hósdagur 29. november 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 232 - 29. november 2007
tíðindi
Ung hjálpa ungum er
ein stuðuls-verkætlan,
sum Edith Johannesen
og Linda Petersen skipa
fyri saman við teimum
ungu, ið dagliga eru
í Margarinfabrikkini
í Havn. Fyrri liðurin
í verkætlanini er
ein uppboðssøla av
málningalist. Seinni
liðurin er ein stuðuls-
konsert, ið varð hildin
í Margarinfabrikkini
seinasta fríggjakvøld, 23.
nov. Alt yvirskot fer til »Tú
og eg« ráðgevingina, eisini
kallað eg.fo
Ummæli
Sunneva H. Eysturstein
seysturstein@gmail.com
Myndir: Eyðun Müller
– Vit vilja aktivera ung til at
hjálpa hvørjum øðrum, siga
fyriskipararnir Edtih og Linda
samdar, tá eg tosi við tær til
tiltakið fríggjakvøldið. Bólkarnir
Euthanasia (sum venur dagliga á
staðnum), Guðrið Hansdóttir,
The Ghost og Boys in a Band
hava júst framført inni í stóra
felagsrúminum, har pallurin er.
Nú ljóma tónar frá telduhølinum,
har DJ Knýtil leggur plátur á,
meðan eitt hugtakandi video frá
Mariannu Mørkøre koyrir í øllum
telduskíggjunum.
Betri tænasta til tey ungu
Linda greiðir mær frá, at
hugskotið til hetta stavar frá
líknandi verkætlanini, ið tey fyrr
hava skipað fyri, “Børn hjálpa
Børnum”. Tá er peningurin farin
til at hjálpa einum barnaheimi í
Sri Lanka og til barnadeildina á
Landssjúkrahúsinum. Nú snýr
tað seg um tey ungu, at seta tey í
gongd við at hjálpa hvørjum
øðrum, soleiðis at teimum kann
verða boðin betri ráðgeving,
stuðul og undirhald í samfelag
num, tey liva í.
– Vit gera hetta tiltakið saman
við teimum ungu, sum koma her
í Margarinfabrikkina. Við at
arbeiða saman við teimum, fáa
vit tey í gongd við at hjálpa
hvørjum øðrum. Tey eru ordiliga
við uppá tað, eru røsk at gera
klárt, stilla upp, selja í kioskini,
rudda upp osfr. Tey siga sjálvi, at
við at gera hetta, hjálpa tey í
grundini eisini sær sjálvum, og
tað er tað eisini nakað um. Tey
gera sær sjálvum eina tænastu
við at arbeiða sjálvboðin, tí allur
peningurin fer beinleiðis til at
betra um tænastur til tey sjálvi,
sigur Edith.
Positivt aftursvar
– Vit hava fingið ógvuliga posi
tivt aftursvar frá fólki, ið vit hava
tosað við um verkætlanina. So
skjótt vit nevna, at peningurin fer
til at hjálpa ungum, eru tey við.
T.d hava við lænt trummusett frá
Rulio, Elding hevur veitt okkum
backline (t.e forstyrkjarar osfr),
øll stravsfólkini arbeiða sjálv
boðin, og bólkarnir spæla ókeyp
is. Føroya Ungdómsráð (FUR)
hevur stuðlað okkum peningaliga
til at framleiða blusirnar, ið vit
selja, og grafikkin á blusunum
hevur 17 ára gamla Solveig Han
sen gjørt. Eisini hava vit fingið
hópin av málningalist frá ymsum
sera dugnaligum listafólki. Vit
høvdu eina uppboðssølu, har vit
seldu málningarnar til hægst
bjóðandi, men undirtøkan var
yvirraskandi vánalig. Vit ætla tó
at hava eina aðra uppboðssølu
um stutta tíð, og vit vóna, at tað
tá fer at eydnast at selja allar
málningarnar, greiðir Linda frá.
Tað einasta, ið teimum væntar,
er at almenningurin gerst varugur
við verkætlanina. Tað eru nevni
liga tey fólkini, sum ikki eru
involverað í verkætlanini, ið
mugu stuðla við at keypa máln
ingarnar og blusirnar. Hetta fyri
at “Ung hjálpa ungum” fær savn
að tann peningin inn, sum tey
hava ætlað. Peningurin fer
óskerdur til “Tú og eg” ráðgev
ingina, sum hevur rætta tilfeingið
og fólk við heimild og førleika at
umsita hann til at veita betri
tænastu til tey ungu í
samfelagnum.
Blusirnar kann ein altíð ogna
sær í Margarinfabrikkin, og upp
boðssøluni fara tey at lýsa við, tá
ásett er, nær hon skal vera aftur.
Margarinfabrikkin
eitt ævintýr
Síðani summarferiuna hava
starvsfólkini í Margarinfabrikkini
arbeitt við at gera húsið pent og
hugnaligt hjá fólki at vera í. Og
tað sæst! Hølini hava fingið
feitan stíl, litir og innbúgv.
Scrubart dreingirnir hava sett
sítt merki í fleiri av rúmunum við
eyðkenda streetart stílinum hjá
sær. Listafelagið Pixel hevur
broytt vesini frá einans at vera
betongrúm til at vera eitt fitt,
spennandi ævintýraland, har ein
gleðist bara við at traðka inn.
Hugni er í øllum rúmunum;
veggirnir prýddir við tapeti og
litfagrari máling, skíggjar av
nýggjasta slag eru til teldur og
sjónvarp osfr. Hetta er eitt deiligt
stað til børn og ung at halda til í,
at hava smærri konsertir og tiltøk
annars í og ikki minst at lata
bólkar venja í.
Mennandi umstøður,
skapandi ungdómur
Tað er gott at síggja, at undirtøka
er fyri hesum, og at Býráðið
hjálpir húsinum so væl. Um tað
ikki er eitt slíkt stað, so er ikki
nógv annað til ungdómin at fara
til. (her hugsi eg serliga um tey,
ið eru undir 18 ár) Men m.a
ígjøgnum samstarvið millum
Margarinfabrikkina og “Tú og eg
ráðgevingina”, haldi eg, at tað
sæst eitt rættiliga bjart ljós fyri
framman; at tað er møguleiki fyri
at skapa eitt gott, avbjóðandi og
eggjandi umhvørvi fyri børn og
ung. Eg haldi tí eisini, at tað er
týdningarmikið, at fólk stuðla
hesari verkætlanini, tí eg trúgvi,
at vit sum samfelag fáa nógv
meira virkin og skapandi
menniskju burturúr, um vit eru
við til at geva teimum góðar,
uppbyggjandi umstøður at
mennast í.
Eg vóni, at verkætlanin “Ung
hjálpa ungum” nær teimum
málum, ið fólkini aftanfyri hava
sett sær. Í øllum førum var tiltak
ið seinasta fríggjakvøld ógvuliga
væleydnað, fólk hugnaðu sær,
slappaðu av, hoyrdu tónleik,
dansaðu og prátaðu – og tað í
øllum aldursbólkum. Kundi
hugsað mær, at hatta var oftari í
Margarinfabrikkini. At tað vóru
fleiri konsertir av hasum slagnum
og tiltøk yvirhøvur. Eg veit, at eg
hevði møtt upp hvørja ferð, eg
hevði kunnað.
At hjálpa sær sjálvum og hvørjum øðrum
Boys in a Band á Margarinfabrikkini
Margarinfabrikkin var karmur um
tiltakið »Ung hjálpa ungum«