Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 233 - 30. november 2007 Ein nýggjur altjóða flogvøllur er ein so mikið kostnaðarmikil verkætlan, at tað er alneyðugt, hann verður lagdur á røtt­ um stað. Tað heldur stjórin á fyrrverandi borgarstjórin í Nóls­ oyar Kommunu FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevði verið áhugavert, nú løgtingið hevur samtykt at byggjast skal ein nýggjur altjóða flogvøllur í Føroy­ um, um Landsverk upprætt­ aði eina heimasíðu, har upp­ lýsingar um verandi flogvøll eins væl og allar kanningar flogvølli viðvíkjandi eru atkomiligar hjá fólki. Tá slapst undan gitingum og ill­ gitingum í sambandi við flogvallarmálið. Tað heldur Jógvan Thom­ sen, fyrrverandi borgarstjóri í Nólsoyar Kommunu. Hann ætlar sær heldur ikki at slúka kanningina, sum Landsverk hevur gjørt av flogvølli í Nólsoy, ráa. ­ Kanningin er áhugaverd. Hon staðfestir, at tað ber til at gera ein krossvøll í Nóls­ oy upp á 1450/1800 metrar, sum líkur øll krøv, sum sett verða til ein slíkan vøll. Har eru eingir sum helst trupul­ leikar av nøkrum slag í sam­ bandi við innflúgving frá nakrari ætt. Men kanningin sigur eisini, at talan verður um eitt dýrt projekt, tí út­ fyllingin kostar nógv, sigur Jógvan Thomsen. Hann sigur víðari, at kanningin staðfestir eisini, at til ber at gera ein 2700 metrar langan vøll, sum heldur ikki skapar nakrar trupulleikar við innflúgving sunnanífrá. ­ Norðantil hækkar lend­ ið, so tað verður neyðugt at spreingja nakað nógv burt­ ur, og tað er eisini kostnað­ armikið. Men hetta er neyð­ ugt fyri, at vøllurin skal lúka krøvini, sigur Jógvan Thomsen. Turbulensur Hann vísir víðari á, at høga lendið eystanfyri í støðum kemur at liggja í nærra lagi at sjálvari breytini. Og kanningin sigur somuleiðis, at høga lendið lætt kann ávirka luftstreymarnar tætt við vøllin, og harvið skapa turbulens á ávísum ættum. ­ Men hetta er ein pástand­ ur, sum er tikin úr leysari luft. Tað eru als ongar kann­ ingar gjørdar av hesum, og tí eru tað reinar gitingar, sum her er talan um, sigur Jógvan Thomsen. Jógvan er sjálvur nólsoy­ ingur, og kennir bæði lendi og veðurviðurskifti betur enn menn flest. Hann er ánari í Junkarshaganum og situr somuleiðis í hagastýri­ num og hevur í heila tikið sera stóra vitan um viður­ skiftini í haganum, sum er partur av flogvallarætlankini í Nólsoy. ­ Á landsyningi verður ikki talan um nakran turbu­ lens ella hvirlur, tí tá liggur vindurin longs eftir oynni. Og heldur ikki á eystri upp­ standa hvirlur. So tað er ov lætt farið um at pástanda, at vandi er fyri turbulensi tá innflúgvingin er norðanífrá. Hinvegin so hvirlar har heimi á haganum (norðara enda á longra vøllinum), tá ódnarveður er av landnyrð­ ingi, men tá skal verða heilt nógvur vindur, meira enn 20­25 m/s sigur Jógvan Thomsen. Kannast gjølla Hann sigur, at tá toka liggur niður á oynna, kann hann vinda úti á fjørðinum. Men tað merkir ikki, at tað lotar uppi á landi. ­ Tí er tað ikki bara heilt náttúrligt at kanna hesi við­ urskifti, men eisini av stór­ um týdningi, at so verður gjørt, sigur fyrrverandi borgarstjórin í Nólsoyar Kommunu. Hann heldur annars, at kjakið um ein altjóða flog­ vøll í Føroyum púrasta er farið av sporinum. ­ Lokalu áhugamálini stýra í alt ov stóran mun kjakinum. Øll hava eina loysn ella ætlan, sum peikar á júst teirra øki. Tað rætta er tí at farið verður um alt landið og at allir møguleikar verða umhugsaðir, sigur Jógvan Thomsen Men tað merkir sjálvandi ikki, at peningur skal tveit­ ast í kanningar av óteljandi møguleikum. Hinvegin heldur Jógvan Thomsen, at ein prekvalifikatión átti at verið gjørd, sum útilokar minni egnaðu støðini. ­ Eftir kundu so verið