fríggjadagur 30. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti
16
Keypmannahavn. Eingin kvota var
tá, so tað lá ræðið fyri at sleppa
inn til lesturin. Søren gjørdist
Bachelor í 1996. Árið 1996-1997
brúkti hann nógva tíð til harða
ítróttarvenjing fyri at síggja
hvussu nógv hann kundi megna
á hesum økinum. Árini 1996 til
1998 starvaðist han í danska
fíggjarmálaráðnum. Lestrarárini
hevði hann verið tað danir
nevna “Studentermedhjælp” í
fíggjarmálaráðnum. Árini 2000 og
2001 arbeiddi Søren hjá danska
kappingarráðnum sum analytikari.
Til Føroya í 2001
Søren flutti saman við konuni
Rudi til Føroya í 2001. Tey
møtust á kollegiinum, har tey
lesandi deildu køk saman. Frá
2001 til 2003 starvaðist Søren í
Fíggjarmálaráðnum úti á Argjum.
Í 2003 setti hann seg á ein
uriaspost. Í 14 mánaðir var hann
fíggjarleiðari á Almannastovuni.
- Gjøgnumsnittið er ein livitíð
uppá 9 mánaðir. So við at verða
14 mánaðir, setti eg næstan met,
sigur Søren smáflennandi.
Men seint á heysti 2004 lat
ein hurð seg upp í Suðuroy.
Mikkjal Sørensen segði seg úr
starvinum sum stjóri á Suðuroyar
Sparikassa, og Søren var settur
sum stjóri frá 1. januar 2005.
Men hann kom at starvast
í Suðuroyar Sparikassa 1.
desember 2004.
Ikki ein gráur massi
Søren Bruhn hevur longu sett
gongd á fleiri nýggjar verkætlanir,
sum stjóri í Suðuroyar Spari-
kassa. Hann heldur, at hátturin
føroyingur róku bankavirksemið
var ov fornur, og at endurnýggj-
anir kravdust.
- Ein banki eigur at spyrja:
“Hvat er tín tørvur, sum kundi
her”. Man eigur at førka størri
part av avgerðarrættinum yvir til
kundan. Kundin má bestemma
hvønn tørv hon ella hann hevur,
og ikki bankin. Ein banki eigur ikki
at síggja uppá privatkundar sum
ein stóran gráan massa, sum skal
standa við hattinum í hondini, og
fáa eitt standard-lán við teimum
somu treytunum yvir alla linjuna.
Hvør kundi er eitt serstakt individ.
- Man passar produktið til
kundan í hvørjum einstøkum føri.
Tí hevur Suðuroyar Sparikassi
m.a. lansera “S-lán”, sum er
eitt lán, har ein eisini nýtur
skattakervið, sum lánsgrundarlag.
Ì Danmark eru tey komin langt
við pensjónsuppsparingum.
Har eru tey almennu ískoytini
til pensjóns-uppsparingarnar
munandi størri enn í Føroyum. Í
Føroyum eru vit enn í byrjunnar-
fasuni á hesum økinum.
Ekspandera
Søren sigur, at ætlanin hjá Suður-
oyar Sparikassa er at ekspandera.
Men nær bankadeildir opna
uttanfyri Havnina og Suðuroynna,
vil hann ikki seta tíðarfesting á.
Men sum Søren sigur so væl á
donskum:
- Vi skal være den kompetente,
trygge og hyggelige bank for hele
Færøerne.
Leiðslan í Suðuroyar Spari-
kassa hevur fingið loyvi at økja
partabrævakapitalin, og tað fer at
geva teimum stórar ekspansjóns-
møguleikar.
- Bíligsti og besti háttur hjá
útlendskum íleggjarum at koma
inn á føroyska marknaðin er
gjøgnum Suðuroyar Sparikassa”.
sigur Søren ivaleysur.
- Bíligsti og besti háttur hjá útlendskum íleggjarum at koma inn á føroyska marknaðin er gjøgnum Suðuroyar Sparikassa, heldur Søren Bruhn
Hús
Reisigildi verður her í Trongisvági fyrsta dagin. Petur
Hammer hevur teknað húsini. Men fyrimyndin er tey
donsku A-Z húsini.