fríggjadagur 30. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti 11
ølunum
... um at flyta heim at arbeiða
Fyri fyrstu havi eg fingið eina spennandi avbjóðing í Svøríki, og tað hevur
mín fyrsta prioritet nú, men eg skal ikki útiloka nakað. Eg eri jú føroyingur
og havi familju her, so tað kann verða, at eg flyti heim at arbeiða seinni,
men tað fer tíðin at vísa.
... um flogbólt
Eg var við á flogbóltslandsliðnum á Oyggjaleikunum í
Hetlandi, men síðani eg fór til USA, havi eg ikki gjørt
tað stóra við flogbóltin. Eg venji tó eitt sindur við
mínum fyrrverandi felagi, SK Århus, og nú tær hava
havt nakrar skaðar, havi eg hjálpt teimum eitt sindur.
Men meira fái eg tíverri ikki tíð til.
á universitetinum í Stockholm,
sum verður roknað sum tað besta
universiteti innan búskaparfrøði
í Europa, og tá eg fekk tann
møguleikan, kundi eg ikki siga
nei. Tað er eisini universitetið
í Stokholm, sum stendur fyri
at lata Nobel-virðislønini í
búskaparfrøði, so tað er eisini
spennandi.
- Eg komi tó eisini at hava eitt
sindur av tilknýti til universitetið
í Århus. Tey fara møguleika at
keypa meg leysan frá mínum
starvi í Stockholm í styttri
tíðarskeið, so eg kann arbeiða
eitt sindur í Århus eisini. Tað er
vanligt, at adjunktar arbeiða eina
tíð í onkrum øðrum landi, enn har
teir hava sítt starv.
Starvið sum adjuktunt ur er
lutvíst undirvísing og lutvíst
gransking, og Juanna manglar
ikki hugskot til sína gransking.
- Eg havi fleiri hugskot um, hvat
eg kann fara at granska í. Okkurt
av tí, sum eg havi arbeitt við í
míni PhD-ritgerð, fari eg at gera
meira við.
- Hevði eg møguleikan at at
granska okkurt í Føroyum, so
kundi tað verið áhugavert, men
eg eri nógv bundin av hagtølum,
og tey eru ikki so góð í Føroyum.
Danmark, Noreg og Svøríki
eru millum tey bestu londin í
heiminum til hagtøl um fólk. Eg
kann brúka persónsnummarið hjá
fólki og familjum og á tann hátt
fylgja teimum í mínari gransking.
- Hagtøl er ikki tað, sum
mann hevur mest av í Føroyum,
og tað er ein stórur vansi fyri
granskingina. Hevur tú ikki hag-
tøl, so verður alt bara teoretiskt,
og tú kanst ikki royna tína teori
og finna út av, um hon hevur hald
í veruleikanum, sigur Juanna.
- Hevði eg møguleikan at at granska
okkurt í Føroyum, so kundi tað verið
áhugavert, men eg eri nógv bundin
av hagtølum, og tey eru ikki so góð
í Føroyum, sigur Juanna Schrøter
Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang