Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 41 tíðindi lekkurt at hoyra íblástur, at hoyra nøkur feit element úr øðrum tónleiki liva víðari í nýggjum tónleiki, í nýggjum hami. Tá konsertin hjá Heiðrikki endaði, hoyrdist mitt í tí heila røddin hjá Filip í The Ghost í hátalarunum. Tey flestu hildu nokk, at The Ghost skuldu byrja beinanvegin, men tað var nú ikki so. Her var nevniliga felagssangur a la “tillukku til Heiðrik” á skránni, og vóru allir tónleikarar kvøldsins troppaðir upp á pallinum. Hetta var spontant og stuttligt og legði upp til eina peppaða byrjan á konsertina hjá The Ghost. The Ghost í bølamyrkuri Tað var bølamyrkt inni, tá feitu elektro tónarnir hjá The Ghost byrjaðu at ljóma ígjøgnum hølið. Tað einasta, sum sást av pallinum, var lýsandi Apple búðmerkið á Mac telduni hjá Urbanus, har hann sat og stjórnaði tónleikinum. Brádliga kom ein skuggi dansandi inn á pallin; ein persónur í hettu, sólbrillum og turriklæði fyri munn og nøs. Hjá teimum, sum hava sæð The Ghost á palli fyrr, var tó eingin ivi um, at hetta var Filip. Stuttliga og peppaða robot- dansin hjá honum kennir ein aftur allastaðni. Longu frá fyrsta sangi var (næstan) allur tann fremsti salurin uppi á gólvinum og dansaði saman við Filip, sum var hoppaður av pallinum. Tað var stuttligt, ungt og frítt, og áhoyrararnir vóru í góðum lag. Fresandi, glitrandi elektro Tónleikurin kann ikki beinleiðis setast í samband við nakað annað, eg fyrr havi hoyrt. Eg hoyri elementir frá Kraftwerk og Daft Punk, men tað er eingin ávísur íblástur, sum mann kann seta fingurin á. Eyðkennið fyri tónleikin er serliga: skjótar rúttmur, grov basslinja, glitrandi electro (glam) við standard gittar- og bass spæli. Til tíðir er tað droymandi, til tíðir fresandi; á ein ella annan hátt britpop í electro. Løgini mangla sum heild betri skipan, men hinvegin hoyrist eisini fyri hvørja konsert, at struktururin broytist, sum er ein spennandi útvikling at fylgja við í. Tekstirnir, hóast illa viðfarnir málsliga, eru djúpir og sigandi. Linjur sum “Machines are taking over” og “Lord, it’s your hands upon me” gjørdu heildina ógvuliga sterka og úttryksfulla. Eg havi sæð The Ghost á palli fleiri ferðir fyrr. Teir eru altíð feitir og geva 100% av sínari orku til at undirhalda fólki, og tey elska tað! Eg kundi tó hugsað mær, at alt rokið og garteranin, sum fer fram undir framførslunum, bleiv eitt sindur meira skipað. Tí tá ein hevur sæð teir nakrar ferðir, kann rokið blíva trivielt og kiksað, um ikki teir stýra tí eitt sindur. Rok ella ei – tað var gott lív í og væleydnað hjá teimum. Endin á framførsluni varð, at fólk fóru glað uppaftur at dansa, ímeðan tey í felag sungu við Filip: “I must be ready to see the skies fall down”. Illa skipað kvøld Hóast góðan tónleik og áhugaverdar framførslur, so var kvøldið sjálvt ikki væl lagt til rættis. Ein stórur munur frá undanfarnum tiltøkum var, at har var eingin barr, men tað var í grundini eingin missur. Mær dámdi væl at vera til eina at kalla alkohol-fría konsert í Mentanarhúsinum, tí tað slapst undan fullu tannáringunum, sum annars plaga at vera í meiriluta harinni. Trupulleikin var, at tað var ov lítið gjørt fyri at fáa hølið pent. Tað manglaði eitt hugnaligt “feel”, sovorðin smáting sum dúkar á slitin og skitin borð og stearinljós fyri at skapa eitt lekkurt huglag. Eitt sindur av snøggan á pallinum, soleiðis at heildarinntrykkið blívur meira smagfult osfr. Stórsta minus var, tá The Ghost vóru lidnir, og DJ Knýtil skuldi byrja at venda plátum. Tá tendraðist alt ljósið inni í salinum, sum úrslitaði í, at fleiri fólk fóru avstað. Í hesi løgnu pausuni blivu stólarnir tiknir burtur av dansigólvinum, sum jú er skilagott, men so bleiv ein stórur stigi hálaður fram, tí at nú skuldu liturfiltur setast á diskoljósini uppiundir loftinum. At hetta ikki var blivið orðnað áðrenn, skilji eg ikki. Og at onkur frásøgupersónur ikki var og vegleiddi fólk um, hvat gekk fyri seg, nær hvør spældi, at stólar líka skulu flytast osfr, skilji eg heldur ikki, at mann ikki hevði hugsað um. Elektro og retro frá DJ Knýtil Knýtil borðreiddi við frekum elektro, so sum remiksi av Camille Jones, Justice og Radiohead, mash-up av Justin Timberlake og Daft Punk, popløgum frá Britney og Rihanna og retro-nostalgii frá Prince. Eitt lekkurt bland av dansitónleiki, sum eisini riggar, tá propillan er normal(!) Hann koyrdi stílin sum altíð og lat seg ikki órógva av stiga- og tekniskum manereri. Nógv fólk vóru farin, men elektro-tónarnir, sum rungaðu úr hátalarunum, fyltu væl upp, og tað endaði við, at fleiri og fleiri av teimum fáu, sum vóru eftir, traðkaðu út á dansigólvið at sjeyka. Men - Knýtil varð noyddur til at steðga mitt í framførsluni, tá gongd akkurát var komin í stuttleikan, tí at okkurt, sum ljóðfólkið skuldi pakka niður, mátti takast úr einum stikki. Alt í alt var konsertin góð, men hevði tað ikki verið fyri tónleikinum, sum var á skránni, hevði kvøldið verið eitt flopp. Framførslurnar høvdu hvør sína áhugaverdu síðu at bera fram, ið gjørdi, at eg tíbetur fór avstað aftur ríkari, enn eg var áðrenn, og kundi siga, at eg hevði havt eitt positivt upplivilsi. sjeykan Filip úr The Ghost DJ Knýtil, Knút Háberg Eysturstein