fríggjadagur 30. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti
9
Smíl til fotografin
skemt
Í rangastrúpan
Nógvir stjórar
Niels Juul Nattestad heldur fram sum
stjóri í Statoil, og tað gera øll hini starvs
fólkini eisini.
Rás 2
Gíslatøka
Fólk eru fangað á fiskavirkjum
Sosialurin
Jamen, so er bara at fara út Inniróðrarnir
hava dapra framtíð
www.123.fo
Eru tey flutt?
Árið í ár roynist sera væl hjá Smyril Line í
Noreg
Vikublaðið
Er tað eitt stórmál?
Bruce málið er nú avgreitt
Olivant.fo
Tað halda teir helst
Bjarni Djurholm og Poul Michelsen, er tað
sikkurt, at tað er ein fyrimunur at hava
ein so langan?
Lesarabræv í bløðunum
Hesin maðurin hevur
ikki nakra lætta
uppgávu at fáa eina
góða familjumynd
burturúr, men hann ger
sítt frægasta og bæði
klikkir og blitsar.
(Kelda: nym.fo)
Hvar munnu vegskeltini halda til, tá ið tey ikki standa upp fram við føroyska vegjaðaranum.
Well, her er eitt av teimum góðu goymustøðunum hjá skeltunum. Myndin er tikin undir Gøtueiði,
og her er nokk av skeltum – blindur vegur, avmarkað ferð , yvirháling og annað. Ikki so galið at
hava til at taka, men líka við at verða forvirrandi fyri tann, sum roynir at gera seg klókan upp
á hesa myndina.
Brasilski álopsspælarin Ronaldo var einaferð mettur
sum heimsins besti álopsspælari, og hann er eisini
toppskjútti í HM-endaspølunum hja FIFA. Men
tað eru nøkur ár og fleiri kilo síðani, at Ronaldo
var upp á sítt besta. Nu spælir tann rundari og
rundari Ronaldo fyri AC Milan í Italia, og hann ger
framvegis mál – av og á. Sunnukvøldið spældi AC
Milan í Seriu A, og tað eydnaðist við neyð og deyð
at vinna. Men Ronaldo, hann gjørdi seg mest merktan við at missa balansuna, einaferð hann hevði
málkjans, og tað sá ikki serliga sjarmerandi út, tá ið brasiliumaðurin fór og bóltandi inni í brotsteignum
hj á mótstøðuliðnum. Nei, tann tiltikna balansan er ikki, sum hon einaferð var . Tá skuldu tað fimm
vælvaksnir verjuspælarar til at fáa Ronaldo um koll – nú klárar hann tað sjálvur!
Óli P nevndi
Norðuratlantsbólkin eina kajakk
áðrenn fólkatingsvalið. Men nú er ein kvinna partur av
tingbólkinum, so nú má Norðuratlantsbólkurin verða
ein konubátur!
Anders Fogh Rasmussens skæbne ligger på Ørebakke!
Eitt er vist, Strandferðslan fær ikki ein so sterkan
stjóra aftur!
Nú hevur Jacob Vestergaard fingið somu lagnu sum
Strandferðslan. Arbeiðsplássið er flutt úr Havn og til
Suðuroyar!
Sjálvstýrisflokkurin er vorðin ein “Kári”-stovnur. Kári á
Rógvi, Kári Petersen og Kári P. Højgaard!
Sæð í ljósinum av Óðalsfelagnum, so hava Kári á Rógvi
og Heðin D. Poulsen, ið hvussu er JØRÐ-forbindilsi í
lagið.
Man kann so siga um Kári á Rógvi og Heðin D. Poulsen,
at av JØRÐ eru teir komnir - uppí Sjálvstýrisflokkin!
Teir eru so ikki BÓNDA-fangaðir í Sjálvstýrisflokkinum!
Leyst og fast um
stórt og smátt
Skelti í hópatali
Heimsins besta
yvirvekt