Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 233 - 30. november 2007 Televarpið til 95% Sendinetið hjá Televarpinum er útbygt til eisini at fevna um meginpartin Sandoynni og Suðuroynni, og sostatt røkkur Televarpið nú 95 prosentum av Føroya fólki. Frammanundan høvdu 84 prosent av føroyingum møguleikan at hyggja at Televarpinum, men 10 nýggju sendarar eru settir upp í ár, og teir hava víðkað sendinetið til at røkka 95 prosentum. Teir 10 sendararnir senda til Stykkið, Leynar, Lamba, Velbastaðar, Kirkjubøar umframt meginpartin av Sandoynni og Suðuroynni. Í Suðuroynni verða Sumba, Sandvík, Fámjin og Lopra uttanfyri í fyrstu atløgu, og í Sandoynni verða tað helvtin av Húsavík, Dalur og Søltuvík, sum ikki fáa signalið frá Televarpinum í fyrsta umfari. Tilsamans 32 sendarar eru kring landið, og Televarpið fer í næstum at kanna, hvussu sendinetið á skilabesta hátt verður útbygt víðari fyri at røkka teimum írestandi fimm prosentunum av Føroya fólki. Jólatræið í Havn Jólatræið í Havn verður tendrað leygardagin 1. desember kl. 16 á Vagli­ num. Havnar Hornorkest­ ur spælir. Hanus Simon­ sen, prestur, og Heðin Mortensen, býráðsfor­ maður, tala. Tórshavnar Sløkkilið og jólamenn og vættrar eru á Vaglinum og hjálpast at tendrað træið. Kl. 16.30, ella aft­ aná at jólatræið er tendr­ að, syngur barnakórið Dropar á Glade Hjørn. Av tí at so nógv børn og fólk verða í býnum, verða Vaglið, Áarvegurin og Mylnugøta stongd millum kl. 15.30 og 17.30. Jólabýurin í Ting­ húsgarðinum letur eisini upp leygardagin við nógvum ymiskum tiltøk­ um, og tí verður niðara helvt av gongugøtuni stongd frá fyrrapartinum av. Jólatræið í Hoyvík Jólatræið í Hoyvík verð­ ur tendrað sunnudagin 2. desember kl. 17 við Hoyvíkar skúla. Kristine Hestbech, prestur og Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, tala, og skúlabørn úr Hoyvíkar skúla syngja. Aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum. Jólatrøini á Argjum, Hvítanesi og Velbastað, í Kirkjubø, Kaldbak, Norðradali, Kollafirði, Nólsoy og Hesti verða tendrað næsta vikuskift­ ið. Frákoyrdi landsstýris­ maðurin í innlendis­ málum hevur verið landskassanum ein dýrur drongur. Fyri nøkrum árum síðani tók hann eitt fiskloyvi innaftur, ið kostaði 2,4 mió. krónur, og uppíleggingin í skiparamálið á Smyrli kostar aðrar 2,4 mió. krónur Embætisførsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Milliónirnar rulla í Løgting­ inum í løtuni, nú jól nærk­ ast, og val er í hondum. Um enn gávumildni hevur tikið yvirhond verða hesar íløgur – hóast alt – nýttar til sam­ felagsligar íløgur og rakst­ ur. Sett upp ímóti hesum ovurhonds stóru upphædd­ um kunnu smáar fimm mió. krónur hjá einum frákoyrd­ um landsstýrismanni tykjast sum smápengar. Tó er ein ávísur munur. Sum lands­ stýrismaður hevur Jacob Vestergaard megnað at lensað landskassan fyri minst 4,8 mió. krónur, tí hann hevur lagt seg út í tvey mál, ið tilsamans hava kost­ að minst hesa upphæddina. Tað seinasta liggur enn frískt í minninum. Fyri júst tveimum vikum fekk stjórin á Strandferðsluni, Regin Vágadal, tænastuboð um ikki at seta ein skipara í starv sum skuldi avloysa verandi skiparar, ið ynskja at halda fram eftir pensjóns­ aldurin, sum teir báðir raka í hesum árinum. Hetta fekk stjóran á Strandferðsluni at stinga í sekkin. Fyri hetta fekk hann 63.000 krónur um mánaðin í níggju mánaðar, ella til­ samans 567.000 krónur. Ein dupult landsstýris­ mannaløn í hálvt ár, kostar smáar 267.000 krónur, nú bæði avloysarin í landsstýr­ issessinum, Heðin Zacha­ riassen, og Jacob Vester­ gaard skulu hava løn í hálvt ár. At Heðin møguliga ikki kemur at siga longri enn til valið í januar, spælir ongan leiklut, tí um ikki hann held­ ur fram, ja, so fer lønin til ein nýggjan í sessinum. Nummarið hjá Jacobi Vestergaard elvdi til, at nú skulu gjaldast tríggjar mán­ aðarlønir til skiparar móti tveimum frammanundan. Tveir nýggir skiparar eru settir, meðan teir verandi býta eina vakt sínámillum. Verða skipararnir sitandi í starvinum til teir eru 70 ár, so kostar tað tríggjar eyka árslønir. Ein upphædd, ið til­ samans kemur upp í 1.548.000 krónur. Eitt inndrigið fiskiloyvi hjá Jógvani S undir tíðini hjá Jacobi Vestergaard sum landsstýrismaður í fiski­ vinnumálum, kostaði lands­ kassanum 2,4 mió. krónur og kemur møguliga at kosta uppaftur meiri, tí málið er kært til landsrættin og tískel kann gerast uppaftur kostn­ aðarmiklari. Hetta merkir, at runt rokn­ að hava avgerðirnar hjá Jacobi Vestergaard kostað minst 4,8 mió. krónur. Og tá er uppíleggingin í leigu­ málið á Tvøroyri, sum end­ aði í bygningi hjá einum floksfelaga, ið sambært Oyggjatíðindum fær hálva millión fyri leigumálið. Eitt mál har landsstýrismaðurin eisini yvirtrumfaði stjóran á Strandferðsluni. Vestergaard verið dýrur drongur Embætisførslan hjá Jacobi Vestergaard hevur kostað landskassanum smáar fimm mió. krónur í eyka lønum og endurgjaldi Savnsmynd Týskvøldið fer 2. HIF á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna at greiða frá eini námsferð, sum tey gjørdu til Kina herfyri. Við til hesa framløguna verða næmingarnir, lærarin Jóan Karl Joensen og vinnulívsmaðurin Karl á Lag sum hevur drúgvar royndir í samskiftinum við Kina í fiskivinnuhøpi. Framløgan, sum verður í býráðshøllini í Klaksvík byrjar kl. 19:30. Kinakvøld í Klaksvík Uppstillingin hjá Norðoya Javnaðarfelag Á triðja uppstillingarfundi, sum varð hildin mikudagin, samtykti Norðoya Javnaðarfelag at stilla 5 valevnir upp til komandi løgtingsval og eru tey hesi: Aksel Johannesen, Jónleif Johannesen, Tummas Lervig, Eyðgunn Samuelsen og Mamy Dahl Sørensen.