Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 7 kjakmentan at siga soleiðis, og vit skulu heldur hava eina seriøsa kjakmentan, har vit hava virðing fyri mótpartinum. Og Sjúrður fer ov langt, tí politikarar – eisini í Miðflokkinum – kunnu koma at siga ting, sum kunnu mistulkast, tá ið tey verða spískað til í einum kjaki. Sjúrður, yvirdrívir tú ikki bara nakrar fáar veikleikar hjá Miðflokkinum? Sjúrður: Hyggur tú eftir stevnu­ skránni hjá Miðflokkinum, so er hon ein teokratisk stevnuskrá. Fjølmiðlarnir skulu ikki siga nakað, sum stríður ímóti Bíbliuni, skúlarnir skulu einki gera, sum stríðir ímóti Bíbliuni, og sjálvt lærararnir skulu til ein religiøsan dómstól, áðrenn teir kunnu undirvísa í kristni. Hetta líkist nógv teokratinum, sum mann kann uppliva í Miðeystri. Sjálvandi er tað at yvirdríva eitt sindur við at siga “Iran” um Miðflokkin, men tað er fyri at fáa poengið fram. Stevnuskráin hjá Miðflokkinum er ein stevnuskrá, sum stýrir burtur frá frælsi hin einstaka, og tað er eitt sera álvarsamt brot við ta siðvenjuna, sum føroyska samfelagið og allur vesturheimurin byggir á. Bill, staðfestir stevnuskráin hjá Miðflokkinum ikki bara, at tit vilja skerja frælsið hjá tí einstaka? Bill: Tá ið vit tosa um mentan og skúlan, sum skulu byggja á nakran kristnar meginreglur, so tosa vit um tann partin av samfelagnum, har tað almenna er partur. Miðflokkurin hevur onga ætlan um at stýra teirri mentan, sum ikki er stuðlað av tí almenna, ella skúlum, sum ikki verða gold­ nir av tí almenna. Sjúrður sigur, at Miðflokkurin vil skerja frælsið hjá tí einstaka, men øll, sum fara upp í politikk, mugu gera sær greitt, at tey kunnu koma út fyri at skerja frælsi hjá tí einstaka. Ein stórur partur av lóggávuni snýr seg jú um avmarkingar. Fiski­ vinnulóggávan ger, at øll kunnu ikki fiska, sum teimum lystir. Skattalógin ger, at helvtin av tíni løn verður tikin í skatti. Og soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum. Eisini í flokkinum hjá Sjúrði eru tað fólk, sum vilja hava lóggávu ímóti royking, og tað er eisini at skerja frælsið hjá tí einstaka. Sjúrður: Politikkur avmarkar, men tá ið Bill sigur, at tað er bara tann almenni parturin av samfelagnum, sum teir vilja stýra, so sigi eg bara, at tað eru eisini fólk, sum ikki eru kristin, ið gjalda skatt, og tí skal trúgvin hjá einum persóni ikki brúkast til at avmarka frælsið hjá øðrum. Tað er júst tað, sum er stóri trupulleikin við Miðflokkinum. Flokkurin vil noyða fólk, sum ikki hava somu kristindóms uppfatan sum hann, inn undir sína fatan. Bill sigur, at tað eru sjálvandi nøkur dømi um, at onkur politikari kann koma at siga okkurt, sum ljóðar eitt sindur ógvusligt, men tað er so nógv dømi um, at Miðflokkurin fer alt, alt ov langt í síni stigmatisering av øðrum, og setir tað soleiðis upp, at teir eru kristnir og hini eru ókristin. Miðflokkurin sigur, at tað eru bara teir, sum verja tey kristnu virðini, og tá misbrúkar flokkurin tann kristna siðaarvin, sum so nógvir føroyingar eru góðir við, fyri at vinna sær politiska makt. Bill, átekur Miðflokkurin sær ein ógrundaðan rætt vegna kristindómin í føroyskum politikki? Bill: Tað er bæði rætt og skeivt, tá tað verður sagt, at tað er bara Miðflokkurin, sum umboðar tey kristnu virðini í føroyskum politikki. Í summi málum er tað jú bara Miðflokkurin, sum er heilur, meðan aðrir flokkar eru hálvir, og tað er serliga í teimum etisku málunum. Okkara eyðkenni er, at okkara stevnuskrá er bygd á nakrar virðisspurningar, sum aðrir flokkar ikki tora at taka felags støðu til, og tað er styrkin hjá Miðflokkinum. Til dømis í málinum 266b er tað satt, at tað er bara Miðflokkurin, sum verjir tey kristnu virðini, tí flokkurin ildan boðskap ➘ Sjúrður Skaale og Bill Justinussen vilja stýra hvør sín veg í føroyskum politikki. Mynd: Jens Kr. Vang Navn: Bill Justinussen Aldur: 44 ár Familja: Giftur við Malenu Justinussen. Tey eiga børnini Pól Johannus, Gunvá og Eva Maria Útbúgving: Handilsskúli – HD 1. Partur Politikkur: Løgtingsmaður fyri Miðflokkin Fakta ” ” - Tað er sum, tá ið ein teknari teknar ein persón, sum hevur eina stóra nøs, so teknar hann hana trífalt so stóra fyri at peika á veikleikarnar hjá persóninum. Tað er tað sama, sum Sjúrður Skaale ger, tá ið hann sigur “Vælkomin til Iran” um Miðflokkin. Um eg var líka so óseriøsur sum hann, so kundi eg sagt um Tjóðveldi: “Vælkomin til Nazi-Týskland” ella “vælkomin til Milosevic-Jugoslavia”. Bill Justinussen - Miðflokkurin er ein nýggjur flokkur, sum í sínari náttúru tí eisini hevur ekstrem sjónarmið. Og tað hava allir flokkar í sínari byrjan. Sæð út frá einum størri søguligum høpi, so fer Miðflokkurin eisini at tillaga sín politikk á summum økjum, so hvørt sum veljaraskarin økist, og sjónarmiðini og manningin verða meiri fjølbroytt. Í løtuni kanst tú kanska samanlíkna Miðflokkin við rebelskan ungdóm. Bill Justinussen