Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 Maðurin aftan fyri Disney Walter Elias Disney er maðurin, sum grundlegði risastóru Disney-konsernina, sum framvegis í dag er ein týðandi partur av undirhaldsídnaðinum í USA og kring heimin annars. Walt Disney var í føddur í Chicago í 1901, men tá hann var fýra ára gamal flutti familjan til Kansas at búgva, og Walt vaks upp úti á landinum. Hann var tó drigin av undirhaldslívinum í Hollywood, og í 1923 flutti hann til Hollywood at búgva. Hann byrjaði á botninum og gjørdi sær eitt filmsstudio í garasjuni hjá hjá pápabeiggja sínum. Har byrjaði søgan um teir væl umtóktu Disney-figurarar. Mickey Mouse, Pluto, Dunnald og aðrir kenningar vóru at síggja fyrstu ferð í 30’unum, og framleiðslan hjá Disney tók alt meira dik á seg. Filmar sum Cindarella, Peter Pan, Alice in Wonderland, Bambi og aðrar filmar vóru grundarlagið. Teknifilmarnir vóru kjarnin í framleiðsluni í nógv ár, men í 1950’unum fór Disney eisini undir at framleiða veruligar filmar við livandi fólki, og hann dugdi eisini at brúka nýggja sjónvarpsmiðilin. Sjónvarpsrøðir um Zorro og David Crockett vóru populerar, og filmar sum Lady and the Tramp, Sleeping Beauty, Mary Poppins og The Jungle Book eru allir klassikarar. Walt Disney doyði í 1967 av krabbameini, men hansara arvur livir víðari, og Disney er tann í dag eitt tað týdningarmesta felagið í amerikanskum undirhaldsídnaði. Felagið ger framvegis viðkomandi undirhald til børn og ung – til dømis við High School Musical konseptinum. Høvuðsvinningurin í stóru jóla­ka­pp­ ingini hjá Sosia­li­ num er ein sonn dreyma­ferð til Dis­ ney World i Florida­. Ha­r ber til a­t uppliva­ ma­ngt og hva­t Walt Disney World í Florida er heimsins elsta temapark, og hon verður eisini roknað sum tann kendasta og besta. Tað var stovnarin av Walt Disney sjálvur, sum hevði stóra dreymin um at gera eitt spæliland, har allir hansara kendu tekniseriu­ figurar kundu halda til og hitta børn og vaksin. Og Disneylandið gjørdist veruleiki, og innihaldið er bara vaksið og betrað gjøgnum tíðina. Í dag er Disney World 111 ferkilometrar til støddar, og á hesum øki eru fýra ymiskar tema­ parkir, tvey vatnland, ein stórt handilsøki, og so eina rúgva av stórum og hug­ takandi gistingarhúsum. Alt er gjørt í einum sonn­ um ævintýrlandi við 8 sporaðum vegum og parkeringsøkjum so stórum, at bilar koma eftir tær, tá ið tú hevur parkerað, og koyra teg til høvuðs­ dyrnar. Disney World er nakað tí størsta, sum familjan kann uppliva, og tað fer eingin vónbrotin avstað aftur. Tað ber til at uppliva mangt og hvat í Disney World. Har eru sjálvandi allir møguleikar, sum fólk kenna frá øðrum spælilond­ um. Men so er alt hitt, sum bert kann upplivast í Disney World. Eftir at tú ert komin inn um dyrnar, kanst tú velja at fara í tok ella umborð á eitt ektað amerikanskt damp­ skip. Á Main Street kanst tú uppliva, hvussu húsini sóu út í heimbýnum hjá Walt Disney, tá ið hann var barn, og á gøtuni í býnum eru eisini javnan stórar paradur. Í Fantasyland ræður ævintýrið, og har ber til at hitta Peter Pan, Dumbo, Snjóhvítu og teir sjey dvørgarnar. Tað finnist eisini eitt kopi av Andeby, og har húsast nakrir av kendastu figurunum hjá Walt Disney – Mickey Mouse, Anders And, Onkel Joakim, Pluto og Fedtmule. Ævintýrini í Disneyworld enda ongantíð, og uppliv­ ingingarnar eru endaleysar. Hetta er av sonnum eitt dreymaland hjá børnum og vaksnum. Vinn dreymaf Disney World er stórsligið og hugtakandi 26