einir tveir tríggir kandidatar, sum slagið kann standa ímillum. Og so skuldi best egnaða staðið verið bæði kannað og eftirkannað, tí talan verður um eina so mik­ ið stóra íløgu, og tí mugu vit tryggja okkum, at tað er avgjørt best egnaða staðið sum verður valt, sigur Jógv­ an Thomsen. Tað skulu tí verða tekn­ isku kanningarnar, og ikki lokal áhugamál, sum skulu gera av, hvar ein komandi altjóða flogvøllur í Føroyum skal liggja. ­ Ein altjóða flogvøllur er avgerandi fyri menningina av øllum samfelagnum, og tí má ein nýggjur altjóða flogvøllur liggja har, sum tað tænir landi og fólki best. Og skuldi tað hent, at ein slíkur vøllur endar í Nólsoy, so merkir tað at gerandis­ dagurin hjá økkum, sum búgva í økinum verður mun­ andi broyttur og eisini at vit mugu lata tað lendi, sum skal til, men tað mugu vit tola, um tað er til frama fyri Føroyar sigur Jógvan Thom­ sen at enda. Lokal áhuga­ mál lúkast burtur Jógvan Thomsen er fyrrverandi borgarstjóri í Nólsoy Góð íløga At tað kann loysa seg at gera íløgur, er íløgufelagið hjá dananum Carsten Berger, Rudersdal A/S, eitt gott dømi um. 112 milliónir var talið á botnlinjuni eftir skatt, og tað er tvífast avlopið upp á 61 milliónir síðsta ár. Samlað hevur felagið hjá Berger 261 milliónir á bók, meðan akvitini varisliga eru mett til 1,7 milliardir krónur. Tað eru bert fýra starvsfólk í íløgufelagnum og íløgurnar eru spjaddar út á partabrøv og fastar ognir. Berger eigur partabrøv í millum øðrum Bella Center, Messecenter Herning, Nunaminerals, A.P. Møller­Mærsk og Mols­linjen, skrivar Børsen. Carsten Berger Týskir bankar í kreppu Tað er rættilig kreppa í týsku bankaverðini. Í gjár mátti felagsskapurin fyri týskar bankar (KfW) aftur í lumman fyri at hjálpa IKB Industriebank við 520 milliónum dollarum aftrat. Harvið er samlaða bjargingartiltakið komið upp á 9 milliardir dollarar, skrivar the Guardian. Eisini Rhineland Funding hevur stórar trupulleikar niðurskrivingarnar koma helst upp á 4,8 milliardir evrur. Sama skilið er í Landesbank Baden­ Württemberg, har roknað verður við niðurskrivingum upp á 800 milliónir evrur, og eisini Landesbank Sachsen hevur trupulleikar. Kortini sigur týski Bundesbank, at sterkasti búskapurin í Europa nokk skal standa seg. Í blaðnum í gjár endurgóvu vit burtur úr orðaskiftinum á løgtingi­ num um búskaparpolitikk. Tá endurgóvu vit Jørgen Nicla­ sen fyri at siga, at tá ið hendan samgongan tók við, var uttan­ landsskuldin 5,5 milliardir, men at vit nú eru skuldarfrí. Men so raskur hava Jørgen & Co kortini ikki verið. Tað, hann segði, var, at fyri 10 árum síðani var skuldin 5,5 milliardir, men at vit nú eru skuldarfrí, so undan­ farna samgonga eigur eisini sín part í hesum. Men her skal kortini leggjast afturat, at vit lurtaðu eftir orða­ skiftinum á internetinum á heima­ síðuni hjá Løgtinginum. Og tað ásannast, at tænastan, sum Løgtingið veitir landsins borgarum á hesum øki, er so vána­ lig, at tað er rætt og slætt skomm fyri okkara fremsta fólkaræðiliga stovn. Kapasiteturin er so lítil, at bert eitt fátal av brúkarum sleppur at lurta ísenn. Harafturat kemur, at tað hoyrist illa og gleppur í javnan, so orð detta burturúr. Skulu vit hugsa um fólkaræðið, er tað stórt spell, at Løgtingið ikki sær tað sum sína skyldu at geva borgarum høvi at fylgja við og spell var, at ikki eitt sindur av teimum næstan 100 milliónunum, Løgtingshúsið kostaði, vórðu brúktar til at fáa tann tøkniliga partin í rættlag. Vit hava gjørt vart við trupul­ leikan í meiri enn eitt ár, men í Løgtinginum er standardsvarið, at tey eru greið yvir trupulleikan og arbeiða við honum.....Nú er leingi arbeitt, men lítið hent. -áki- So raskur var Jørgen heldur ikki