Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 233 - 30. november 2007 Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur vorðin formaður í einari nevnd hjá danska fólkatinginum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú nevndarsessirnir eru býttir út í nýggju donsku stjórnini, hevur ein før­ oyskur fólkatingslimur fyri fyrstu ferð fingið heiðurin at gerast formaður fyri ein­ ari danskari fólkatings­ nevnd. Tað er Edmund Joensen, sum er valdur til formann fyri Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og hann fer til verka beinanvegin. Tað eru nevniliga longu trý mál fráboðað at koma fyri nevndina, eitt sum viðvíkur útlendingalógini, eitt um landgrunnsmarkið og eitt revsilógarmál. Edmund Joensen er annars eisini vorðin limur í Uttanríkispolitisku nevnd­ ini, Politisk Økonomisk Udvalg og í nýggju nevndini fyri Energi og Klima. Edmund Joensen sigur, at hann kennir tað sum eina viðurkenning av tí góða samstarvi við Vinstra og við stjórnina, at hann hevur fingið formanssessin í Føroyanevndini. Og so er tað eisini ein við­ urkening av týdninginum, sum avgerandi atkvøðan hevur fyri stjórnina, sigur Edmund Joensen. Edmund formaður í Føroyanevndini Tað er bygdarhúsið Glæman, sum fyri fyrstu ferð skipar fyri einari sølustevnu, ið verður í húsunum leygardagin SØLUSTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Leygardagin kunnu kví­ víkingar – og fólk annars – uppliva eina sølustevnu í bygdini. Tað er bygdarhúsið Glæm­ an, sum skipar fyri degnum, og tíggju einstaklingar og fyritøkur fara at sýna fram. Tey, sum luttaka, eru hesi: Startrade v/Ragnar Isaksen, Kvívík – klæðir v.m. Rannvá & Beinta, Kvívík – prýðislutir v.m. Biosol – reingerð Triumf – undirklæðir AmWay – náttúruproduktir Hilda av Oyri – ymiskt jólaprýði Alvilda Simonsen – ymiskt heimabundið Elsy Joensen – ymiskt handaligt Brynhild Joensen – ymiskt heimabundið 10. flokkur – tombola Sølustevnan verður í bygdar­ húsinum Glæman leygar­ dagin, og byrjað verður klokkan 10, og hildið fram til klokkan 18. Í sambandi við sølustevnuna verður Glæmu­Café, har til ber at leska seg við onkrum tosta­ sløkkjandi og onkrum til matna. Sølustevna í Kvívík Edmund Joensen saman við formanninum fyri fólkatingsbólkin hjá Vinstra, Hans Christian Smith Mynd: Helgi Abrahamsen Hampilig løn Flestu okkara kundu uttan iva ynskt okkum heldur meiri í lønarposan, men um tað er galdandi fyri Wendelin Wiedeking er kanska heldur ivasamt. Hann er ein av teimum seks stjórunum í týsku bilaframleiðarafyritøkuni Porche. Seinasta handilsár (2006­2007) forvunnu teir seks stjórarnir tilsamans 840 milliónir krónur, harav Wiedekind fekk tær áleið 200. Hetta er tvífald so nógv, sum Josef Ackerman, forstjóri í Deutsche Bank, forvinnur, skrivar Børsen. Býráðslimir fríkendir Tólv fyrrverandi býráðslimir úr Farum eru í gjár fríkendir í ákærunum um, einki at hava gjørt fyri at steðga Peter Brixtofte, tá hesin var borgarstjóri í býnum. Sambært kommunalu donsku stýrislógini hava politikarar skyldu til at syrgja fyri, at ikki verður farið út um játtanirnar. Men sambært ákæranum snorksvóvu býráðslimirnir, so Brixtofte kundi nýta 157 millionir meiri enn játtað var í 2001. Býráðslimirnir hava alla tíðina hildið fast við, at teir ikki ánaðu nakað um fíggjarliga ruðulleikan hjá kommununi. Tað er ein tvey ára gamal dreymur, sum nú gongur út við fløguni Jól í Dag FLØGUÚTGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ikki óvanligt, at fløgur verða givnar út upp undir jól. Og tað er heldur ikki óvanligt, at nakrar av hesum eru jólafløgur ella fløgur við jólatónleiki. Men tað er eitt sindur óvan­ ligt, at ein verkætlan liggur so leingi í stoypiskeiini, sum Jól í Dag hevur gjørt. Tí tað eru eini tvey ár síðani, at Árni Øregaard byrjaði at hugsa hendan tankan, at geva út eina fløgu við jólasangum. Og seinastu tríggjar mánaðirn­ ar hevur verið arbeitt rætti­ liga intenst viið upptøkum og framleiðslu sum heild. Tað, sum eisini eyðkenir hesa fløguna, er, at stórur dentur er lagdur á góðsk­ una. Tað eru tí partar av okkara allar fremstu tónleikarum og sangarum, sum eru við á fløguni. Hugt hevur verið eftir, hvør sangari passar best til hvønn sangin, og hvør tón­ leikari passar best til lagið, og síðani er sett saman soleiðis, at besta góðskan er fingin burtur úr. Árni hevur alla tíðina arbeitt tætt saman við Gunn­ ar Guttesen, sum hevur ver­ ið samskipari á tónleika­ økinum. Regin Guttesen hevur gjørt lay­out til húsan og Sjónband hevur prentað. Tað er felagið Garagan hjá Jóannes Jakobsen, sum hevur framleitt. Fløgan fæst kring landið frá í dag av. Endiliga Jól í Dag Rannvá Isaksen er ein av teimum sum vera við á sølustevnuni í Kvívík í morgin Mynd: Jens Kristian Vang