Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 Disney dugir enn Disney hevur framleitt undirhald til børn, ung og vaksin í 80 ár, men felagið dugir framvegis at gera viðkomandi undirhald. Seinasta dømið um tað er High School Musical, sum er filmur og konsept, sum hoyrir til Disney Channel. Fyrri filmurin varð givin út í 2006, og hann gjørdist ein tann best umtókti filmurin hjá Disney nakrantíð. Í summar kom High School Musical 2 út, og saman við hesum filmum eru hópin av hjávørum – fløgum, spølum, tinganeyst og mangt annað. Fløgan við tónleikinum frá fyrra High School Musical filminum var mest selda fløgan í USA í fjør. Søgan í High School Musical er ein moderna søga um Romeo og Juliet. Við nógvum tónleiki, dansi og klikum er High School Musical ein rættur ungdómsfilmur – ikki langt á leið frá Grease-filmunum, sum foreldrini hjá teimum, sum nú hyggja eftir High School Musical, munnu kenna. Stóru stjørnurnar í High School Musical eru Zac Efron og Vanessa Hudgens, sum spæla ávíkavist Troy Bolton og Gabriella Montez. ferð til Disney World Í Disneyworld búgva nógv kend fólk – alt frá Snjóhvítu og Petur Pan til Mickey Mouse og Anders And Disney World er eitt ævintýrland fyri alla familjuna Micky Mouse var ein av teimum fyrstu figurunum, sum Walt Disney skaptu 27