Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 5 og 15 ára aldur svam hann nógv, og sum tanáringur, og til hann bleiv nøkur tjúgu ár róði hann við kajak. Hann fekst eisini við vektlyftning, aðkaði á rulluskoytum, og rann langteinar- renning. Søren hevur luttikið í einari trífaldari kajakmarton í Týsklandi. Teinurin er 135 km. Hendan teinin runnu Søren og hinir luttakarnir uppá ein dag! Søren hevur eisini luttikið í 120 km. marathon-renning í Danmark. Men luttakarnir runnu hendan teinin yvir 2 dagar. Søren hevur altíð havt góðan hug á teimum mildaru ekstrem- ítróttargreinunum. Í 2003 gingu hann og nakrir danir, og ein týskari, allan teinin úr Sandvík til Sumbiar. Við nøkrum steðgum tók túrurin 13-14 tímar. Í dag er Søren meiri staðkendur í fjøllunum í Suðuroy, og hevði tað tikið styttri tíð at fullført hendan teinin í dag. Tók avgerðina í 3.g Gjøgnum barnaskúlan og á studentaskúlanum í Struer lá betri fyri við teimum matematisku fakunum hjá Søreni. Men tað var seint í hesum tíðarskeiðnum, at hann tók avgerðina at fara at lesa búskap. At gerast farmaceutur lá rættuliga frammaliga í huganum hjá Søreni hesu árini. Men aftaná eina rundvísing á Farmaceutiska Háskúlanum slóknaði tann neistin í honum. Tá Søren gekk í 3. g hevði hann ein verbróðir, sum las búskap. Svágurin tók Søren við til nakrar lestrartímar hjá tí tiltikna búskaparfrøðinginum Michael Theit á universitetinum í Keypmannahavn. Søren bleiv bergtikin, og tá var avgerðin tikin um at fara at lesa til Cand. Polit. - Men eg fann skjótt út av, at ikki allir undirvísarnir vóru líka fangandi og áhugvaverdir sum Michael Theit. Men tað vísir seg, at summir eru góðir til at granska, meðan aðrir eru betri til at læra frá sær, sigur Søren. Hann fór beinleiðis frá 3.g og at lesa á universitetinum í Fyrimyndir Eingin bestemtur. Mær dámar væl menniskju, sum traðka í karakter og vísa vegin. Tað eru mong áhugaverd menniskju, sum hava inspirerað meg, og sum hava fingið meg at hugsa: “Soleiðis kundi eg hugsað mær at gjørt”. Men ein, sum eg havi stóra virðing fyri, er Finn Lauritsen, fyrrverandi stjóri í danska kappingarráðnum. - Ein banki eigur ikki at síggja uppá privatkundar sum ein stóran gráan massa, sum skal standa við hattinum í hondini og fáa eitt standard-lán við teimum somu treytunum yvir alla linjuna. Hvør kundi er eitt serstakt individ, heldur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa Myndir: Finn Johannesen ➘ Lestrarstørv Um summarið arbeiddi eg á einum høsnarsláturhúsi. Tað var hart, men sera læruríkt. Var annars tað danir nevna “Studentermedhjælp” í danska Fíggjarmálaráðnum í 1996-1998.