fríggjadagur 30. november 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 233 - 30. november 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Hovsaloysnir
uppundir val
Løgtingið hevur við 24 atkvøðum samtykt, at
undirsjóvartunnil skal gerast til Sandoynna. Lat
okkum sláa fast, at neyvan nakar her á landi
hevur nakað ímóti, at sandoyingar fáa fast
samband við meginøkið. Men vit loyva okkum at
ivast stórliga í, um hetta er rætta løtan at fara
undir eina so stóra íløgu.
Løgtingið átti at bíðað við hesi avgerð og tikið
hana við í viðgerðina av infrakervinum sum heild
í komandi valskeiði. Tað er skeivt í berum panikki
at koyra hetta málið ígjøgnum beint upp undir
val. Hetta er einki minni enn tað reina valagn.
Hvar eru okkara politikarar, tá tað snýr seg
um at játta smáupphæddir til eldraverkið, til
heilsuverkið og til skúlan. Ìtøkilig dømi eru um
hetta seinastu dagarnar, har eitt nú ábøtur á
sambýlum kring landið verða kveistraðar til viks,
har tey gomlu á eitt nú vælvirkandi eldrastovni
sum Tjarnargarði missa sín fysioterapeut, sum
heldur lív í kropslimunum osfr. Hetta er einki
minni enn ein niðurgerð av virðum og menni-
skjum. Vit hava eisini brúk fyri at gera íløgur
í ungdóm og útbúgving heldur enn at játta
milliardaupphædd til enn ein tunnil. Tí tað er
higani, at samfelagið skal fáa eitt meira fjøltáttað
og mennandi framtíðar vinnulív, sum aftur skal
vera grundarlagið undir menning og trivnaði.
Tað er gingin prestisja og valagn í tunnilsmál. Vit
eiga at steðga á, ja koyra tummilin niðureftir fyri
tunnlunum og raðfesta íløgur øðrvísi, í hvussu
er í løtuni. Hví skal alt skundast ígjøgnum beint
upp undir eitt val. Er hetta ikki forkastiligt, tá
hugsað verður um, hvussu somu politikarar
niðurprioritera eitt nú tey eldu og sjúku og
ikki minst okkara ungdóm, sum tørvar betri
útbúgvingarkarmar.
Øll unna vit sandoyingum betri samband, men
vit mugu eisini steðga á og spyrja, hví slíkan
skund og hví skal hetta vera uppá bekostning
av teimum eldru, sjúku og komandi ættarliðum
av vælútbúnum føroyingum, sum skulu føra
samfelagið víðari.
Tað er rætt sum andstøðan førir fram, at tað
er fullkomiliga burturvið at skrambla stórmál
ígjøgnum beint uppundir val. Lat okkum í
felag og við atliti til yvirupphitaða virksemið
fremja eina robusta semju um allar íløgurnar í
undirstøðukervið komandi 10 árini. Taka hetta
við í eina landsplanlegging. Sama við heilsuverki,
skúla og øðrum. Er tað nakað, sum vit ikki
hava brúk fyri í løtuni, so eru tað hovsaloysnir
uppundir val. Lyklaorðini, lykilin, sum skal lata
dyrnar upp til framtíðina, eru landsplanlegging
og raðfesting.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Lógaruppskotið um skrá
setingargjald av bilum,
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur lagt
fyri Tingið, er bæði í tráð
við Visión 2015 og málið
hjá ES um at harmonisera
bilavgjøldini í øllum ES
londunum.
Hetta er týðandi at stað
festa, eftir eina oddagrein í
Sosialinum 27. november
2007.
Yvirskriftin á oddagrein
ini í Sosialinum var:
“Fíggjarmálaráðið gongur
ímóti Visión 2015”. Hesa
yvirskriftina grundar
oddagreinsskrivarin á, at í
nýggja lógaruppskotium
um skrásetingargjald fer
tað ikki at bera til at flyta
inn bilar sum flytigóðs.
