fríggjadagur 30. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 233 - 30. november 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
12.11.2005 andaðist mamma mín
Elna Clementsen og 2.10.2007 and
aðist pápi mín Leivur Clementsen úr
Skopun. Pápi var sjómaður alt sítt lív,
fór til skips fyrstu ferð í 1927 og tað
var sjálvandi við slupp. Hann sigldi
undir øllum krígnum við sluppum og
trolarum. Týskum sum bretskum og
íslendskum, hann róði eisini út í Grøn
landi við egnum báti, arbeiddi eisini í
Íslandi og róði út har til tíðir. Pápi var
95 ára gamal, nú tá hann fór og
mamma var 92 ára gomul tá hon fór,
tey bæði høvdu eitt gott og langt lív
saman og náddu at hava krúndiamant
brúdleyp saman.
Pápi var ein dugnaligur maður á
sjónum og kunnaður um alt tað. Tók
eingi óráð fyri, hann var eisini ein
góður maður fyri bygdina, fylgdi væl
við í tí politiska lívinum, mamma og
pápi vóru bæði tjóðskaparsinnaði alt
teirra lív. Í tí síðstu perioduni tá pápi
legðist heima, róði hann út í heim
bygdini við bátinum Laksurin, sum
hann átti frá ungum árum, líka inntil
hann ikki megnaði meir og legði
árarnar inn.
Pápi var eisini ein álitismaður,
hann var valdur til formann í ymsum
feløgum, s. s. Arbeiðsmannafelagið,
Sjúkrakassafelagið o.o.
Pápi var ein fryntligur og ráðgev
andi maður í orðum og gávumildur
sigst hann eisini at hava verið, og
tað við lít.
Pápi og mamma áttu 2 synir, Gunn
ar og Tollak og áttu tey nú 6 ommu
og abbabørn og 15 langommu og
langabbabørn.
Pápi var eisini ein ringan túr til
sjós, tað var við trolaranum Egil
Reyða, hann var nógv merktur av tí
túrinum, sjálvt um hann helst ikki
tosaði um tað.
Pápi kundi hava fastar meiningar
um vis ting, uttan at víkja eitt fet,
men tað dugdi hann at dementera
uppá ein mildan ráðgevandi máta.
Mamma var tann allarbesta mamman
nakar sonur kundi ynskja sær, hon
gav sær altíð stundir at lurta og
hjálpa í øllum førum. Hon var ógvu
liga hjartamild.
Eg hava bara góð minnir um míni
foreldur og eg havi nógv at takka
teimum fyri, nú eru tey ikki meira
her, tey hava bæði livað eitt langt lív
og gjørt tað tey skuldu.
Tey livdu sínar síðstu dagar á Sam
býlinum á Skerðinum í heimbygdini,
Skopun, har tey høvdu tað gott og
vóru í góðum hondum.
Má friður verða yvir minni teirra.
Gunnar
Minningarorð um
Leivur og Elnu í Skopun
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, ið gjørdu mær
60 ára føðingardagin ógloymandi.
Blíðar heilsur
Martin Restorff Jacobsen,
á Nesi, Eysturoy
Føðingar
19. november fingu Anelia og Justin Philbrow, Toftir, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3800 gr.
19. november fingu Jórun og Bjarni Joensen,
Fuglafjørður, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
3280 gr.
Nikolina og Hanus Gregersen, Hósvík, hava fingið eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr.
22. november fingu Beinta Henriksen, Sørvágur og
Hendrik Qvist, Uummannaq, ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3400 gr.
23. november fingu Siri Reinert Hansen og Rógvi Hansen,
Nes, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4150 gr.
23. november fingu Liljan og Ólavur Jacobsen, Kollafirði,
ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3950 gr.
24. november fingu Súsanna Arge og Einar Kerá,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800
gr.
24. november fingu Christina Lamhauge, Tórshavn, og
Fríði M. Petersen, Skopun, eina dóttur. Hon var 57 cm.
long og vigaði 4000 gr.
25. november fingu Amy Hansen og Svenning Hansen,
Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði
4250 gr.
26. november fingu Noomi Weihe og Jákup Martin
Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og
vigaði 3650 gr.
26. november fingu Ragnhild Bisp Poulsen og Hjalmar
Poulsen, Sandavágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og
vigaði 2450 gr.
27. november fingu Elfrida Jacobsen og Jóanes
Jóhannesen, Saltnes, tvíburar - gentubørn. Tann eina var
49 cm. long og vigaði 2690 gr. og hin var 51 cm. long og
vigaði 3100 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 1. desember giftast Olevina Egilstoft,
Sandavágur og Rolf Herup Olsen, Tórshavn. Vígslan
verður í Sandavágs kirkju kl. 14 og veitsla fyri innbodnum
í Pálsstovu kl. 19.
Leygardagin 1. desember klokkan 16:00 giftast í Kaldbaks
kirkju Rannvá H. Skeel Johannesen, Tórshavn og
Oddfríður Marni Rasmussen, Tórshavn. Veitslan verður
fyri innbodnum.
Sunnudagin 2. des. kl. 13.00 giftast í Havnar kirkju Alma
Heinesen, ættað úr Sørvági og Michael Vogn Pedersen,
Silkeborg. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel
Føroyum kl. 18.00.
101 ár
Leygardagin 1. desember verður Andreas Andreasen,
(í Tarti) úr Oyndarfirði 101 ár. Dagurin verður hildin á
Røktar- og Ellisheiminum í Runavík ímillum kl. 15 og 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ár
Leygardagin 1. des. verður Eia Arge, Klaksvík, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
60 ár
27. nov fylti Julia Nybo í Leirvík 60 ár. Dagurin verður
hildin í Missiónshúsinum í Leirvík tann 1. des. frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
Fríggjadagin 16. novembur fekk Barbara Michelsen,
6000 Kolding, prógv sum heilsurøktari á Social og
Sundhedsskolen í Fredericia.