fríggjadagur 30. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 233 - 30. november 2007
Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar samstarva um
eina trý ára royndarverkætlan árini 2008-2010. Verkætlanin hevur fingið
navnið Listaleypurin, og endamálið við henni er at geva fólkaskúla-
næmingum kring landið høvi til at uppliva list á høgum stigi í ymiskum
listagreinum.
Stuðul verður latin til tíggju verkætlanir um árið. Ein úrvalsnevnd, ið
verður mannað við yrkiskønum, tekur støðu til umsóknirnar og kann
játta kr. 10.000–40.000 í stuðli til hvørt listaverk. Tey, sum fáa stuðul,
skulu í minsta lagi sýna fram listaverkini í fimm ymiskum skúlum.
Bæði einstaklingar og bólkar kunnu søkja um stuðul úr Listaleypinum.
Verkætlanin skal vera á fakliga høgum stigi og kann t.d. vera ein fram-
sýning ella ein framførsla. Umsóknin skal lýsa ítøkiligu verkætlanina,
hvørjum aldursbólki, ið listaverkið er ætlað, og saman við umsóknini
verður sent tilfar sum myndir, dvd, cd ella tekstur, sum úrvalsnevndin
kann nýta í arbeiðinum at meta um innkomnu umsóknirnar.
Listaleypurin
Í sambandi við nýskapandi verkætlan at nýta
yrkislist í undirvísingini sóknast vit eftir dygdar-
góðum listaverkum, sum kunnu geva børnum
og unglingum listaligar upplivingar í tónleiki,
sjónleiki, dansi, myndlist og virtuellari list.
Sendið umsóknir um stuðul til Norðurlandahúsið, postboks 1260, FO-110
Tórshavn, og stílið tær til Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðara.
Meiri kunning um Listaleypin fæst við at seta seg í samband við
Hedvig Westerlund-Kapnas á tlf. 210125 ella á hedvig@nlh.fo.
Umsóknarfreistin er 15. des. 2007
R E P R O Z
Nor urlandahúsi
í Føroyum
R E P R O Z
Vit leita eftir
góðum viðleikara
Ert tú royndur løgfrøðingur og vilt spesialisera teg í arbeiðsrætti? Ella ert tú nýliga
útbúgvin og ynskir tær eina góða barlast á yrkisleiðini? So hevur tú møguleikan
á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Sum løgfrøðingur hjá okkum fært tú spennandi uppgávur og mennir tíni fakligu og
menniskjaligu evni. Tú kemur tætt at politiska myndug leikanum, fært ein fjølbroyttan
arbeiðsdag, sum tú lutvíst kanst skipa eftir egnum tykki, og tú fært eitt arbeiðspláss,
sum hugsar um framtíð tína og gevur tær góðar møguleikar fyri skeiðum og eftir-
útbúgving.
FØRLEIKAR
Tú dugir væl at orða teg, bæði munnliga og skrivliga, dugir at grundgeva fyri tínum
hugsanum og at lurta eftir øðrum sjónarmiðum. Tær dámar at hava nógv um at vera,
tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, og fyrimunur er at kenna til samráðingar, eitt nú
úr fakfelagsarbeiði.
ARBEIÐSØKIÐ
Arbeiðsøkið fevnir rættiliga víða. Tú verður við til sáttmálasamráðingar, við til at harm-
onisera almennu sáttmálarnar, og tú fert at fyrireika felags lønarskipan hjá landinum,
gera starvsfólkahandbók og fremja felags avtalur við fakfeløg um t.d. førleikamen-
ning og starvsfólkapolitikk. Vanlig málsviðgerð verður eisini, eins og tú fert at ráðgeva
øðrum stjórnarráðum í starvsfólkamálum.
SETANARTREYTIR
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya, (BLF). Setanarøkið er alt Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovan og hini stjórnarráðini.
Fíggjarmálaráðið søkir eftir
løgfrøðingi til Lønardeildina
Freistin at søkja er 19. desember 2007.
Starvið verður sett sum skjótast, men vit
bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Umsóknir við prógvum, lívrensli og møguligum
viðmælum skulu sendast til: Fíggjarmálaráðið,
Lønardeildin, Postboks 2039,165 Argir.
Vilt tú vita meira, ring til Snorra Fjallsbak,
stjóra á Lønardeildini, tlf. 35 22 00.
Sí eisini www.lnd.fo.
lýsingar