Oddagreinsskrivarin
hevur helst ikki sett seg
nóg væl inn í Visión 2015
og nýggja lógaruppskotið
um skrásetingargjald, tí tað
er fult í tráð við Visión
2015ætlanina, at tað ikki
longur fer at bera til at
flyta bilar inn í landið sum
flytigóðs.
Hetta fer nevnuliga at
tippa eitt hol í galdandi
lóg, ið summi kunnu gera
sær dælt av. Í flestu lond
unum uttan um okkum og í
ES er tað soleiðis, at ein
persónur fær avgjøld
afturgoldin, um persónurin
flytir av landinum við bili
sínum. Persónurin skal
síðan gjalda skráseting
argjald í tí landinum hann
flytir til og skrásetur bilin.
Soleiðis verða áseting
arnar eisini í nýggja før
oyska lógaruppskotinum
um skrásetingargjald. Tey,
sum flyta av landinum fáa
skrásetingargjald afturgold
ið, meðan allir bilar, ið
verða fluttir inn í landið,
verða viðgjørdir eins. Tað
merkir, at teir skulu rinda
skrásetingargjald, tá bilar
nir verða skráettir í
Føroyum.
Í dag gera summi sær
dælt av, at tað ber til at
flyta bilar inn í landið sum
flytigóðs. Hesir persónar
flyta dýrar bilar inn í
landið avgjaldsfrítt sum
flytigóðs og kunnu vinna
fleiri hundrað túsund
krónur við at selja bilarnar
aftur í Føroyum til før
oyskan marknaðarprís.
Hetta er avgjørt ikki í
tráð við Visón 2015, har
eitt av málinum er, at
skatta og avgjaldslógin
verður líka fyri øll og ikki
gevur serrættindi til ávísar
persónar ella
samfelagsbólkar.
Nýggja lógaruppskotið
um skrásetingargjald er tí
bæði í tráð við Visión 2015
og og málið hjá ES um at
harmonisera bilavgjøldini í
øllum ESlondunum.
Argir 28. november 2007
Fíggjarmálaráðið
Nýtt lógaruppskot í tráð við Visión 2015
Ikki bara fyri Gerhard
Lognberg og Páll á Reyna
túgvu var hósdagurin 29.
november ein góður dagur,
men hetta er einki minni
enn eitt týdningarmikið
stig fyri Føroyar, nú Sand
oyartunnilin varð
samtyktur.
Tá talan er um menning,
alheimsgerð og búsetingar
møguleikar, er samferðsla
og samskifti grundleggj
andi tátturin, og einki er
meiri sjálvsagt enn fyri eitt
oyggjaland sum Føroyar, at
fáa bundið oyggjarnar sam
an við tunnlum og brúm.
Tað kundi tí undra, men
tað átti tað kanska ikki at
gjørt, tá okkara almenni
public service – fjølmiðla
stovnurin Kringvarp Før
oya, í tíðindaløtuni 29.
november á middegi setti
Gerhardi Lognberg spurn
ingin: “ Hvat sigur tú til, at
allir føroyingar skulu
gjalda fyri hetta?”
Hetta var tá ein genialur
spurningur, sum um hetta
var ein gáva frá øllum
føroyingum til Páll og
Gerhard og kanska onkran
hissini sandoying.
Hetta kann ræða, tí ein
spurningur er, um hetta
tíðindafólkið setur spurn
ingin, sum høvuðsstaðar
pressan hugsar?
Nei, tillukku Gerhard og
Páll, tit báðir hava í ein
serstakan mun saman við
okkum tingfólkum, tikið
eitt risastig inn í framtíðina
fyri alt tað føroyska sam
felagið, og hetta hevur ikki
verið gjørt uttan svørðslag.
Um tað so skal vera tað
seinasta eg geri í lands
politikki, so fegnist eg, og
eingin ivi er um, at megin
parturin av Føroyafólki
ídag fegnast!
Tillukku Gerhard og Páll
- Eitt týdningarmikið stig fyri Føroyar
løgtingsmaður
JógvAN vIð
KELdU
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.