hósdagur 29. november 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 232 - 29. november 2007
tíðindi
Lovorðini trutu
ikki, tá spakin varð
settur í fyri nýggj
um bygdarhúsi í
Árnafirði í februar
mánaði í ár: Nú var
umsíðir líkt til at
byggingin kundi
byrja. Men enn er lítið
hent í málinum!
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður: - Tað eru
nógv sum spyrja meg, nær
bygdarhúsið verður liðugt,
sigur formaðurin í bygdar-
felagnum Báran, Atli S.
Justinussen.
Saman við nevndini hev-
ur hann verið íðin stríðs-
maður fyri at útvega heim-
bygdini eitt egið bygdarhús,
men enn er ikki komið á
mál.
Eftir at spakin varð settur
í fyri nýggja bygdarhúsinum,
vónaðu øll at nú fór dreym-
urin at gerast veruleiki.
Men hvat?: Myndugleikar-
nir ynsktu bygdarhúsið flutt
á annað stað í Árnafirði!
- Eg tori einki at siga
nakað um hvar og nær. Men
eitt kann eg lova tær: Næstu
ferð vit ætla at seta spakan
í, so verður tað við kjafti-
num á eini gravkúgv.
- Nú hava vit bíðað iva-
leysa leingi. Nú ynskja vit,
at bygdarhúsið gerst veru-
leiki, sigur Atli við Sosial-
in.
Bygdarfelagið Báran er
vorðið væl kent millum
manna,
millum
annað
vegna tey stóru bingo-spøl-
ini sum skipað hevur verið
fyri gjøgnum tíðirnar.
Hóast tað einans búgva
50 fólk í Árnafirði og felag-
ið hevur fáar limir, bilar
virkishuginum einki. Hóast
málið er stórt, ætla tey
kortini at røkka tí.
Stríðst í 17 ár
Tað hevur verið drúgt at
koma so langt – ella so stutt
– hjá bygdarfelagnum í
Árnafirði. Ein langur vegur
fyri eitt so lítið felag.
Hóast hesar umstøður,
tykist einki kunna steðga
felagnum í at røkka enda-
máli sínum: At útvega heim-
bygdini eitt vala bygdar-
hús.
Alt byrjaði annars so væl:
Báran varð sett á stovn í
desember mánaði 1990 og
minni enn eitt ár seinni fekk
felagið sítt fyrsta grundøki.
Felagið metti, at rættast
var at byggja nýggja bygdar-
húsið uttanfyri bygdina,
soleiðis at ein kundi sleppa
lættari til tey ymisku til-
tøkini, eins og lættari varð
hjá fólki at sleppa av við
bilin.
Varð bygt uttanfyri bygd-
ina vóru eisini møguleikar
fyri at útbyggja húsið, um
tørvur skuldi verðið á tí.
Men ikki gekk, soleiðis
sum nevndin í felagnum
ætlaði: Allir myndugleikar
góðkendu ikki ætlaða økið.
Avgerð varð ístaðin tikin
um at vísa felagnum á eitt
annað øki, á vegnum niðan
ímóti tunlunum norðureftir
og suðureftir. Men at fáa
byggiloyvi til hetta tók sína
tíð, heili 15 ár, millum
annað tí at byggisamtyktin
skuldi broytast.
Men fyri góðum ári síð-
ani kom so endaliga loyvið,
og 17. februar í ár varð spak-
in settur í fyri nýggja bygd-
arhúsinum. Á samkomu
henda dagin varð boðað frá,
at maskinurnar eftir ætlan
skuldu byrja arbeiðið tveir
mánaðir seinni, soleiðis at
ferð av álvara kundi koma á
byggingina. Tað ljóðaði
enntá, at onkur longu hevði
biðið um húsið til at halda
tað fyrsta brúdleypið í
nýggja bygdarhúsinum.
Nú eru vit skjótt komin
inn í jólamánaðin, og enn
stendur bara eitt skelti sum
boðar frá, at bygdarhúsið
skal standa her einaferð í
framtíðini. Annar farvegur
sæst ikki til nakra bygging.
