hósdagur 29. november 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 29. november 2007
39
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Um vikuskiftið hevur
ein stórur hópur av
badmintonungdóm
um vitjað Bergen í
Noregi. Ferðalagið
taldi heili 54 leikarar
og 12 leiðarar
BADMINTON
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Í Bergen hava tey luttikið í
stóru
opnu
kappingini,
North Sea Cup, ið badmin
tonfelagið í Bergen árliga
skipar fyri. Í hesi kapping
luttaka ungdómar frá feløg
um úr Bergen, Stavanger og
øðrum býum á norska
vesturlandinum.
Badmintonítrótturin
í
Føroyum hevur veruliga
fingið vind í seglini seinastu
tíðina við fleiri heiðurs
merkjum á oyggjaleikunum
í Grønlandi herfyri sum
fyribils hæddarpunkt. Góða
gongdin heldur fram eisini
hjá yngru leikarunum. Í
kappingini í Bergen eydn
aðist okkara leikarum at
vinna heiðursmerkir í fleiri
av aldursbólkunum har vit
luttóku. Tey ið vunnu gull
heiðursmerki vóru hesi:
U13:
• Einmansleikur gentir:
Rannvá D. Carlsson
• Tvímansleikur gentir:
Rannvá D. Carlsson og
Helena Lamhauge
• Einmansleikur dreingir:
Arnold Kristiansen
• Tvímansleikur dreingir:
Arnold Kristiansen og Poul
Magnus Petersen
• Blandaður tvímansleikur:
Rói D Olsen og Sunniva F.
Berg
U15:
• Einmansleikur dreingir:
Ari Ó Ellingsgaard
• Tvímansleikur dreingir:
Ellindur Gaard Magnussen
og Sverri S. Nielsen
• Blandaður tvímansleikur:
Ari Ó Ellingsgaard og
Birita Poulsen
U17:
• Einmansleikur dreingir:
Fríði Lamhauge
• Blandaður tvímansleikur:
Brynhild D. Carlsson og
Fríði Lamhauge
U19:
• Einmansleikur gentir:
Brynhild D. Carlsson
Umframt øll gullheiðurs
merkini, vunnu okkara eis
ini silvur og bronsu í fleiri
aldursbólkum.
Samanumtikið hava vit
havt ein frálíkan túr hjá
grannum okkara fyri eystan,
sum væntandi koma henda
vegin at luttaka í Tórshavn
Open fyrst í marts mánað
komandi ár.
Allur hópurin áðrenn kappingin byrjaði leygardagin
Frá kappingini (Kristina og Jákup – Tobias dømir)
Frá kappingini (Brynhild og Fríði Lamhauge)
Tveir glaðir vinnarar (Rannvá og Gunnvá)
Føroysk innrás í Bergen