Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 233 - 30. november 2007 Fiskur á gongugøtuni Leygarmorgunin verður fiskamarknaður í gongugøtuni í Havn. Tað er 1 HIF, ið gongur í fiskivinnuskúlanum í Vest­ manna ið stílar fyri. Endamálið við fiskamarknaðinum er at samla pening til námsferð komandi heyst. Tey hava gjørt av, at leiðin kemur at ganga til Azorurnar umvegis Portugal. Ætlanin er at verða fýra dagar í Portugal og átta dagar á Azorunum. Eitt nú er ætlanin her at vitja eitt fiskavirki í Portugal. Hetta er eitt ógvuliga stórt virkið, ið virkar mong sløg av fiski til matna. Eisini er ætlanin at gera minst tvær virkisvitjanir á Azorunum, umframt at ein fiskitúrur eisini skal vera á skránni. Nýggj og skakandi útgáva Forlagið Føroya Met hevur givið út aðru bókina Skakandi tilburðir .Í bókini siga fólk kring landið frá tilburðum, har tey vóru stødd í lívsvanda. Karsten Hansen, Henrik Old og Palli Lamhauge eru millum kendu persónarnar, sum greiða frá. Men onnur vita sanniliga eisini at siga frá hendingum, sum ganga langt út yvir tað vanliga. Vit lesa m.a. um føroying, sum stóð fyri einari av heimsins størstu bjarging av mannalívum, sjórænarálop, vanda­ miklar ferðir á sjógvi og landi, føroyingar fangaðir í krígsstøðu og mangt annað. Í bókini eru harumframt fleiri áhugaverdar myndir. Bókin, sum er 136 blaðsíður til støddar kostar 259 kr. og fæst til keyps í bókabúðum kring landið. Tann 1. november í 2009 verður farið undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Sandoyar. Arbeiðið tekur fýra ár so í 2013 verður koyrandi í Sandoy SamferðSla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Dagurin í gjár var ein stórur dagur fyri sandoyingar og summi siga eisini at tað var ein fagnaðardagur fyri allar Føroyar. Í gjár samtykti Løgtingið nevniliga at nú skal farast undir at gera undirsjóvar­ tunnil í Sandoyar. Løgtingið hevur samtykt, at arbeiðið skal byrja fyrsta november í 2009 og tað tekur eini fýra ár at gera tunnilin. Tunnilin er mettur at kosta 680 milliónir at gera og vænt­ andi fer hann at kosta átta milliónir um árið í rakstri. Tunnilin verður góðar 10 kilometrar langur og streym­ oyarmegin verður hann so brattur, at hann verður trý­ breytaður teir fyrstu tveir kilometrarnar. Ætlanin er, at tunnilin skal á fíggjarlógina, men tað er greitt, at hann er so dýrur, at sum íløgukarmurin er nú, verður ikki rúmd fyri at gera nakrar aðrar útbygg­ ingar hesa tíðina, Sandoyar­ tunnilin er í gerð. Tí mælir vinnunevndin hjá Løgtinginum til, at ein politisk avtala verður gjørd um, at íløguloftið, kann hækkast, hesi árini, Sandoy­ artunnilin verður gjørdur og tað samtykti Løgtingið. Her skal kortini leggjast afturat, at málið skal fyri Løg­ tingið einaferð afturat fyri at vera endaliga samtykt. Men tað verður bara mett at vera ein avgreiðsluspurningur, tá ið málið nú er samtykt. Hestoy knýtast upp í Upprunaliga lá í kortunum, at tunnilin skal gerast suðuri í Skopunarfirði og koma upp í Traðardali í Sandoy. Men vinnunevndin mælir til at strika ásetingina um, at tunnilin skal upp í Traðardali. Vinnunevndin sigur, at hon hevur fingið upplýst, at norðasta linjuføringin undir Hestoy, har tunnilin kemur upp í Skopun, kann verða tann betra. Vinnunevndin leggur dent á, at verður norðara linju­ føringin undir Hesti, vald, er tað rætt at kanna og umhugsa møguleikan fyri at gera eina skakt og lyftu upp í Hestoy. Eisini Suðuroy upp í Ein kostnyttukanning vísir, at tað loysir seg ikki at gera tunnilin og tí leggur vinnu­ nevndin hjá Løgtinginum dent á, at Sandoyartunnilin skal vera fyrsta stig í eini heildarætlan, sum fevnir um eina nýggja farleið mill­ um Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Men so má havnin á Sandi útbyggjast, og tað er leyðsliga mett at kosta einar 50 millión­ ir krónur. Sum frálíður, verð­ ur eisini eisini neyðugt at gera nýggjan í Sandoy og umhugsast kann eisini verða at gera nýggja samferðsluhavn í Hvalba, tá í Hvalbiartunnilin er liðugur. Magni Laksáfoss, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum reisti á sinni iva um, antin tunnilin skuldi gerast nú. Við Rás 2 í gjár segði hann, at hann harmaðist um, at tað var ásett, at arbeiðið skuldi byrja 1. novembur 2009, men kortini fegnaðist hann um, at tað ikki skal farast undir tunnilin beint nú. Hann fegnaðist eisini um, at tunnil­ in skal standa á fíggjarlógini, men hann staðfesti samstund­ is, at sum tað sær út, verður so neyðugt at hækka íløgu­ karmin afturfyri. Fólk í Hesti hava fingið nýggja vón, tí tey eru sannnførd um, at tað hevur alt at siga fyri tey, at Hestur verður knýtt upp í undirsjóvartunnilin í Sandoy SamferðSla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vit eru heilt ótrúliga glað. Tað er ikki ofta, at politik­ arar kveikja nýggja vón hjá teimum, sum búgva í Hesti. Men tað gjørdu teir í gjár, tá ið Løgtingið samtykti at fara undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil í Sandoy. Tá samtykti Løgtingið eisini at verður tann norðara linjuføringin undir Hest­ oynni vald, skal møguleikin kannast fyri at knýta Hestoy upp í tunnilin. Annars varð avgjørt, at Hestoy skuldi ikki knýtast upp í undirsjóvartunnilin, men nú hevur Løgtingið kortini samtykt at kanna tann møguleikan. Og tað hevur birt nýggja vón í úti í Hesti. ­ Tað hevur alt at siga fyri okkum at vit verða knýtt upp í tunnilin, tí verða vit ikki tað, doyr oyggin rætt og slætt út, sigur Sanna Silvurstein, sum er limur í hestnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Hon ivast ikki í, at tá ið undirsjóvartunnilin er kom­ in, sleppa tey í Hesti ikki at varðveita Teistan, tí hann er ov stórur bara til tað sigling­ ina. So verður eitt minni skip útvegað til siglingina. Tí hava tey fylgt gongdini gjølliga og í farnu viku vóru tey eisini í vinnunevndini við einum 130­140 undir­ skriftum frá fólki, sum hava tilknýti til Hest við áheitan um at knýta Hest uppí. ­ Tað kann væl vera, at tað er dýrt, men vit eiga at hugsa longur framm enn eini 20­30 ár, sigur hon, tí tað er eisini dýrt at hava skip siglandi bara út í Hest, sigur hon. Hava fingið vónina aftur Vit eru ómetaliga fegin um, at tað nú aftur er upp á tal at knýta Hest upp í undirsjóvartunnilin í Sandoy. Hendir tað ikki, doyr Hestoy rætt og slætt út, sigur Sanna Silvurstein, sum er limur í hestnevndini hjá Tórshavnar Býráð Vinnunevndin heldur, at norðara linjuføringin kann vera tann besta. Tá fer tunnilin undir Hestoy og Vinnunevndin heldur, at skal kannast um tað ber til at gera skakt og lyft upp í Heystoy Um seks ár er koyrandi til Sandoyar