Strævið
Stutt eftir at spakin varð
settur í, komu kortini mót-
boð frá myndugleikunum:
Ætlanin um at útvega árn-
firðingum betri tunnilssam-
band, kom at leggja forðing-
ar í vegin fyri ætlaðu plaser-
ingini av bygdarhúsinum.
- Her var einki annað at
gera enn at steðga við
arbeiðinum eina ferð enn.
Vit høvdu roynt hetta í
1991, og vóru minst líka so
skuffað hesaferð sum ta
ferðina, sigur Atli.
Arbeitt verður í løtuni við
at finna eitt annað hóskandi
øki til bygdarhúsið saman
við Klaksvíkar kommunu
og Landsverki. Vónandi
kann hetta verða avgreitt
um stutta tíð.
Hinvegin hava tey alt gott
at bera Landsverki, og fegn-
ast um ætlanirnar at betra
um samferðsluna til og úr
bygdini: Hetta fer aftur at
verða bygdarfelagnum at
gagni.
Við betraðum tunnilssam-
bandi fer at gerast munandi
einfaldari og høgligari hjá
fólki at leiga húsið til ymisk
tiltøk.
Sjálvur torir Atli ikki at
siga nakað um, nær tey
kunnu fara undir byggingina
av nýggja húsinum, ella
hvussu leingi tað fer at taka
at byggja tað.
- Hetta hevur verið eitt
strævið mál, sum vit hava
arbeitt við síðani felagið
varð stovnað fyri 17 árum
síðani.
- So tú kanst ætla, at vit
gleða okkum til tann dagin,
tá tað verður liðugt, slær
Atli S. Justinussen fast.
Tvey samkomuhús í lítlari bygd
Á jólum í fjør varð nýggja Kappróðrarneystið í Árnafirði tikið í nýtslu. Og einaferð í framtíðini
fer bygdin at rúma einum væl útgjørdum bygdarhúsið.
Mong spyrja helst, um ein so lítil bygd, við einans hálvthundrað fólkum, kann megna at reka
tvey slík hús.
- Jú, sigur ein bjartskygdur formaður í Báruni, Atli S. Justinussen. – Møguleikarnir verða
faktiskt munandi størri við tveimum slíkum húsum.
Kappróðrarneystið hevur higartil virkað sum venjingarstað millum annað hjá
kappróðrarbátinum Árnfirðingi, og hevur haraftrat verið rættiliga nógv útleigað til samkomur
av ymiskum slagi, til dømis føðingardagar og onnur tiltøk. Hesa komandi tíðina hava fleiri spurt
seg fyri um møguleikan at hava jólaborðhald í neystinum. Ætlanin hjá Báruni er, at bygdarhúsið
skal útgerast við einum stórum køki – einum industri-køki, tey kalla. Eitt samstarv skal fáast í
lag millum bæði feløgini og húsini, soleiðis at sleppast kann undan at avvísa møguligum
leigarum. Hendir so tað, at onkur hevur hug at leiga annað húsið og annar hitt samstundis, so
fer tað at bera væl til. Tað fer somuleiðis at bera væl til at gera matin lidnan í bygdarhúsinum,
flyta hann oman í Kappróðrarneystið, har hann síðani kann haldast heitur. Óhugsandi er ikki,
at tað einans fer at taka fáar minuttir at koyra úr Klaksvík til Árnafjarðar gjøgnum ætlaða
tunnilin. Hesin veruleikin fer uttan iva at gera sítt til, at eftirspurningurin eftir at leiga annað
ella bæði húsini í Árnafirði bara fer at økjast í framtíðini.
Næstu ferð taka vit
gravkúnna við
Í februar mánaði varð spakin settur í fyri nýggja bygdarhúsinum. Men langt
er á mál at fáa tað bygt
- Vit gleða okkum at sleppa í gongd við bygdarhúsið, sigur Atli S. Justinussen, formaður í bygdarfelagnum Báruni
”
Hetta hevur verið eitt strævið
mál, sum vit hava arbeitt við
síðani felagið varð stovnað fyri 17
árum síðani
(Atli S. Justinussen, Árnafjørður)