Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 232 - 29. november 2007 tíðindi Uppskot er lagt fyri tingið um nýggjan tunnil millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil. Ein teirra sum fegnast um hetta, er Theodor Askham Olsen úr Árnafirði: – Tað er uppá tíðina, at vit fáa ein ordiligan tunnil, sigur hann Tunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Árnafjørður: Hvønn einasta dag koyrir Theodor úr heimbygdini og til ar­ beiðspláss sítt á Fiskamark­ naðinum í Klaksvík. Hann veit tí alt um, hvat tað vil siga at koyra gjøg­ num teir smølu og ótíðar­ hóskandi tunlarnar á Borð­ oynni. Og tað vita hinir 1000 dagligu bilførararnir eisini. Allir hesir bilførararnir, norðanfyri Klaksvík, hava tí ynskt sær betri umstøður at sleppa til Klaksvíkar og meginøkið. Men enn er einki ítøkiligt hent í hesum máli. Ikki fyrrenn í farnu viku hendi nakað meiri ítøkiligt, tá eitt uppskot varð lagt fyri tingi um nýggjan tunnil úr Klaksvík til Depils, um­ vegis Árnafjørð. – Tunlarnir eru góðir at koyra í gjøgnum, men kort­ ini ikki heilt tryggir. At teir eru ótíðarhóskandi, er neyv­ an nakar ósamdur um, sigur Theodor við Sosialin. Forða ferðslu­ óhappum Fyri júst eini viku síðani løgdu fýra tingmenn úr sam­ gonguni uppskot fyri tingið um nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil. Hesir fýra vóru norðoya­ tingmenninir Anfinn Kalls­ berg, Jógvan við Keldu og Vilhelm Johannesen, umframt Alfred Olsen av Toftum. Verkætlanin fer at kosta í mesta laga 292 mió krónur. Í viðmerkingunum vísa teir á, at verandi farleið við tunlunum varð gjørd fyri 40 árum síðani. Tunlarnir til Árnafjørð og Hvannasunds hava bert eina koyribreyt, og lúka heldur ikki nútíðar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Tá teir vórðu tiknir í nýtslu var størsta akfarið í Norðoyggjum ein lastbilur uppá 3,5 tons, men í dag koyra millum 900 og 1000 bilar gjøgnum tunlarnar í miðal um dagin. – Nógv ferðsluóhapp eru á farleiðini á vegnum til tunlarnar, millum tunlarnar og ikki minst í sjálvum tunl­ unum, siga teir fýra í við­ merkingunum. Í uppskotinum fær lands­ stýrismaðurin heimild at skipa so fyri, at tunlar verða gjørdir millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil. Fleiri fyrimunir eru við hesi linjuføringini, sum før­ ir við sær at ferðslan fer utt­ an um bygt øki í Klaksvík. Hetta er eisini skjótasta, tryggasta og bíligasta loysn­ in, tá vegurin um Klaksvík verður tikið við. Tíðarhóskandi farleið Í uppskotinum verður eisini sagt frá, hvussu ein ímyndar sær at arbeiðið kann fíggj­ ast. Komandi ár verða játtaðar 26 mió krónur, og fram til 2012 verður so tær írestandi milliónirnar játtaðar. Fyri Klaksvíkar komm­ unu fer tunnilsætlanin vænt­ andi at fáa positivar fíggjar­ ligar avleiðingar, tí ferðslan verður løgd út um bygt øki. Vinnan fær eisini fyrimun av ætlanini. Sum er kann eingin av størru bussunum og nútímans flutningsakfør­ unum nýta verandi farleið. Fyri ferðavinnuna er hetta ein fyritreyt fyri víðari menning. – Henda nýggja farleiðin loysir trupulleikarnar við gomlu ótíðarhóskandi tunlu­ num, soleiðis at farleiðin Norð um Fjall verður ein tíðarhóskandi farleið, verð­ ur sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Tryggari Theodor A. Olsen hevur hoyrt um nýggja uppskotið, og fegnast sum vera man um tað. – Kom tunnilin ikki út í Árnafirði hevði vandi verið fyri, at bygdin gjørdist sum ein blindtarmur. Nú verða vit tikin við í ætlanina, og tað haldi eg er í fínasta lagi, sigur Theodor. Hann undrar seg kortini eitt sindur um, at ein hevur valt at tunnilin skal koma út í Depli og ikki á Norðtoft­ um. Hinvegin vónar hann, at tunnilin kann byrja í Gerða­ bøi í Klaksvík, soleiðis at ein kann sleppa undan at koyra gjøgnum nógvu ferðsluna í býnum. Tað verður eisini til fyri­ munar fyri tey koyrandi, at tann nýggi tunnilin fær tvær koyribreytir. – Tað verður gott við ein­ um breiðari tunli. Tað er ikki serliga trygt at koyra bert við einari koyribreyt, slær hann fast. Síggja fram til tíðarhóskandi tunnil – Valagn, sigur fíggjarmálaráðharrin Hóast formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg hevur lagt uppskotið fram, fær tað ikki góða móttøku frá starvsfelaga hansara, fíggjarmálaráðharranum Magna Laksáfoss. Í samrøðu við Kringvarpið skýrdi hann uppskotið sum einki minni enn valagn. Hann er fult greiður um, at henda farleiðin treingir til ábøtur, men at uppskotið kemur fram beint nú, er bert av eini einstakari orsøk: - Eg ivist onga løtu í, at tað er valfepur sum ger, at hetta uppskotið er lagt fram nú, sigur Magni, og leggur síðani aftrat: - Heldur enn at brúka, eiga vit at spara upp í góðum tíðum. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard hevur eisini borið uppá mál, at hetta tunnilsuppskotið fyri slakar 300 mió krónur ikki er við í fíggjarætlanini fyri komandi ár. Uppskotið um nýggjan tunnil úr Klaksvík til Depils fer at ganga umvegis Árnafjørð. Eingin linjuføring er nevnd í uppskotinum, men vónað verður at hann kann byrja í Gerðabøi í Klaksvík Mynd: Samferðsluætlanin fyri Føroyar 2008-2020 - Tað er ikki serliga trygt at koyra bert við einari koyribreyt, sigur Theodor A. Olsen úr Árnafirði Mynd: Snorri Brend Viðgerðin ikki liðug Á skránni fyri tingfundin í gjár var tingmál nr. 94 “Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Klaksvík/ Árnafjørð/Depil” á skránni. Av tí at blaðið hevði framskundaða deadline í gjár, var ikki gjørligt at greiða frá, hvat tingfólk søgdu til tað. ” At tunlarnir eru ótíðarhóskandi, er neyvan nakar ósamdur um (Theodor A. Olsen í Árnafirði)