Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 233 • 30. november 2007 stríðist fult og heilt ímóti 266b, og tað kann mann ikki siga um Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin – Sjálvstýrisflokkurin er eitt sindur serligur, tí hann hevur bert eitt løgtingsumboð. Sjúrður, tora hinir politisku flokkarnir ikki at taka støðu í teimum málum, sum Miðflokkurin tekur støðu í? Sjúrður: Tað er rætt, at Miðflokkurin er tann einasti flokkurin, sum er heilur í summum etiskum málum. Og tað hevði verið ynskiligt, um hinir flokkarnir eisini tóku eina flokspolitiska støðu. Men tað týdningarmesta at taka støðu til, er ikki 266b og skrásett parlag. Tað týdningarmesta er at siga, um mann góðtekur at Bíblian verður brúkt sum eitt politiskt jarnbrot. Og har siga vit greitt nei. Men Miðflokkurin tekur sær patent upp á, hvat er Guds vilji – til dømis í málinum um 266b. Tað er eitt brotsverk ímóti teirri skipan, sum vit hava í vesturheiminum. Tað líkist ongum, at ein politisk fraktión tekur sær rætt til at siga, hvat Gud meinar. Bill: At siga, at Miðflokkurin tekur sær patent upp á Guds meining, er langt úti. Eg veit ikki, um onkur spentur politikari kann verða komin til at siga nakað líknandi, men tað stendur ongastaðni í stevnuskránni hjá Miðflokkinum, at vit hava patent upp á Gud. Men vit siga, at vit umboða kristna lívs- og menniskjasýnið. Tað er nógv misskilt, at Mið- flokkurin misbrúkar kristindómin til at fáa sær politiskt vald. Miðflokkurin torir nevniliga at siga púra opið og erligt, hvat tað er, sum vit standa fyri. Um so 99,9 prosent av fólkunum vóru fyri fríari fosturtøku, so hevði Miðflokkurin verið ímóti, og tað er bara eitt dømi um, at vit misbrúka ikki kristindómin til at fáa vald. Vit hava nakrar meiningar, sum vit tora at standa við, og so vóna vit, at vit fáa undirtøku fyri teimum. Hinvegin haldi eg saktans, mann kann siga, at aðrir politiskir flokkar misbrúka kristindómin. Millum annað við ikki at tora at taka støðu til etiskar spurningar, tí so veit mann, at mann kann heysta atkvøður frá báðum síðum – bæði frá teimum, sum eru fyri og ímoti 266b. Tað er tí, at flokkarnir ikki tora at taka eina felags støðu til etiskar spurningar, tí flokkarnir óttast fyri at missa atkvøður av tí, og tá kann mann tosa um at misbrúka kristindómin. Sjúrður: Fyri tað fyrsta vil eg siga, at eg rokni ikki við, at Gud bert er áhugaður í 266b, soleiðis sum teir sjálvútnevndu kristnu politikararnir vilja gera tað til. Hvat eru etisk mál? Er náttúruvernd ikki eitt etiskt mál, er fiskivinnupolitikkur ikki eitt etiskt mál, og er støðutakan til Kyoto og Irak-kríggið ikki eitt etiskt mál. Miðflokkurin pilkar nøkur heilt fá etisk mál burtur úr, sum ganga upp á tvørs av hinum politisku flokkunum, og so siga teir, at hetta er tað, sum Gud hevur áhuga í, og Miðflokkurin stendur fyri tí og tí. Hinir flokkarnir hava bara sagt, at teir vilja ikki blanda politikk og átrúnað saman. Men er tað ikki tann lætti vegurin at taka, tí so sleppur mann undan at taka eina felags avgerð í flokkunum? Sjúrður: Jú, tað er tað, og eg haldi sjálvur, at flokkarnir skuldu tikið ein flokspolitiska avgerð um, hvat teir til dømis halda um fosturtøku og 266b, men at siga tað, at ein støðutakan er meira kristilig enn ein onnur, tað er skeivt. Og at siga, at júst tey málini, sum Miðflokkurin hevur pilkað burtur úr, eru avgerandi fyri, um mann er kristin ella ikki, er fullkomiliga burtur úr vón og viti. Um eg var líka frekur sum Miðflokkurin, so kundi eg nevnt nøkur mál, sum kundu víst at Miðflokkurin er ókristiligur, men mítt høvuðspoeng er bara tað, at sjálvandi kann mann