fríggjadagur 30. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 30. november 2007
15
tíðindi
Tingmenn sóu fegnir
fleiri nýggjar tunlar
í Norðoyggjum. - Eg
haldi ikki at ein kann
kalla tunlarnar á
Borðoynni fyri tunlar.
Í míni verð eru teir
meiri at meta sum eitt
hol inn í eitt fjall – og
fullkomuliga óegnað-
ir til ferðsluna í dag,
segði Kaj Leo Johanne-
sen undir viðgerðini
av einum uppskotið
um nýggjar tunlar
millum Klaksvík,
Árnafjørð og Depil.
SamferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Borðoy: Mikudagin hevði
tingið 1. viðgerð av einum
uppskoti frá fýra tingmonn
um um at gera tveir tunlar
úr Klaksvík til Depils,
umvegis Árnafjørð.
Fýra tingmenn úr sam
gonguni løgdu uppskotið
fram við tí í hyggju at betra
um farleiðina hjá fólkinum
eystan Múla. Hesir fýra vó
ru
norðoyatingmenninir,
Anfinn Kallsberg, Jógvan
við Keldu og Vilhelm Jo
hannesen, umframt Alfred
Olsen av Toftum.
Fleiri tingmenn høvdu
orðið og vístu á, at hetta var
ein sera neyðug íløga at fáa
framda: Verandi tunlar eru
bæði ótíðarhóskandi, óhu
galigir og ótryggir at koyra
gjøgnum.
Tunlarnir eru als ikki
nøktandi til ta nógvu ferðs
luna, og lúka yvirhøvur ikki
trygdarkrøvini sum verða
sett slíkum tunlum í dag.
Tí kann ein ikki skáka
sær undan hesum veruleika
við at siga, at vit hava ikki
ráð at gera hesar tunlarnar.
Peningin til eina so týðandi
og neyðuga íløgu, eigur ein
at kunna finna onkustaðni,
varð sagt undir viðgerðini.
Eftir eitt rættiliga drúgt
orðaskifti varð málið beint
víðari í vinnunevndina.
Passa sær løgir
Kaj Leo Johannesen úr
Sambandsflokkinum
segði í síni framløgu, at
ferðslutrygdin
gjøgnum
tunlarnar er ikki nøktandi
til dagsins samfelag, ferðslu
og krøv.
Hann ivaðist tó í, um rætt
varð at brúka so nógvan
pening til hetta økið, tá
hugsað verður um tann
avmarkaða íløgukarmin á
fíggjarlógini uppá 194 mió
krónur um árið.
Í samferðsluætlanini til
2020 er peningur játtaður
til henda tunnilin. Men um
ein hyggur eftir upphæddini,
so er hon so mikið lítil, at
hon bert røkkur til ein kola
tunnil í Hvalba, helt Kaj
Leo fyri.
Eingin ivi var um, at tørv
ur var á betri tunlum á Borð
oynni, tí, sum hann tók til:
Tað er ikki serliga behagi
ligt at koma inn í hesar tun
larnar, sum uttan iva vóru
góðir tá teir vórðu gjørdir
fyri 40 árum síðani.
Í dag skal ein nærum
passa sær løgir at koma inn
í teir. Og kennir ein ikki
møtiplássini, er skjótt at ein
kann koma rættiliga tvørt
fyri, segði Kaj Leo og vísti
á, at tørvurin á tunlunum á
Borðoynni er eyðsýndur.
Atgongd til
góða havn
Torbjørn
Jacobsen
úr
Tjóðveldinum, helt fyri, at
er nøkur farleið sum treingir
til ábøtur í samskiftinum,
so er tað júst henda leiðin.
Øll tey 800 fólkini, sum
noyðast gjøgnum tunlarnar
hvønn einasta dag, vita alt
um, hvussu trupult tað kann
vera at koyra gjøgnum tun
larnar.
Tað trupla í hesum er
eisini, at øll akførini ikki
sleppa ígjøgnum, meðan
onnur ikki hætta sær at fara
norðurum.
Onkur vil kalla hetta
fyri eina deyðsfellu, men
tað er kanska í so nógv sagt.
Men eg skilji væl, at fólk
eru desperat, tá tey hava liv
að við so vánaligum sam
bandi í so nógv ár, segði
Tobbi.
Hann tók undir við upp
skotinum um at gera tunlar
frá Klaksvík umvegis Árna
fjørð til Depil, men helt at
um tunnilin kom út á Norð
toftum, so legði hetta upp
til eina heilt aðra verkætlan,
nevniliga hugsanina um
eina ferjulegu ella undir
sjóvartunnil til Svínoyar.
Hann dugdi at síggja flei
ri fyrimunir við nýggju tun
lunum, millum annað kundi
ein veruliga gera nýtslu av
havnarlagnum í Hvannasun
di, sum sambært tingmann
inum var millum allarfræg
astu havnir í landinum.
Hóast uppskotið kostar
pening, so ivist eg onga løtu
í, at hesir tunlarnir eru av
avgerandi fyritreyt fyri fólk
ið norðanfyri, segði Tobbi.
Krevja dagføring
Jenis av Rana úr Mið
flokkinum vísti til ein fyri
spurning, sum hann hevði
havt
í
august
um
viðurskiftini við tunlunum
til Hvalbiar og aðrar ikki
dagførdar tunlar.
Meðan vit í dag viðgera
eitt uppskot um at gera
nýggjar tunlar, rapar úr
teimum gomlu tunlunum til
Hvalbiar. Vit áttu heldur at
gjørt teir verandi tunlarnar
tíðarhóskandi fyrst, áðrenn
ein fór at tosa um teir nýgg
ju.
