Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 14 - Eg eri uppvaksin við Struer, sum liggur við Límfjørðin í Miðvesturjútlandi. Tá eg skal útgreina fyri dønum hvagani eg eri ættaður, so útgreini eg tað frá Herning. Tá eg skal útgreina fyri føroyingum, hvagani eg eri ættaður, so útgreini eg tað frá Lemvig og Thyborøn, sigur Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Danir eru væl kendir við ídnaðarbýin Herning, meðan mangir føroyingar kenna fiskivinnubýirnar Lemvig og Thyborøn. Sjálvur heldur Søren, at danir kenna alt ov lítið til Føroyar. Áðrenn hann møtti konuni Rudi, viðsti hann bara, at høvuðsstaðurin eitur Tórshavn, og at Føroyar eru 18 oyggjar. Hann heldur, at øll donsk skúlabørn burdu havt eina temaviku um Føroyar, og eina temaviku um Grønland. - At brúka eina viku av 10 árum uppá Føroyar, er nú ikki nógv, heldur hann. Søren hevur sent bræv til bæði Anders Fogh Rasmussen, og til danska kenslumálaráðið og biðið tey fáa tað lógarfest, at temavikur um Føroyar og Grønland verða partur av undirvísingarætlanini hjá donsku barnaskúlunum. Men í svarskrivinum frá danska kenslumálaráðnum hevur hann fingið at vita, at slíkt grípur inn í “valfrælsi hjá lærarunum”. Søren ætlar tó ikki at gevast so. Og nú tá danir hava fingið ein mann, sum er væl kendur við føroysk viðurskifti – Bertil Haarder – sum kenslumálaráð- harra ætlar hann aftur at leggja uppskotið um temavikuna fram og vónar hann, at tað verður lógarfest. - Høvdu danir lært meir um føroysku samfelagið, mentanina og málið høvdu teir havt nógv minni fordómar um føroyingar, sigur hann. “ Sæt tæring efter næring. Gift dig aldrig med en færing” plagdu skúlafelagarnir at arga Søren við, tá hann funnið saman við Rudi. Umvent heldur Søren eisini, at hóast føroyingar duga danskt – meir ella minni – so hava føroyingar eisini ávísar fordómar um danir, at “alt ber til í Danmark”. Tað passar heldur ikki, danir hava eisini síni virði og sínar normar. Ítróttarmaður Sjálvur hevði Søren tað ein næstan kann kalla ein “føroyskan uppvøkstur”. Saman við systru- num – einari eldri, og einari yngri – hevði Søren ein tryggan uppvøkstur við Límfjørðin. Mamman er fólkaskúlalærari, og pápin er verkfrøðingur. Søren fekst nógv ítrótt í barnaárunum, og í ungdómsárunum. Millum Donsk børn skulu læra meira um Føroyar - Høvdu danir lært meir um føroyska samfelagið, mentanina og málið, høvdu teir havt nógv minni fordómar um føroyingar, sigur danski stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Bruhn. Hann ætlar at skapa stóran vøkstur í sínum peningastovni Samrøða Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Fakta Navn: Søren Lünell Bruhn Føddur: 3. oktober 1974 Giftur: Rudi (fødd Nielsen) Børn: Jens Erik (5), Bjørk (2) og Rasmus (1) Bústaður: Trongisvágur Útbúgvingar: Matematiskur studentur frá Struer Gymnasium í Jútlandi. Cand. Polit prógv frá universitetinum í Keypmannahavn, hevur prógv í Management frá Robert Gordon University í Aberdeen. Er við at gera seg lidnan við útbúgvingina sum fíggjarligur analytikari/ráðgevi. Fartelefon hjá Søren: HTC S-620 Bilur: Opel Astra Søren Bruhn hevur roynt at fáa donsku stjórnina at áseta temavikur um Føroyar og Grønland í danska fólkaskúlanum