Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 233 - 30. november 2007 Viðmerking At vit føroyingur er gestablíðnir og gávumildir hava vit altíð vitað og kunnað breggja okkum av. Skuldi nakar framvegis verið í iva, má hesin ivin vera horvin einaferð med alla í gjár, tá vit enn einaferð fingu sjón fyri søgn. Ivaleyst hevur okkara háttvirda Løgting tryggjað okkara lítlu tjóð pláss í heimsins søgubókum. Afturat søgubókunum fáa vit eisini pláss í víðagitnu Guinness Book of Records fyri okkara framúr stóra gávumildni. Fortreytin at fáa slíkt heiðurspláss er sjálvandi, at onkur ger tað sindrið av arbeiði, ið skal til fyri at innstilla okkum til henda fornemma heiður. Tá 46.500 fólk – frá minsta pinkubarni til elsta olding – av eini tjóð upp á 48.000 sálir gevur teimum síðstu 1.500 eina gávu upp á hálva millión í part, ja, so kann eingin tjóð í heiminum koma okkum til knýggja. Gott, at vit hava nøkur fólkavald at meta um eina hóskandi jólagávu, tí um nakað, so hava hesi skil fyri rættiligum gávum. Og hvat kann fløva meiri enn ein 10 kilometrar langur og turrur undirsjóvartunnil hesa vátu og myrku ársins tíð. Gott nokk passar henda megnar gáva ikki undir jólatræið, men hvat ger tað, bara hon er vælmeint. Og tað er hon, tí fyri hesa stórsinnaðu jólagávu skulu hesi somu pinkubørn og oldingar av við 16.100 krónur í part. Men hvør vil vera smáligur so tætt uppundir jól, nei ha? Vit føroyingar taka hendurnar djúpt í lumman og geva ordiligar jólagávur. Eisini til tey vit ikki kenna. Vit hava jú áralanga traditión fyri at senda hálvhosur til kaldar sjómenn og mat til svangar afrikanarar, vit als ikki kenna. Gott nokk eru hálvhosurnar ikki so dýrar, og smápengarnir til afrikanararnar kunnu vit eisini liva fyri uttan, men hví ikki geva eina ordiliga gávu innímillum? Sjálvandi gera vit tað. So má tað vera harvið, at takið er um at detta niður yvir nakrar møgforkelaðar studentaskúlanæmingar; at vindeygu og hurðar ikki fáast upp á einum sambýli, sum ger tað til eina brand­ fellu. At eldrabýli verða plaseraði í gomlum sethús­ um við trappum, har tey gomlu hava lítlan og ongan møguleika at koma út í eini handavend, um eldur skuldi komið í. At børn okkara nærmast seta heims­ met í at duga illa at lesa, skriva og rokna. At lærara­ lønirnar eru so lágar, at helvtin av lærarunum, ið koma út av læraraskúla­ num velja sær annað starv, enn júst tað, teir hava útbúgvið seg til. At so fá tíma at passa børn, tí tað fær man heldur onki fyri. At bíðilistin til nógvar operatiónir er meturlangur, og at fylgjan kann vera álvarsligar menniskjans­ ligar og fíggjarligar fylgjur fyri tann einstaka og familjuna. Fyri ikki at tala um tær stóru íløgurnar. Til eftirhondini bráðneyðugan altjóða flogvøll, ið ivaleyst er skotin áratíggjur út í framtíðina. Heldur ikki hetta hevur nakran sum helst týdning ímóti hesum: At Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu fáa teirra tunnil, so teir sleppa at sova 20 minuttir longri fáu dagarnar um árið, teir noyðast at møta á tingi. Ikki løgið, at teir vórðu móttiknir sum hetjur á keiini í Skopun í gjár. Tveir sannir patriotar útstýrdir við so fantastisk­ um evnum, at teir hava megnað at sannført 22 aðrar tingmenn um, at sum B­menniskja hevur tú allan tann svøvnin fyri neyðini, tú kanst fáa. Í slíkum føri má ein og hvør føroyingur skilja, at 750 mió. krónur eru smápengar. Hetta hava flestu løgtingsmenn skilt, og nú er tað einaferð so, at bara teir allar klókastu koma á ting. Men hvat er so alterna­ tivið til hendan undirsjóvar­ tunnulin: At Gerhard og Páll framhaldandi skula noyðast at sigla í hasi