hósdagur 29. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 29. november 2007
62ºN er nýtt navn í føroyskari ferðavinnu, men felagið
hevur 44 ár á baki, og tí hevur felagið nógvar royndir við
ferðavinnu.
62ºN fevnir víða í ferðavinnuni - 62ºN travel, 62ºN
airport hotel, 62ºN air cafe, 62ºN car rental, 62ºN rio
bravo og 62ºN airport.
Nýggjasta skotið á stammuni er 62ºN Incoming, sum
62ºN fer at gera meira við. Fyritøkan hevur ikki gjørt tað
stóra við ferðafólk, sum eru komin til Føroya at ferðast,
men hetta skal nú broytast. 62ºN hevur gjørt eitt nýtt
katalog við tilboðum til útlendsk ferðafólk, og tað væntar
felagið sær nógv av næsta ár.
62ºN hevur latið nýggja skrivstovu upp á flogvøllinum,
og har kunnu fólk nú fáa eitt prát um mongu ferðirnar,
sum 62ºN skipar fyri.
62ºN hevur egnar ferðir til býir og lond uttanlands, og
felagið skipar eisini fyri ferðum til konsertir uttanlands –
í næstum til eitt nú Bon Jovi, Celine Dion og Iron
Maiden.
Ein partur av virkseminum hjá 62ºN er Hotel Vágar, og
hotellið verður í løtuni høvuðsrenoverað og letur upp
aftur um ársskiftið.
62ºN er við til at skipa fyri ferðini til Disney World í
Florida, sum er høvuðsvinningur í jólakappingini hjá
Sosialinum.
62ºN við fjølbroyttum tilboðum
Tað er nógv hent hjá Atlantsflogi, síðani felagið varð stovnað í 1988.
Byrjað var við einum flogfari í kappingini ímóti Maersk á leiðini til
Keypmannahavn, men nú flýgur Atlantsflog við fleiri flogførum til
fleiri býir uttanlands.
Tað vóru nógv, sum ivaðust í, um felagnum varð lív lagað, tá ið tað
varð stovnað fyri næstan 20 árum síðani. Men søgan hevur prógvað, at
Atlantsflog, sum setti Føroyar í miðdepilin, hevur tænt føroyingum
bæði væl og virðiliga. So væl, at felagið síðan hevur keypt fleiri
flogfør av sama slagi fyri at nøkta eftirspurningin, sum er nógv øktur,
so hvørt Atlantsflog hevur økt um flogleiðirnar til at fevna um øll
grannalondini.
Atlantsflog er meira enn bara flogfør, tí á ferðskrivstovuni hjá
Atlantsflog ber til at keypa pakkaferðir ella fáa sett saman sín egna
ferðapakka út í heim.
Næstu summarhálvu fer Atlantsflog aftur at flúgva til somu býir, sum
flogfelagið hevur flogið til seinnu árini. Her er talan um
Keypmannahavn, Aalborg, Billund, Reykjavík, London, Aberdeen,
Stavanger, Oslo og Grønland.
Sum nakað nýtt, fer Atlantsflog í 2008 at flúgva til svenska
høvuðsstaðin, Stockholm, og felagið fer eisini at gera nógv við
flúgvingina til Íslands.
Atlantsflog er við til at skipa fyri ferðini til Disney World í Florida,
sum er høvuðsvinningur í jólakappingini hjá Sosialinum. Og umframt
møguleikan at uppliva Disney World og USA, fáa fólk eisini ein smakk
av Íslandi, tí gist verður eina nátt í Reykjavík á leiðini til USA. Í
Íslandi ber millum annað til at uppliva tiltikna Bláa Lónið.
Lesa meira um Atlantsflog og teirra útboð á www.atlantic.fo
Atlantsflog
er flúgvandi
24