fríggjadagur 30. november 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 233 • 30. november 2007
gluútbúgvingin er ein
í fótbóltsdømingini
... um Mikkjal Thomassen
Mikkjal Thomassen er ein toppspælari, ein sonn eldsál í tí, sum
hann fæst við. Hann er millum bestu fótbóltsleikarar í Føroyum.
Men summar tíðir hevði kanska verið betri, at hann lat føturnar
tala!
... um Premier League
Eg leggji ikki nakað til síðis fyri at hyggja eftir Premier
League. Men er tíðin til tað, dámar mær væl at sita
og hyggja eftir einum góðum dysti. Eg haldi við Aston
Villa, men har kundi gingið betur.
Müller valdur til Ársins Dómara
í Føroyum. Ein heiður, sum
hann tilskrivar Dianu, og sum
motiverar tann 34 ára gamla
løgreglumannin at tørna til aftur,
sum fótbóltsdómari í 2008.
Tó er tað ikki heilt bíligt
at gerast Ársins Dómari. 32
mans vóru á veitslu hjá Føroya
Fótbóltsdómarafelag, og har er
siður, at Ársins Dómari bjóðar ein
umgang.
- So heiðurin kostaði mær 700
kr., sigur Lars við einum skeivum
smíli.
Lars er glaður fyri, at hann og
hinir fótbóltsdómarnir eru so
samhaldsfastir ímóti hvørjum
øðrum. Við uppmuntringum og
góðorðum royna fótbóltsdómarnir
at halda hvønn annan til eldin.
Trúliga ringja og sms´a dómarnir
til hvønn annan.
Lars var tó glaður fyri, at hann
ikki var millum teir garvaðu dóm-
arnar í Formuladeildini í fjør, tá alt
rokið var, og FSF mátti út at rópa
varskó. Tá var Lars ikki blivin ein
inngrógvin partur av dømingini, og
tí føldi hann ikki so nógv á sínum
kroppi. Tó sigur hann eitt sindur
skemtandi, at hevur hann dømt
okkurt, sum ikki líkar HB- ella B36-
viðhaldsfólkum, so bíðar hann til
mikudagin ella hósdagin, áðrenn
hann fer ein túr niðan í SMS.
- Ofta koma villfremmand fólk
yvir til mín. Fólk, sum eg ikki havi
sæð ella møtt fyrr í lívinum, og
byrja at práta um fótbólt, sigur
hann.
Lars er eitt sindur bergtikin av,
hvussu stóran týdning fótbólturin
hevur fyri mong fólk. Fólk spyrja
hann, hvat hann heldur um hasa
ella hina støðuna, sum tey hava
sæð í sjónvarpinum dagin fyri.
Fokusið uppá fótbóltin er blivið
stórt.
Vaks upp í Grønlandi
Fyrstu sjey liviárini búði Lars í
Vági. 7 ára gamal flutti hann við
foreldrunum, sum eita Martin og
Elinborg, til Grønlands. Martin
og Elinborg búsettu seg í 1980
í vesturgrønlendska býnum
Manitsok.
Lars og tey eru 4 systkin. Hann
eigur tveir eldri brøður, sum eita
Jákup Eli og Erhard, og eina yngri
systur, sum eitur Amy.
Sum onnur føroysk børn, ið
hava búð í Grønlandi treivst Lars
ikki optimalt í kuldanum. Honum
longdist illa til Vágs. Og var hann
ofta langar ferðir heima í Vági.
Í Grønlandi gekk hann bara í
flokki saman við danskttalandi
næmingum, men tá hann var
heima í Vági, gekk hann í einum
skúlaflokki, sum hann fekk
tilknýtið til.
Tá hann bleiv størri, bleiv til-
veran eitt sindur hugaligari í Grøn-
landi. Hann og onkrir grønlendskir
vinmenn plagdu at fara á flot,
og sum 12 ára gamal hevði hann
loyvi at skjóta við byrsu, um onkur
vaksin var við á veiðuferðini. So
síðstu árini í Grønlandi blivu eitt
sindur betri og hendingarríkari.
Men Lars var glaður, tá familj-
an flutti heim til Vágs í 1987. Tá
var hann 14 ára gamal. Í Grøn-
landi fekk hann ikki spælt nógvan
fótbólt. Eitt sindur innandura, og
onkran hendinga dystin uttandura
undir tí stutta grønlendska
summarinum.
