Trølla
Pætur at spyrja ommu sína ymsar
spurningar, sum børnini kunnu hjálpa
henni at svara.
So desember mánaði verður bæði
hugnaligur og spennandi í Sosialinum.
Ársins jólakapping í Sosialinum
Minst til 1. desember...
Minst til at skifta battaríini
á roykvarnaranum
áðrenn 1. desember
sansir.fo
1
9
11
19
13
17
24
15
2
20
14
5
6
8
7
16
23
22
10
21
4
18
3
12
HØVUÐSVINNINGUR:
Familjuferð til Disney World í Florida, USA,
fyri tvey vaksin og tvey børn