fríggjadagur 30. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 30. november 2007
11
tíðindi
- Her eru trælutir
av ymiskum slagi,
seymaðir lutir sum
húgvur, taskur, turri-
kløð, lappar og annað
- og her er eisini
ymiskt við tilknýti til
jólini, sigur leiðarin,
Poulina Johannesen
Jólasøla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú vit koma inn í jólamán
aðin, er árliga jólasølan hjá
Verkhúsinum Stíggi byrjað.
Sølan læt upp í gjár og held
ur fram í dag. Hetta er eitt
tiltak, sum plagar at fáa
dygga undirtøku millum
fólk, tí her eru nógvir møgu
leikar til jólagávukeyp av
ymiskum slagi.
Jólasølan var opin í gjár
millum klokkan 14 og 18,
og í dag verður opið millum
klokkan 14 og 19.
Poulina Johannesen, sum
er dagligur leiðari, sigur, at
flestu lutirnir, sum verða
seldir, eru virkaðir av brúk
arunum, sum hava sína dag
ligu gongd í Verkhúsinum
Stíggi.
Her eru trælutir av
ymiskum slagi, seymaðir
lutir sum húgvur, taskur,
turrikløð, lappar og annað
og her er eisini ymiskt við
tilknýti til jólini, eitt nú niss
ur, einglar og jólakalendar
ar.
Hon sigur, at felags fyri
jólasøluna er, at Verkhúsið
Stíggjur ynskir at selja teir
lutir, sum brúkarar virka.
Men her eru eisin ymisk
ir keyptir lutir, sum okkara
fólk eitt nú hava málað og
pyntað. Á ymiskan hátt
hava brúkararnir verið við í
øllum, sum vit selja, sigur
hon.
Á Verkhúsinum Stíggi
kunnu fólk eisini keypa
møblar
til
barnakømur,
seingjarklæði og annað.
Vælumtókt søla
Poulina Johannesen, sum
hevur verið dagligur leiðari
síðan byrjanina í 1993, sig
ur seg vænta at síggja nógv
fólk, nú árliga jólasølan er.
Undanfarin ár hevur
sølan fingið stóra undirtøku,
og nógv fólk hava vitjað
inni á gólvinum hesar báðar
dagarnar.
Umframt jólasøluna, sum
byrjaði í gjár og heldur
fram í dag, er handilin opin
vanligar dagar frá klokkan
916 og fríggjadag frá klokk
an 914.
Vit fara at hava opið
líka fram til jólar og lutir,
sum møguliga ikki verða
seldir á sjálvari jólasøluni,
kunnu seinni keypast í
handlinum, sigur Poulina
Johannesen.
Á Verkhúsinum Stíggi á
Høgabóli hava 22 brúkarar
sína dagligu gongd, og har
eru seks fulltíðar starvs
fólk.
Jólasølan hjá Verkhúsinum Stíggi byrjaði í gjár og heldur fram í dag, tá opið er frá klokkan 14-19
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jólasøla á Verkhúsinum Stíggi
Felagssangur í Havnar Kirkju
Mikukvøldið kl. 20 verður kirkjuárið sungið inn við felgassangi í Havnar
Kirkju. Tey bæði kórini, Kristiliga Sangkórið og Kórið Sólarmagn á
Velbastað syngja fyri, meðan trompet, violon og urga spæla undir.
Sálmarnir, sum sungnir verða, vera í mestan mun advents og jólasálmar,
umframt einstakir sálmar frá hinum høgtíðunum. Tiltakið varir knappan
tíma.
Bøtur fyri 82.675 kr.
Í døgunum frá 29. oktober til 11. november gjørdi
løgreglan kring landið grein 13kanningar. Hetta
við serligum atliti til, hvussu ljósini á bilunum
vóru. Í alt vórðu 1.863 akfør kannað, og til samans
vórðu 292 bøtur skrivaðar. Í 97 førum vóru ljósini
ikki í lagi. 107 bilførarar nýttu ikki trygdarbeltið.
74 bilførarar høvdu einki koyrikort uppi á sær, og í
14 førum varð bót skrivað, tí dekkini ikki vóru í
lagi. Samlaða upphæddin fyri bøturnar var 82.675
kr.
Í dag letur upp for-
vitnislig listafram-
sýning í Smiðjuni í
Lítluvík, har Anna
Kathrina Højgaard
fer at sýna fram sína
fjølbroyttu list
Framsýning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er útbúgvin fotografur,
men dugir meira enn at taka
myndir. Í listarligum høpi
er hon ikki ókend í Føroy
um. Hon hevur havt fleiri
framsýningar,
bæði
her
heima og uttanlands. Nú
verður so aftur høvi at
síggja hennara fjølbroyttu
listarligu evni á framsýning,
sum letur upp í Smiðjuni í
Lítluvík seinnapartin í dag.
Anna Kathrina Højgaard
hevur tikið ymisk skeið inn
an grafikk í Danmark, og
hon hevur eisini fingist við
at mála, síðan hon var eini
12 ára gomul.
Eg havi umleið 15 máln
ingar og myndir við á fram
sýningini hesaferð, og hetta
eru bæði oljumálningar, gra
fikkur og ymiskt foto, sum
eg havi lagt litir á við
spreiði ella pensli. Hetta
eru tí ikki bert vanligar foto
myndir, men myndir, sum
eg havi gjørt ymiskt við,
sigur hon.
Anna
Kathrina
hevur
fleiri ferðir áður havt fram
sýningar í Smiðjuni í Lítlu
vík.
Eg haldi, at eg fyrstu
ferð var í Smiðjuni við foto
myndum í 1984, sigur hon.
Fotografurin og listar
kvinnan hevur eisini verið
við á fleiri várframsýning
um, og hon hevur eisini
havt framsýningar í Dan
mark.
Fjølbroytt kvinna
Eg byrjaði at mála sum 12
ára gomul, og seinni fór eg at
læra til fotograf, tók skeiðir í
grafikki og fór undir ymiskar
samansetingar av list. Eg geri
sjáldan bara tað eina, tí mær
dámar at ”spjaða” meg yvir
ymiskt á listarliga økinum.
Kanska heldur onkur, at hetta
kann tykjast ov ”forvirrisligt”,
men mær dámar at gera tað
so. Onnur mugu so bara meta
um tað, sum eg geri, sigur
Anna Kathrina Højgaard.
Framsýningin í Smiðjuni
í Lítluvík letur upp í dag kl.
16 og verður opin til kl. 19.
Í morgin og sunnudagin
verður opið millum kl. 15
og 19 og mánadagin, týs
dagin og mikudagin millum
kl. 16 og 19.
Anna Kathrina í Smiðjuni í Lítluvík
- Eg geri sjáldan bara tað eina, tí mær dámar
at ”spjaða” meg yvir ymiskt á listarliga økinum,
sigur Anna Kathrina Højgaard
Mynd: Vilmund Jacobsen