Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 37 tíðindi Filmurin “Søgan um Jesus – søgd fyri børnum” er nú at fáa sum fløga á føroyskum máli. Ein hópur av føroyingum hava lagt rødd til henda kenda filmin. – Hóast vit kendu Bíbliuna framman­ undan, so fingu vit nógv nýtt at vita í filminum, siga tvær av hesum røddunum, teir báðir Kristin R. Mouritsen og Edvin Niclasen Jesusfilmur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Hesin filmurin for- telur sera væl, hvussu lívið hjá Jesusi var, siga vinmenn- inir báðir, Kristin og Ed­vin. Í filminum leggja teir rød­d­ til og geva lív til d­reingirnar Benjamin og Káleb, og hvussu børnini upplivd­u hend­ingarnar sum tá fóru fram. Báðir hava teir fingist við leiklutir áður – Ed­vin hevur verið við í onkrum barna- send­ingum og Kristin sang við á fløguni “Eg eri ein K”, sum ofta er at hoyra í útvørpunum. Tá teir vórðu spurd­ir um at vera við at leggja rød­d­ til ein Jesus-film fyri børn, játtaðu teir beinanvegin. - Vit fingu hand­ritið heim við at lesa, og síðani tóku vit alt upp í Stud­io 1 í Útvarpi Føroya. Tað var sera áhugavert og stuttligt at vera við í hesum, greiða teir frá. Teirra fatan er, at Jesus- filmurin er gjørd­ur á ein barnavinarligan hátt, so- leiðis at børnini kunnu fata, hvussu lív hansara var. - Vit hava sjálvir fingið nógv burtur úr, millum annað fleiri d­etaljur í lívi hansara. Tað vóna vit eisini, at onnur fara at fáa, siga altso Kristin R. Mouritsen og Ed­vin Niclasen. 1011 tungumál Hesin nýggi filmurin er munand­i styttri enn tann kend­i og nógv útbreid­d­i Jesus-filmurin sum í upp- runaligu longd­ er samfullar tveir tímar. Ístaðin er nú gjørd­ur ein filmur við brotum úr hesum filminum, men soleiðis sum ein ímynd­ar sær at nøk- ur børn sóu og upplivd­u alt tað, sum hend­i fyri 2000 árum síðani. Tann fyrri filmurin er higartil týd­d­ur til 1011 ymisk tungumál, meðan hend­a barnaútgávan er týd­d­ til 126 mál. Tann føroyska útgávan er sostatt tann 127. í røðini. Gjøgnum frásagnir og samrøður millum fleiri børn fylgja vit lívinum hjá Jesusi, soleiðis sum tað er frásagt í Lukas evangeli’inum. Filmurin er serliga áhuga- verd­ur við tað, at børnini koma úr familjum sum trúðu gleðiboðskapinum og úr familjum, har alt hetta var mett sum tvætl. - Filmurin vísti okkum, at Jesus hann var tann størsti av øllum, siga teir báðir. Góður filmur Kristin og Ed­vin eiga tvær av høvuðsrød­d­unum í før- oyska barnafilminum – Benjamini og vinmanni hansara Kaleb. Í veruleikanum og í ger- and­isd­egnum hava teir báð- ir havnard­reingirnir kunn- leika til tað sum filmurin snýr seg um, men í filminum vaksa teir upp und­ir ymisk- um umstøðum og hugsanum um, hvør Jesus veruliga er. - Jú, tað var sera stuttligt at vera við at leggja rød­d­ til filmin. Tað er jú ikki ein og hvør, sum fær ein slíkan møguleika, siga teir báðir við ein munn, stutt eftir at filmurin varð lagd­ur fram á fyrsta sinni. Hetta hend­i á eini sam- komu í Norðurland­ahúsi- num mánakvøld­ið, har fólk fingu høvið at síggja brot burtur úr filminum og at hitta nøkur av teimum, sum hava lagt rød­d­ til filmin. - Vit vóna, at filmurin fer at verða nógv brúktur. Hann vísir sera væl, hvussu lívið hjá Jesusi var, sláa teir báð- ir, Eivind­ og Kristin fast. Gomul søga fyri nútíðar børn Røddir í barna­ filminum Eitt stórt arbeiði er gjørt fyri at fáa tær røttu røddirnar til teir røttu leiklutirnar. Hetta arbeiðið hevur Elin K. Mouritsen leikstjórnað og Heini Lützen samskipað. Røddirnar eiga: Edvin Niclasen, Kristin R. Mouritsen, Áki Lützen, Rói Olsen, Astrið Simonsen, Bjørk Breckman og Sjúrður Skaale. Frásøgufólk eru: Astrid Breckman og Jónsvein Heinesen. Týtt til føroyskt: Richard Schwartsson Samstarv millum samkomur Føroyska verkætlanin við hesum Jesus-filminum er eitt úrslit av samstarvi millum umboð fyri kirkjur, kristiligar samkomur og felagsskapir í Føroyum. Hesi fólkini hava skipað seg í eitt umboðsráð undir leiðslu av Poul Jóhan Djurhuus, og við fólki úr Fólkakirkjuni, Brøðrasamkomuni, Hvítusunnusamkomuni, Katólsku kirkjuni, Adventkirkjuni, Samkomuni Immanuel, Frelsunarherinum, Oasuni og Kirkjuligu Heimamissiónini. Ein starvsnevnd hevur samskipað arbeiðið við filminum og skipað føroysku týðingina. Í hesi nevndini sótu Richard Schwartsson, Uni Næs, Símun Absalonsen og Heini Lützen. Filmurin fæst til keyps fyri 150 kr. kring alt landið. ” Fyrri filmurin er higartil týddur til 1011 ymisk tungumál, meðan barnaútgávan er týdd til 126 mál. Tann føroyska útgávan er sostatt tann 127. í røðini. ” Filmurin vísti okkum, at Jesus hann var tann størsti av øllum (Edvin og Kristin, sum leggja rødd til filmin) Jesus-filmurin er týddur til fleiri enn 1000 tungumál. Íalt hava milliónir og aftur milliónir at fólki sæð henda filmin – her frá eini framsýning í einum afrikanskum landi Mynd: jesusfilm.org Teir fegnast, nú barnaútgávan av Jesus-filminum er komin á føroyskum – vinstrumegin Áki Lützen, Edvin Niclasen og Kristin R. Mouritsen Mynd: Snorri Brend