hava eitt kristiligt virðisgrundarlag, men mann skal taka politiskar avgerðir í politikki og ikki brúka religión til at argumentera við og leggja onnur undir at vera ókristilig. Bill: Eg taki undir við, at politikarar skulu taka politiskar avgerðir, og Miðflokkurin brúkar eisini politisk argument, men tað eru ongar reglur fyri, hvussu ein politikari kann argumentera. Okkara skipan má rúma, at ein politikar brúkar tað, sum hann trýr upp á, til at argumentera fyri í einum politiskum máli. Tað, sum Sjúrður roynir, er at ekskludera Halgu Bók úr orðaskiftinum, og tað er at gera seg inn á fólkaræðið, tí ein og hvør politikari hevur rætt til at brúka tað, sum hann hevur hug at brúka. Um ein politikari sigur, at eitt er kristið og annað er ikki kristið, so hevur hann rætt til at siga tað, men so kann mann diskutera, um tað, sum politikarin hevur sagt, er rætt ella ikki. Sjúrður: Sjálvandi hevur ein politikari rætt til at hava Bíbliuna sum virðisgrundarlag, men Bíblian kann ikki verða eitt politiskt programm. Um hetta fer longur, enn tað longu er farið, so endar tað við, at fleiri og fleiri politikarar fara at siga, at “eg haldi meg til Ezekiel 3,12, og tí skal skatturin hækka”. Tað endar í tí reina vanvidi, og so verður tað ein diskusión um, hvat Gud heldur og Gud vil. Bill: Hatta fordømið havi eg ikki sæð í nøkrum kristnum landi, tí kristna lívssýnið hevur ikki hasa náttúruna. Hyggur tú eftir stevnuskránni hjá Miðflokkinum, so sært tú eina breiða viftu av teimum sjónarmiðum, sum kristiligar flokkar í Europa eisini hava. Kanska eru vit eitt sindur meira víðgongd á summum økjum, til dømis tá tað verður sagt í stevnuskránni, at fólkaskúlalærarar í kristni skulu verða persónligir trúgvandi, men hatta eru fólk eisini ymisk á málið um í flokkinum, og tað er ikki vist, at tað fer at standa har til allar ævir. Miðflokkurin er ein nýggjur flokkur, sum í sínari náttúru tí eisini hevur ekstrem sjónarmið. Og tað hava allir flokkar í sínari byrjan. Tað er akkurát sum børn, sum læra at ganga ella tosa, tey kunnu fara yvir um mark. Sæð út frá einum størri søguligum høpi, so fer Miðflokkurin eisini at tillaga sín politikk á summum økjum, so hvørt sum veljaraskarin økist, og sjónarmiðini og manningin verða meiri fjølbroytt. Tú kanst kanska samanlíkna Miðflokkin við rebelskan ungdóm, og taka vit Tjóðveldi sum dømi, so hevur hann eisini verið rebelskur í sínum ungdómi. Flokkurin hevur modifiserað síni sjónarmið á ávísum økjum. Í summum málum hevur flokkurin verið langt til vinstru, men er kanska blivin meira borgarligur við tíðini, og hatta er ein náttúrlig gongd í politikki. Teir eru ósamdir um nógv, men Sjúrður Skaale og Bill Justinussen eru samdir um, at politisku flokkarnir áttu at tikið eina flokspolitiska støðu til mál sum fosturtøku og 266b. Mynd: Jens Kr. Vang Sjúrður um Bill Bill Justinussen er ein tann mest seriøsi politikarin í Føroyum. Hann møtir upp væl fyrireikaður í løgtinginum, stendur við sína meining og dugir væl at argumentera. Hann er nærlægdur og arbeiðssamur, og vit eru samdir um nógv. Men eg taki greiða frástøðu frá tí teokratiska partinum av hansara politikki – tá ið hann misbrúkar Bíbliuna politiskt. Bill um Sjúrð Tað fyrsta, eg kom at kenna til Sjúrður, var tá hann gjørdi innrás í Føroyum sum Esmar Eysturoy, og familjan hevur havt manga stuttliga løtu saman við Pipar og Salt. Eg havi stóra virðing fyri øllum evnunum, sum Sjúrður hevur. Hann er intelligentur, góður sjónleikari og góður debatørur. Serliga tí, at Sjúrður hevur so góð evni at kjakast, skal hann ansa eftir ikki at seta Miðflokkin í ein bás, har vit ikki hoyra heima.