baljuni av eini ferju, sum einans kostaði nakrar tíggjutals milliónir fyri seks árum síðani, og sum leggur at í tveimum havnum ella ferjulegum, ið bert kostaðu nakrar fáar hundrað milliónur krónur hvør. Nei, tað hevði verið ónærisligt av Føroya Løgtingi at bundið hesar politisku kappar á pínu­ bonkin, har teir ikki høvdu møguleika at síggja fram til nakað betri. Sostatt eiga vit við gleði staðfesta, at aftur í ár er jólakalendarin tryggjaður við 24 spennandi lúkum. Hesaferð av 24 minst líka spennandi løgtingslimum. Vónandi sær veljarin hetta á valdegnum, so teir verða løntir fyri sítt stórsinni. Nevniliga, at teir ikki fóru avstað við meiri enn 16.100 hart vunnum skattakrónum hjá hvørjum føroyingi, so sandoyingar kunnu fáa sína hálvu millión í part. Hetta er jú líka eftir bókini, tí í lottospæli er tað soleiðis, at bert tey fáu vinna, meðan hini sum spæla við, gjalda vinningin. Tillukku sandoyingar við hesum óføra vinningi. Bara vit onnur høvdu líka dugnaligar politikarar, sum høvdu evnini at tryggja okkum líka stórar og góðar íløgur og ikki minst: Fáa onnur at gjalda. Tað eigur hvørki undirritaði ella nakar annar at øvunda ella lasta tykkum fyri. Gleðilig Jól øll somul. Teir 24 jólamenninir á Føroya Løgtingi: Alfred Olsen, Andreas Petersen, Anfinn Kallsberg, Bill Justinussen, Edmund Joensen, Finnur Helmsdal, Gerhard Lognberg, Hendrik Old, Ingi Olsen, Jenis av Rana, Jógvan við Keldu, John Johannesen, Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen, Karsten Hansen, Kjartan Joensen, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann, Páll á Reynatúgvu, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Torbjørn Jacobsen og Vilhelm Johannesen Heimsins longsta og dýrasta jólagáva redaktiónsleiðari Kári MiKKelsen Altjóða tíðarritið fyri peningastovnar, The Banker, hevur kosið Eik Banka til Àrsins Banka í Føroyum. Hetta hendir sama mánað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag valdi bankan til Ársins Virki Tíðindaskriv Umboð fyri Eik hava verið í London og tikið ímóti altjóða heiðuri á tiltakinum »Banker’s Award 2007«, sum altjóða tíðarritið fyri peningastovnar, The Bank­ er, skipaði fyri mikudagin. Á hesi samkomu fekk Eik heitið sum »Bank of the Year« í Føroyum. Saman við heiðurinum fylgdi ein lítil standmynd, sum nú hevur fingið sítt pláss í Eik­ høvuðssætinum Yviri við Strond í Havn. ­ Tað er sjálvandi positivt við einari viðurkenning av hesum slagnum. Hon ber vónandi við sær, at Eik gerst eitt sindur sjónligari uttan fyri Føroyar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik. The Banker er eitt ser­ tíðarrit um og fyri pen­ ingastovnar, sum Financial Times stendur aftan fyri. Á hvørjum ári verður fokus sett á ársins bankar í londum kring allan heim. Bankarnir verða millum annað vendir og vigaðir út frá sínum fíggjarligu úrslitum, og hvussu teir megna at spjaða sítt virksemi út á nýggj landafrøðilig økir. Royal Bank of Scotland gjørdist »Bank of the Year«, tá tað snýr seg um allan heimin. Í Íslandi fór Glitnir við heiðurinum, og í Danmark fall valið á Danske Bank. 2007 er fyrsta árið, at Føroyar eru við í metingini hjá The Banker. Fyrr hendan mánaðin varð Eik Banki kosin »Ársins Virki 2007«. Eik ársins banki í Føroyum Marner Jacobsen, forstjóri í Eik, avmyndaður í London við standmyndini frá The Banker í hondini. Undir liðini á honum (h.m.) stendur Finn Danberg, undirstjóri og fíggjarleiðari í Eik. Ytst vinstrumegin stendur Brian Caplen, blaðstjóri á The Banker. Ytst høgrumegin stendur BBC-journalisturin Michael Buerk, ið var vertur á Banker’s Award-tiltakinum í London mikudagin