Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 5. desember í ár eru tað liðin fimm ár, síðani Televarpið fór undir sítt virksemi, og tað hevur gingið støðugt fram á hjá felagnum. Við útbyggingunum, sum eru fyri framman, kunnu 95 prosent av Føroya fólki síggja Televarpið, og í løtuni eru 7.500 haldarar av Televarpinum. Televarpið kann nú síggjast í allari Sandoynni – undantikið helvtini av Húsavík, og í næstum spennir Televarpið seg út í Suðuroy. Innan tvær vikur kunnu Tvøroyri, Hvalba og Froðba síggja Televarpið, og seinni koma Vágur og Øravík eisini við. Televarpið bjóðar 25 rásir við sera fjølbroyttum innihaldi. SvF og Rás 1, sum eru føroyskar rásir, síggjast á Televarpinum, og millum hinar rásirnar eru DR1, DR2, NRK, MTV, Eurosport, nakrar Canal+ rásir, TV3 og Disney Channel. Televarpið bjóðar innihald og undirhald til allar familjuna og flest øll áhugamál. Demich til dystin fús Fyritøkan Demich fæst vð hvs-arbeiði, og við 35 fólkum í starvi kann fyritøkan taka sær av bæði stórum og smáum hvs-arbeiðum. - Okkara sera dugnaligu verkfrøðingar projektera og geva óbindandi tilboð uppá alt, bæði stórt sum smátt, siga tey í Demich. Felagið Demich varð stovnað í 1960, og navnið fekk felagið frá teimum, ið stovnað felagið.Óli F. Debess og Johannes C. MICHelsen. Teir seldu seinni felagið til aðrar. Í 1987 flutti Demich út á Stiðjagøtu í Havn, og í bygninginum, sum eru 1000 fermetrar til støddar, hevur felagið handil, goymslu og verkstað. Eisini hevur Demich eina deild í Vági, har fimm fólk starvast. Les meira á www.demich.fo Hvonn er blivið nýtt in-stað í Havn. Hugnaligu hølini í hjartanum í Havnini – í Vágsbotni – eru sera vælumtókt hjá fólki, sum vilja hugna sær ein gerandisdag ella fara í býin um vikuskiftið. Hvonn spennir seg eisini út, nú jólini eru fyri framman, og við nýggum menukorti ber til at fáa mangt gott á borðiskin. Hvonn hevur eisini eina serliga jólabuffet við hópin av góðum rættum til í minsta lagi 10 fólk. Hvonn roynir eisini ymiskt nýtt við sínum drykkjuvørum, og her er nógv nýtt at royna í jólamánaðinum – eisini tað klassiska jólagløggið og holukøkur. Vinningur: Gosbað frá Demich 5 ár við Televarpinum Vinningur: Televarpsmóttakari við 160GB harddiski Heilsølan hjá Poul Michelsen er landskend fyri at verða fremst innan sølu og handfaring av køli- og frystivørum Eisini hevur heilsølan lagt seg eftir sergreinum innan frukt og grønt, vistarveiting (catering), proviantering og bakaravørum, og í 2002 yvirtók PM søluna og útkoyringina av drykkjubørum hjá Bryggerigruppen (Faxe) í Føroyum: PM bjóðar seg eisini fram sum heildarveitara bæði innan matvøruhandli og matvørur til stórkøkar v.m. P/F Poul Michelsen varð sett á stovn í 1974, og fyritøkan er ein nýmótans og kappingarfør heilsøla. Umleið 50 fólk starvast hjá PM. Sodavatn til jólini 10 kassar av Faxe Kondi 8 kg av Merild Kaffi Frá Poul Michelsen Vinningar: Hvonn í jólahýri Familjuvikuskifti í Kongasvituni á Hotel Føroyum Gávukort frá Bowlinghøllini, Pizzacaféini og Havnar Bio Vinningur: 25