Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 35 - Tað er at fegnast um, at talið av teimum, sum nýta rúsdrekka, er minkað í mun til eina kanning, sum var gjørd fyri 16 árum síðan, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa krossi RúsdRekka Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hjalmar hevur lisið kann­ ingina av rúsdrekkanýtsluni hjá føroyingum, sum Fyri­ byrgingarráðið og deildin fyri arbeiðs­ og almanna­ heilsu hava gjørt. Fyri 16 árum síðani søgdu 13 % av monnunum og 28 % av kvinnunum seg als ikki drekka rúsdrekka. Hesi tølini í tí nýggjastu kanningini eru ávikavist 16 % og 31 %. Men fyri aðalskrivarin í Bláakrossi er tann stóri spurningurin, hví tað er so?! Kanningin gevur ikki svarið, men lítil ivi man vera um, at arbeiðið við fyribyrging, sum millum annað Bláikrossur stendur fyri, og ein hugburðsbroyting hava havt sína ávirkan Tøl frá Rúsuni vísa, at nýtslan í litrum av rús­ drekka, var 49,3 litrar í 1993 og kom í hæddina í 2003, tá nýtslan var 62,8 litrar fyri hvønn íbúgva – ein vøkstur uppá 27 %. At nýtslan í litrum er økt, samstundis, sum talið av teimum, sum ikki drekka rúsdrekka, er vaksið, má merkja, at tey, sum so nýta rúsdrekka, nýta meir av tí – í litrum – enn tey gjørdu frammanundan. ­ Størri orsøk hevði verið at fegnast, um tølini fyri nýtslu vóru fallandi!, sigur Hjalmar Hansen. Munir á økjum Í kanningini hevur Hjalmar staðfest, at har postnumm­ arið byrjar við 6, er miðal­ nýtslan lægst. ­ Hetta er áhugavert, sig­ ur hann. Verður hugt eftir, hvar hetta er, síggja vit bygdir sum: Saltangará, Runavík, Glyvrar, Toftir, Rituvík og Søldarfjørður. ­ Og frá einum Blákross­ sjónarmiði er áhugavert, at tað er júst í hesum økjum, at felagsskapurin hevur flest limir og stendur sterk­ astur. Hetta kann vera orsøkin til at miðalnýtslan her er lægst, sigur hann. Hinvegin hevur Vág­ oyggin tað keðiliga eyð­ kennið, at miðalnýtslan av rúsdrekka har er hægst. Innsavning til nýggja urgu á netinum U S A : Eigarin av plátu­ felag­ n u m J A V Record­ ings, ið h e v u r sum ser­ grein at gera upptøkur við pípu­urgum, hevur tikið alternativar mátar í brúk fyri at bjarga eini gamlari kirkju­urgu, skrivar New York Times. Í eini fátækari sókn í Brooklyn, New York er urgan í kirkjuni so niður­ slitin, at hon møguliga má tveitast burtur. Trupul­ leikin er bert tann, at sóknin hevur ikki ráð at gera hana í stand aftur. Tann virkni eigarin av plátufelagnum, Joe Vitac­ co hevur tí lagt tvey stutt video­klipp við eini bøn um fíggjarligan stuðul á YouTube.com, sum er ein heimasíða har ein kann leggja sínar egnu video­upptøkur út. Tiltak­ ið bar ávøkstur beinan­ vegin: Fleiri enn 5000 vitjanir hava sæð upptøk­ urnar og fleiri túsund krónur eru longu komnar frá fólki í USA og Europa. Fyrireika ferming á netinum Noreg: Fjarstøða er eing­ in forðing fyri at verða fermdur í Noregi. Undir­ vísingin kann nú gerast umvegis alnetið. – Hetta er eitt ótrúligt tilboð til norskan ungdóm í útland­ inum, sigur Espen Inge­ brigtsen, sum hevur ábyrgd av net­konfir­ mantunum, sambært heimasíðuni hjá norsku sjómanskirkjuni. Tað er líkamikið, hvar konfir­ mantarnir eru, og higartil hava 28 norskir ungdóm­ ar meldað seg til skipan­ ina. Meðan konfirmant­ arnir ganga til, verða all­ ar uppgávurnar sendar umvegis teldupost og konfirmantarnir kunnu tjatta við hvønn annan á alnetinum. Hugskotið vendir sær til konfirmant­ ar, sum búgva so mikið langt burtur frá eini sjó­ manskirkju, at teir ikki kunnu luttaka í eini van­ ligari fyrireiking til ferm­ ingina. Íalt eru 12 lek­ sjónir í undirvísingini. Sjálv fermingin fer ann­ aðhvørt fram í heima­ kirkjuni í Noregi, við eina av sjómanskirkjun­ um ella við ambulantum gudstænastustøðum. Norska postverkið gav í farnu viku út tvey jólamerki, sum venda sjóneykuni ímóti tí, sum upprunaligi boðskapurin var á jólum: Jólastjørnuni, Jesusbarninum í krubbuni og vísmonnunum. Tað eina jólamerkið vísir jólastjørnuna á himmalinum, meðan teir tríggir vísmenninir frammanvert krubbuni er myndevnið á hinum merkinum. ­ Við dagsins hákonjukturi og handilsligum tosi, ynskja við at seta fokus á høvuðsinnihaldið í jólaboðskapinum, sigur Halvor Fastin, sum er frímerkjastjóri hjá norska postverkinum. Tað er norska Anne Kristin Hagesæther, sum hevur gjørt merkini. Tey skála lítið við Skálafjørðin Veruligi jólaboðskapurin skal fram Anne Kristin Hagesæther hevur gjørt nýggju norsku jólamerkini Tríggjar litrar um vikuna Granskingardepilin fyri økismenning gjørdi eina kanning fyri Bláa Kross í 2004 um nýtsluna av m.a. rúsdrekka millum næmingar í 7. og 9. flokkum í Klaksvík, Vágum og Runavík. Áhugavert var at síggja, at tølini í hesi kanning, vísa sama mynstur. Royndirnar við rúsdrekka vóru munandi størri hjá ungum í Vágum enn millum ung í Runavíkar kommunu. Svarini í kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum vísa, at tey, sum nýta rúsdrekka, drekka 3,0 litrar í miðal um vikuna. Har postnummarið byrjar við 3, er miðaltalið 3,9 og har tað byrjar við 6, er miðalnýtslan 1,3 litrar í miðal. - Talið á teimum sum nýta rúsdrekka er minkað, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláakrossi Mynd: blakross.fo