Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 10 Um fólk síggja fyri sær ein smá­keðiligan mann í stívasta pussi, tá­ ið tey hugsa um ein bú­skaparfrøðing, so líkitst Juanna Schrøter Joensen alt annað enn einum bú­skaparfrøðingi. Ungan kvinnan av Tvøroyri, sum er kend millum føroyingar sum góður flogbóltsspælari, hevur jú­st tikið PhD-ú­tbú­gving í bú­skaparfrøði, og í januar má­naði fer hon til Stockholm at starvast á­ tí mesta virda universitetinum í Europa innan bú­skaparfrøði. Men hvussu ber tað til, at Juanna fór í holt við ú­tbú­gving sum bú­skaparfrøðingur. - Tað er ein stór avgerð taka valið um ú­tbú­gving, tí tað er ein avgerð fyri lívið, so eg hugsaði meg væl um, á­ðrenn eg fór at lesa. Eg havi altíð havt á­huga fyri støddfrøði og fyri samfelagsfrøði, og mær dá­mar væl at blanda meg upp í kjak um samfelagslig viðurskifti, greiðir hon frá­. - So eg fór at lesa støddfrøði, og eg havi bæði bachelor og cand. í støddfrøði og bú­skapa- frøði. Eftir hetta fekk eg eitt starv á­ Århus Univestitet sum hjá­lpari hjá­ nøkrum granskarum í arbeiðsmarknaðarbú­skapi. Tað vakti á­hugan hjá­ mær fyri gransking og bú­skapinum á­ arbeiðsmarknaðinum. Fólk hugsa ofta um pengar og íløgur, tá­ tey hoyra um bú­skaparfrøði, men tað eru eisini nógv onnur spennandi evni, sum mann kann fá­ast við, sigur Juanna. - Eg upplivdi eisini, at gransking er ikki bara fólk í hvítum kiltum, sum standa í laboratiroum og gera royndir við djórum. Vit brú­ka nógv data um fólk, og tað er sera spennandi at granska í hesum. Skil í galskapinum Royndirnar frá­ hjá­lparstarvinum hjá­ granskarunum í Århus hevði við sær, at Juanna tók næsta stigið. Tað var fyri fýra á­rum síðani, tá­ ið hon fór í holt við at taka PhD í bú­skparfrøði. Nú­ hevði hon tikið bú­skaparfrøðina fram um støddfrøðina. Vóru tað fólk, sum ivaðist í, um tað var á­ rættari kós við tínari ú­tbú­gving? - Nei, tað upplivdi eg ikki. Sjá­lvt um fólk ikki hava rættiliga skilt, hvat eg havi verið í holt við, og eg kanska sjá­lv heldur ikki allatíðina havi skilt tað, so hava fólk litið á­, at tað hevur verið skil í galskapinum, sigur Juanna. Fólk síggja kanska ofta ein mann í slipsi fyri sær, tá­ ið tey hugsa um ein bú­skaparfrøðing, men hvussu er tann veruliga støðan? - Ein partur av bú­skaparfrøð- ingunum starvast í bankaverð- ini, og har eru tað ofta menn í slipsi, men innan gransking- arumhvørvinum er eitt sindur øðrvísi. Her á­ okkara leið eru tað framvegis fleiri menn enn kvinnur, sum granska og undirvísa í bú­skaparfrøði, men kemur tú­ ú­t í heim, so eru tað næstan líka nógvar kvinnur sum menn, sum eru bú­skaparfrøðingar. - Eg brú­ki ikki so í øllum førum ikki nógva tíð í klædningi og slipsi, mær dá­mar betur kovboy- buskur og meira avslappandi klæði, sigur Juanna og flennir. Eingir fordómar Juanna Schrøter Joensen heldur, at fordómarnir, sum hava verið ímóti kvinnum sum bú­skaparfrøðingum eru burtur. - Eg møti ikki fordómum, men eg hoyri frá­ teimum kvinnunum, sum eru eitt ættarlið eldri enn eg, at tær hava upplivað eitt sindur av hesum. Til dømis hevur Nina Smith, sum er kend frá­ vælferðarkommisiónini í Danmark verið ú­ti fyri, at fólk ofta hava hildið hana verið skrivara hjá­ onkrum politikara, tá­ ið hon hevur verið ú­ti og rá­ðgivið teimum um bú­skap. Sjá­lv havi eg ikki merkt nakað líknandi, tí nú­ er tað meira vanligt, at kvinnur fá­ast við bú­- skaparfrøði, sigur Juanna. - Eg undirvísi eisini einum flokki á­ universitetinum í Århus í bú­skaparfrøði, og har er meira enn helvtin í flokkinum gentur. Hinvegin vísir tað seg, at kvinnurnar falla frá­, tá­ ið tær komu longur upp í skipanini. Tað er hørð kapping um at blíva adjunktar og professorar, og tað virkar, sum at kvinnum dá­mar ikki so væl slíka kapping, og so bakka tær ú­t. Og kanska er tað okkurt við lyndinum hjá­ kvinnum, sum gera at tær so taka okkurt annað fram um. - Men annars er granskingarum- hvørvi sera fleksibult, tí tú­ ræður nógv yvir tí egnu tíð, og tú­ kanst gera títt arbeiði, tá­ ið tað passar best, bara tú­ gert tað, so tað ber væl til at hava familju og børn og samstundis hava eina karrieru sum granskari, sigur Juanna. Eingi hagtøl at granska í Føroyum Juanna hevur seinastu tíðina starvast sum adjunktur á­ uni- versitetinum í Århus, og hon hevur tí megnað nakað, sum nógvar kvinnur ikki klá­ra. - Tað er hørð kapping um hesi størvini, og tað er ofta har, at kvinnurnar falla frá­. Ofta skalt tú­ eisini flyta fyri at fá­a arbeiði, og tað fari eg at gera í januar. Eg havi fingið eitt starv Juanna fall fyri tø - Fólk hava kanska ikki rættiliga skilt, hvat eg havi verið í holt við, men tey hava litið á, at tað hevur verið skil í galskapinum, sigur 28 ára gamla Juanna Schrøter Joensen av Tvøroyri, sum er blivin doktari í búskaparfrøði. Hann skal nú í starv á tí mesta virda universitetinum í Europa innan búskaparfrøði Juanna um PhD-ritgerðina Heitið á­ PhD-ritgerðini er “Determinants and Consequenses of Human Capital Investments”. Ritgerðin snýr seg mest um ú­tbú­gvingarval, og um hvussu ú­tbú­gvingin til dømis á­virkar tað løn, sm tú­ fært, og tær íløgur, sum tu gert. ... um lestrarstørv Ein partur av mínari PhD-ritgerð snýr seg um lestrar- størv. Ofta hevur tað verið hildið, at lestrarstørv órógva lesnaðin hjá­ fólki, men mín gransking vísir, at um tú­ arbeiðir millum 10 og 15 tímar um vikuna við síðuna av lesnaðinum, so er tað ein fyrimunur fyri lesnaðin. Hinvegin, um arbeiðið fer upp um 20 tímar, so er tað ein vansi fyri lesnaðin. Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Navn: Juanna Schrøter Joensen Aldur: 28 á­r Føðistaður: Tvøroyri Bústaður: Århus (flytir til Stockholm í januar) Útbúgving: Cand. Scient. Oecon, PhD í bú­skaparfrøði Fakta