Byrjaði í VB
Lars byrjaði so at standa í
smádreingjamálinum hjá VB, í
1987. Hansara árgangur var ikki
so stórur í Vági, og tí fingu teir
so dánt mannað lið í hansara
aldursbólki. Men frá hansara
árgangi eru so knáir menn sum
Pól Thorsteinson og Magni
Mohr, sum eisini er kendur frá
venjarayrkinum.
Lars gekk á sekstanda árið,
tá hann spældi sín fyrsta dyst í
vaksnamannadeildini. Hetta var
ein dystur hjá 3. deildarliðnum
hjá VB ímóti Streymi. VB tapti
dystin við 3-4 málum. Tá hann
og javnaldrarnir fluttu upp úr
ungdómsrekkjunum byrjaði Lars í
4. deild.
Tá VB-legendan Bjarni
Johansen fór niður til Århus
á skúla, á heystið í 1992, kom
Lars at standa í málinum hjá
besta liðnum hjá VB. Tað sama
gjørdi hann fyrru helvt av 1993.
Bjarni Johansen vardi málið hjá
Skovbakken hesa tíðina. Bjarni
kom heim aftur, og tá valdi Lars
at taka ein steðg frá fótbóltinum.
Árið eftir vóru boð eftir Lars
at koma at verja málið hjá Royn.
Hann minnist, at venjingarnar hjá
Vilmundi Michelsen vóru harðar.
Vilmund var leikandi venjari, og
Trygvi Midjord var hjálparvenjari,
og teir spardu ikki uppá krútið.
Lars leikti so við Royn inntil
hann fór niður á politistaskúla í
Keypmannahavn, á heysti í 1995.
Meðan hann var niðri, vardi Lars
málið hjá besta liðnum hjá ÍF
Føroyum. Venjari hjá ÍF Føroyum
var Julian Hansen.
Kom aftur í 98
Lars var liðugur við Politiútbúgv-
ingina í 1998. Hann fór aftur at
verja málið hjá Royn, men síðani
skifti hann til TB. Í 2001 var hann
við til at vinna táverandi 2. deild,
og leikti hann í bestu deildini við
TB í 2002. Lars hevur vunnið 5.
deild við Royn, 4. deild við VB,
og 2. deild við TB. So hann hevur
vunnið fyri seg í Suðuroynni.
Í 2003 fekk Lars ein álvarsaman
skaða og bleiv opereraður í kross-
bandinum. Tá gjørdi hann av, at
leggja fótbóltsspælið á hilluna.
Men hann fann ein veg aftur
til bestu fótbóltsdeildina! Lars
hevur altíð dømt dystir í yngru
deildunum, og í kvinnudeildini.
Undir dómaraverkfallinum
seinast í 1990-unum, dømdi hann
ein dyst í bestu mansdeildini
millum B71 og FS Vágar heiman á
Sandi. Í 2006 valdi hann at satsa
uppá dømingina, og tað bar langt
her í 2007.
Lars metir tað verða ein fyri-
mun at hava eina útbúgving,
har ein lærir at takla pressaðar
støður. Hann nevnir m.a. danska
elitudómaran Knud Stadsgaard,
sum dømi um ein løgreglumann,
sum er fótbóltsdómari á hægsta
støði.
Fótbóltur fyllir nógv í prátinum
á Politistøðini, serliga mánadagar.
Og fór tað ikki framvið borðinum,
at Lars gav starvsfelagnum
Mikkjali Thomassen okkurt kortið,
sum kostaði B36 dýrt í farna
kappingarárið.
Mest glaður er hann tó fyri
stuðulin frá konuni. Hann hevur
vaktir har hann arbeiðir 8 dagar
norðanfjørðs, og hevur hann tá
frí í 5 dagar. Men nógvir frídagar
fara til fótbóltsdømingina. Uttan
stuðulin frá Dianu hevði hann so
ongantíð blivið Àrsins Dómari í
2007.
Navn: Lars Müller
Bústaður: Hvalba
Giftur: Dianu, fødd Midjord úr Hvalba
Børn: Allan 12, Turið 7, Elin Maria 4
Feløg: VB, Royn, TB og ÍF Føroyar
Útbúgvingar: HF í Vági og løgreglumaður
Fakta