Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 6 Bill Justinussen er ein av profilu­ num hjá Miðflokkinum, sum hevur gjørt kristindómin til sítt vørumerki, og tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale er ein beinharður kritikari av politiska stílinum hjá Miðflokkinum. Vit settu teir niður í rúm saman at kjakast um átrúnað og politikk, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Her er harða kjakið um milda boðskapin. Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í politikki? Bill: Tað finnist ikki nakað einfalt svar til hatta. Ein og hvør politikari skal halda seg til sítt persónliga virðisgrundarlag, og tí er tað upp til ein og hvønn at gera tað av. Í mínum politikki hevur átrúnaður nógv at siga, og átrúnaðurin er orsøkin til, at eg av fyrstan tíð fór upp í politikk. Okkara samfelag hevur brúk, at tað kristna lívs­ og menniskjasýnið sæst aftur í lógarverkinum. Fyrst og fremst snýr tað seg um nógv viðurskifti, sum vit øll eru samd um, men so er tað eisini ymiskt, sum vit eru ósamd um, og har eg ynski at ávirka lógarverkið í Føroyum. Sjúrður: Ein og hvør politikari byggir sítt virksemi á síni grund­ virði, og er talan um ein kristnan politikara, so byggir hann á síni kristnu grundvirði. Men tað, sum eg haldi ikki skal henda er, tá ein politikari beinleiðis sigur: Eg umboði Guds vilja, og tú gert ikki. Tað er ein ósiður, sum tíverri er komin í Føroyum, og sum Miðflokkurin er eksponentur fyri. Mann kann ikki brúka Bíbliuna og kristindómin sum eitt amboð í tí dagliga politiska arbeiðnum, og ein politikari eigur ikki at standa á tingsins røðarapalli og siga, at hann umboðar Gud, og “eg haldi hetta, tí at eg tulki hetta skriftstaðið soleiðis.” Nú hevur málið um 266b verið nógv frammi, og í tí málinum vóru tingmenn, sum vóru ímóti broytingini, ikki ósmædnir við at siga, at teirra meining var tann kristna meiningin, meðan meiningin hjá teimum, sum vóru fyri lógarbroytingini, var tann ókristna meiningin. Tað líkist svartasta ongum, tað er at misnýta kristindómin upp á tað allar grovasta. Bill, misnýta tit í Miðflokkinum kristindómin í politiska arbeið­ num? Bill: Tað er als ikki soleiðis, sum Sjúrður Skaale førir fram í essaysavninum Krossvegir, at um Miðflokkurin einsamallur hevði fingið vald í Føroyum, so hevði Bíblian verið sett í gildi sum lóg í Føroyum. Soleiðis gera tey í Iran, men eg veit ikki um nakað kristið land í heimunum, sum er fundamentalistiskt, sum tey muslimsku londini eru. Men alíkavæl roynir mann at fortelja fólki, at tað er tað, sum Miðflokkurin stendur fyri, og tað er púra misskilt. Tað er sum, tá ið ein teknari teknar ein persón, sum hevur eina stóra nøs, so teknar hann hana trífalt so stóra fyri at peika á veikleikarnar hjá persóni­ num. Tað er tað sama, sum Sjúrður Skaale ger, tá ið hann sigur “Vælkomin til Iran” um Miðflokkin. Um eg var líka so óseriøsur sum hann, so kundi eg sagt um Tjóðveldi: “Vælkomin til Nazi­Týskland” ella “vælkomin til Milosevic­Jugoslavia”. Tí tað eru eisini nationalistar, sum hava staðið aftan fyri tey syndarligu fólakmorðini, sum gingu fyri seg har. Men tað er ein óseriøs ” ” Hart kjak um m Sjúrður Skaale heldur, at tað líkist ongum, at ein politisk fraktión tekur sær rætt til at siga, hvat Gud meinar. Bill Justinussen heldur tað verða langt úti at siga, at Miðflokk­ urin misbrúkar kristindómin til at fáa politiskt vald. Vælkomin til eitt lívligt kjak um átrúnað og politikk Kjak Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Navn: Sjúrður Skaale Aldur: 40 ár Familja: Giftur við Súsannu. Tey eiga dreingirnar Ragnar og Brand Útbúgving: Samfelagsfrøðingur Politikkur: Valevni fyri Tjóðveldi Fakta ­ Sjálvandi hevur ein politikari rætt til at hava Bíbliuna sum virðisgrundarlag, men Bíblian kann ikki verða eitt politiskt programm. Um hetta fer longur, enn tað longu er farið, so endar tað við, at fleiri og fleiri politikarar fara at siga, at “eg haldi meg til Ezekiel 3,12, og tí skal skatturin hækka”. Tað endar í tí reina vanvidi. Sjúrður Skaale ­ Miðflokkurin pilkar nøkur heilt fá etisk mál burtur úr, sum ganga upp á tvørs av hinum politisku flokkunum, og so siga teir, at hetta er tað, sum Gud hevur áhuga í, og Miðflokkurin stendur fyri tí og tí. Og at siga tað, at júst tey málini, sum Miðflokkurin hevur pilkað burtur úr, eru avgerandi fyri, um mann er kristin ella ikki, tað er fullkomiliga burtur úr vón og viti. Sjúrður Skaale