Hvussu neyðugt hetta
er, hava vit beint í hesi løtu
fingið fullgott prógv fyri í
hesi løtu, nú tað frættist at
ein lastbilur hevur skorað
seg fastan í tann norðara
tunnilin á Borðoynni, vísti
Jenis á.
At teir gomlu tunlarnir
veruliga hava brúk fyri dag
føringum,
finnast
nógv
prógv um: Har er hvørki
ljós, merking, ventilasjón,
mátitól til gassútlát, neyð
samband,
mobilsamband
ella vendipláss í teimum.
Kemur eldur í ein av
hesum gomlu tunlunum, so
er eingin útgerð at sløkkja
við ella boða frá eldinum.
Og tað er heldur eingin
møguleiki at forða øðrum
bilum í at koyra inn í tunlar
nar.
Hetta eru alt viðurskifti
sum fólk kring oyggjarnar
mugu liva við, og sum vit
ikki kunnu lata eyguni aftur
fyri. Vit eru tí fyri uppskot
inum, men ein eigur at gera
tað í eini raðfesting, segði
Jenis av Rana.
Darvandi tunlar
Eingin tinglimur úr Javnað
arflokkinum hevði orðið
undir viðgerðini, heldur
ikki Vilhelm Johannesen
sum var ein av uppskots
stillaranum. Tað var bert
ein av fýra uppskotsstillar
um, sum tók orðið undir
viðgerðini – Anfinn Kalls
berg úr Fólkaflokkinum.
Hann vísti á, at peningur
er játtaður fyri víðari arbeiði
við einum tunli norður um
Fjall og víðari til Viðareiðis.
Hetta var alt gjørt eftir eini
ætlan um at gera tunnilin
millum Hov og Øravík lidn
an, og síðani fara undir tun
larnar á Borðoynni.
Eg havi sjálvur stuðlað
ætlanunum um at gera aðrar
tunlar kring landið, millum
annað til Gásadals og mill
um Hov og Øravík. Og eg
veit, hvønn týdning hetta
hevur havt fyri økini.
Tey sum dag og dagliga
koyra gjøgnum tunlarnar á
Borðoynni,
vita
hvussu
darvandi henda farleiðin er
fyri fólkið norðanfyri.
Hann vísti á, at bussar úr
høvuðsstaðnum sleppa ikki
norður um, og er hetta darv
andi
fyri
ferðavinnuna.
bingjur kunnu ikki verða
fluttar á vanligan hátt, og er
alt hetta við til at forða eini
menning av økinum.
Í tunlunum er heldur ikki
ljós. Skal ljós setast í, fer
hetta bara at gera tað enn
truplari at koyra í gjøgnum,
tí ein so má avskriva lastbil
ar, bussar og helst eisini
vøruvognar.
Í fleiri ár hevur verið
ætlanin at fáa bilverjurnar
norðanfyri dagførdar, men
hetta ber heldur ikki til.
Orsøkin er hin einfalda, at
amboðini hjá Landsverki
sleppa ikki norður gjøgnum
tunlarnar, vísti Anfinn á.
Tunlarnir eru ikki tunlar longur
Seinnapartin í gjár fekst
enn einaferð prógv um,
hvussu smalir og ótryggir
tunlarnir eru á Borðoynni.
Tunlarnir til Árnafjarðar
og Hvannasunds vórðu
gjørdir fyri 40 árum síðani,
og eru ótíðarhóskandi til ta
nógvu ferðsluna í dag.
Ein útlendskur lastbilur
var seinnapartin í gjár á
veg norðureftir, tá hann fyr
st tók í loftið í sunnara
tunnilin og seinni skoraði
seg fastan í tann norðara
tunnilin. Her stóð hann
fastur eina góða løtu, áðr
enn hann varð fluttur inn á
eitt víkipláss.
Lagnunnar speisemi vil
di tað soleiðis, at hetta hen
di samstundis tingið hevði
1. viðgerð av einum upp
skoti um gerð av nýggjum
tunlum á Borðoynni.
Fýra tingmenn úr sam
gonguni løgdu í farnu viku
fram eitt uppskot um at
gera tunlar millum Klaks
vík og Árnafjørð, og síðani
úr Árnafirði til Depils.
Eftir eitt drúgt orðaskifti
varð uppskotið beint í vin
nunevndina.
Lagnunnar speisemi
Tunlarnir í Norðoyggjum eru bæði smalir og ótíðarhóskandi. Tí varð neyðugt at seta skelti
upp, tá Norðoyatunnilin lat upp í apríl mánaði í fjør
Mynd: landsverk.fo
”
Kemur eldur í ein av hesum gomlu tunlunum,
so er eingin útgerð at sløkkja við ella boða frá
eldinum. Og tað er heldur eingin møguleiki at
forða øðrum bilum í at koyra inn í tunlarnar
(Jenis av Rana, tingmaður)
”
Tey sum dag og dagliga koyra gjøgnum
tunlarnar á Borðoynni, vita hvussu darvandi
henda farleiðin er fyri fólkið norðanfyri
(Anfinn Kallsberg, tingmaður)
Verandi tunlar á Borðoynni eru 40 ára gamlir. Nú fyriliggja
ymisk uppskot um, hvussu ein kann betra um hesar umstøður.
Eitt teir var til viðgerð í løgtinginum mikudagin – at gera ein
tunnil úr Klaksvík til Depils umvegis Árnafjørð (sí strikumynd)