Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 232 - 29. november 2007 tíðindi Fríggjakvøldið 16. nov var føðingardags- og stakfløgu útgávukonsert hjá Heiðrikki á Heygum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við sær á skránni hevði hann Guðrið Hansdóttir, The Ghost og DJ Knýtil Ummæli Sunneva H. Eysturstein seysturstein@gmail.com Myndir: Eyðun Müller Tað var Guðrið, sum byrjaði kvøldið. Eg havi lurtað nakrar ferðir eftir fløguni hjá henni, men hon hevur ikki fangað meg 100%. Jú, løgini eru góð og væl skrivað; Guðrið syngur væl, og tónleikararnir spæla væl, men fløgan ristir ikki nakað innaní mær. Framleiðslan av henni hevur ikki nóg nógva kraft til at fara inn undir húðina hjá mær. Men sum eg ofta fyrr havi upplivað, so plagar live- framførslan at vera nakað heilt annað enn fløgan. Tá tað er live, verður tónleikurin borin fram í einum heilt øðrum líki; tað er ópolerað og rátt, og tað er beint frammanfyri tær og verður skapt í tí løtuni, tú situr har. Hetta “nú’ið” verður ofta mixað og polerað so nógv á fløgum, at tað missir megina, ið tónleikurin upprunaliga hevur, og gevur tískil ikki sama sparkið, sum tað átti. Men tíbetur slapp eg at uppliva tónleikin hjá Guðrið ráðan og ópoleraðan, sum fullkomiliga broytti mína fatan av honum. Rokkut og rátt Eg var 20 min ov sein til konsertina og gekk tí beint inn í væl koyrandi tónar frá lagnum “A song for you”, ið varð fylgdur av feita lagnum “Do You Believe?”. Tað minnir meg partvís um The Cardigans men serliga um Sarah Hepburn úr Glorybox; eitt fangandi, djúpt lag við melodiøsum bassi og pumputum trummum. “Tapping your feet” var (hóast onkrar villur og skurrut ljóð) lekkurt, rokkut og rátt, og gittarspælarin, Jón Klæmint Hofgaard, gjørdi tað framúr væl við feitum rokk- gittara og hoppandi solo. Tey meira friðarligu løgini, m. a “Love is Dead” og “Sleeping with ghosts”, vóru vøkur og innilig. Tað var feitt at síggja Guðrið (sum annars eisini er vøkur við gittara í hond) uttan gittara innímillum. Hon var við uppá tað; dansaði, prátaði og var útatvend. Harafturat hevði hon frálíkar tónleikarar afturat sær, sum spældu væl og góvu løgunum pláss at breiða seg út. Huglagið var sveimandi, til tíðir frekt, og saman gjørdu tey fimm (Guðrið, Jón Klæmint, Líggjas Olsen, Sakaris Joensen og Andreas Dalsgaard) eitt flott samanskrúvað arbeiði. Framførslan endaði við hittinum “Sweet Music”. Hetta er fangandi popp-rokkur við flottum arrangementi og góðum javnvági millum ljóðførini. Konsertin hjá Guðrið hetta kvøldið hevði nógv meira av kraft, enn fløgan hevur havt, og eg siti tí eftir við einum heilt øðrum og betri hugnámi av tónleiki hennara nú. Heiðrik við stakfløgu og føðingardegi Heiðrik á Heygum hevur júst givið stakfløguna “Jealous” út, sum er ein forsmakkur uppá komandi fløgu hansara, ið verður útgivin í desember. Konsertin hetta kvøldið varð hildin í samband við, at Heiðrik hevur givið stakfløguna út, men eisini tí, at hann hevði 23 ára føðingardag. Her er talan um ein evnaríkan, ungan mann, sum veit, hvat hann vil. Hann er stílfullur í øllum, ið hann ger, og hevur dirvi, sum er tað, ið serliga gevur mær virðing fyri hansara handverki. Hóast fløgan verður elektronisk, valdi hann at framføra løgini akoustiskt til konsertina. Við sær á palli hevði hann Jón Klæmint Hofgaard á gittara, Heiðrun Petersen á violin og Tóra Restorff á cello - strúkararnar hevði Heiðrik sjálvur skipað. Afturat øllum hesum hevði hann ein sjarmerandi smædnan verumáta, ið fekk hann at tykjast so lítillætnan, at tað var torført at gera annað enn bara at smílast, undrast og virðismeta. Asnin hjá Mariu Eftir at hava lagt út við abstraktu og hugtakandi løgunum “Jealous”, “Beautiful Bartender”, “Tár Torna” og egnu strúkaraútsetingini hjá Heiðrikki av “Á ferð til Dreymaland”, kom ein stuttlig vending í framførsluna, sum má endurtakast. - “Hetta er eitt lag um esilið hjá Mariu, also hjá mammu Jesus” segði Heiðrik, tá hann presenteraði lagið “Maria’s Donkey”. Víðari greiddi hann frá, at hann ikki sjálvur er religiøsur, men at hann hevur hoyrt søguna um, tá Maria og Jósef ferðaðust til Betlehem, har Jesus bleiv føddur. Men eingin hevur hugsað um handan asnan, sum skuldi bera tey allan vegin! - “Eg vil bara vísa mína respekt fyri tí”, segði hann. Hetta var ein sarkastiskur og lættur valsur, har røddin hjá Heiðrikki ferðaðist upp í høgar hæddir – og (hóast væntandi mikrofonvenjing) gjørdi tað væl. Góðar assosiatiónir Eg hoyrdi serliga íblástur frá Dave Gahan/Depeche Mode í tónleikinum hjá Heiðrikki. Síðsta lagið, “Am I not too good” hevði eitt heilt serligt Depeche Mode huglag – ikki kopiering, men atmosferan var har. Legði eisini merki til spaghetti-western/ Tarantino gittarspæl. Tað er altíð Rokkur, strúkarar, fres og Guðrið Hansdóttir syngur væl Fløguaktuelli Heiðrikur á Heygum