Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 30. november 2007 17 Góða mamma Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Mamma er fødd og uppvaksin í Oyndarfirði og har bleiv hon verandi. Mamma er nr. 5 av 7 systkjum, sum vuksu upp á Marknagili, dóttur Magn­ inu f. Petersen úr Høggars­ húsið og Jústinus Eides­ gaard úr Skúlanum. Omma og abbi giftust í 1916 og bygdu húsini á Marknagili langt oman fyri øll húsini tá í tíðini, so tey vuksu upp nærum sum einabúgvar. Systkini hjá mammu eru Brynhild, fødd 1916 og hevur búð í Esbjerg síðan 1938. Petur f. 1918­1979 búði í Oyndarfirði. Andrias 1918­ 2002 búði í Klaksvík, teir vóru tvíburar. Erling f. 1920­1987, búði á Tvøroyri. Mamma 1922 býr í Oyndarfirði. Sverri f. 1925­2006, búði í Keyp­ mannahavn. Leivur f. 1930­2002, búði í Oyndarfirði, tey vuksu upp í einum tryggum og gudrøknum heimi. So mamma og mostur eru tær einastu eftir av systkjunum. Mamma var ikki nógv burtur, sum ung genta eitt skifti undir krígnum var hon hjá nonnunum í Havn, hjá Skræddaranum í Gøtu og á Háskúla í Esbjerg í 1947. Hetta hava verið góð­ ir dagar fyri hana, tí nógv hevur hon tosað um hesa tíð og nógv hevur hon nokk fingið burtur úr. 5. februar 1950 giftist mamma við pápa (Sigurd) sum var nr. 3 av 8 systkjum Norði hjá Gutta. Tá hevði pápi bygt húsini undir Kropnasteini, sum síð­ ani bleiv heimið hjá okkum 4 sera tøttum systkjum, har vit hava haft eitt gott og trygt barnaheim, eitt satt reiður at vaksa upp í, har mamma altíð var heima. Eitt heim, sum altíð hevur verið opið fyri okkum systkjum og opið fyri barna­ og ungdómsvinum, sum vit høvdu og hava. Mamma hevur altíð verið ein barna­ og ungdómsvinur, tað man vera sjáldan, at nak­ ar er farin út aftur tómhent­ ur. Og tað skal tú hava stóra tøkk fyri góða mamma. Mamma er sera tolin, rólig, gløgg, røkin, kenslu­ borin og uppmerksom sum fáur, góð við síni ting, fer sera væl við, gott minni, er sera áhugað í so gott sum øllum. Dámar væl at vera saman við fólki, elskar at fáa gestir og geva teimum at eta. Er sera góð við sína slekt og veit væl um slekt. Sum børn vóru vit hvørja summarferiu í Havn hjá (Mostur í Havn). Eitt satt upplivilsi fyri bygdabørn, tí tá vitjaði hon við okkum øll síni systkinabørn, tað vóru jóladagar hjá okkum. Ein onnur verð, munurin mill­ um Oyndarfjørð og Tórs­ havn var nógv størri tá enn í dag. Mamma hevur tían­ verri verið alt ov lamin tey síðstu nógvu árini, so tað hevur forða henni nakað at komið út. Men er tað nakað, hon elskar, er tað at sleppa til alt møguligt, bæði anda­ ligt og tímiligt. Eitt sel­ skapsfólk burturav, sera sosial. Vit 4 systkin, Elinborg, sum býr í Gøtu, Árni býr í Oyndarfirði, Hjalti í Asp og eg í Fuglafirði hava ríka tey við 13 ommu­ og abbabørn­ um og síðani eru 10 lang­ ommu­ og abbabørn komin. Vit eru altíð vælkomin í hugnaliga barnaheim okk­ ara undir Kropnasteini. Mammu sa hjarta hevur altíð brent fyri Sunnudags­ skúlanum, hon byrjaði sum sunnudagsskúlalærari sum smágenta saman við mammu síni uppi á Markna­ gili. Legði ikki frá sær fyrr enn fyri einum ári síðani, 84 ára gomul, so yvir 70 ár helt hon sunnudagsskúla ­ ein long tænasta. Mammu dámar væl sang, hevur altíð sungið, meðan hon arbeiðir sítt húsliga arbeiði. Missiónshúsið og kirkjan eru eisini hjartamáli hjá teimum, har hava tey sítt fasta pláss. Sjómanskvinnur og jóla­ pakkar til sjófólkið gongur hon nógv uppí, hevur verið forkvinna í nógv ár. Hon var jú sjómannakona, tí pápi hevur altíð verið sjó­ maður. Mamma átti bæði fastur og mostur í Havn. Kristianna Mouritsen í Snikkarastovu og Petrina Nicolaisen á Landavegnum, har mamma var nógv sum barn og ung genta. Mamman er sera góð við Havnina og hevur nógvar góðar vinir har, hon kennir nógv í Havn. Har hava vit rík og góð minnir, sum vit eru sera takksom fyri. Góða mamma, hjartaliga tillukku við degnum 4. des. 07 og má Harrin geva tykk­ um eitt blítt og gott lívs­ kvøld. Góðan førðingardag leygardagin 1. des. í Skúl­ anum, vit gleða okkum. Systi v/ fam. Føðingardagsheilsa til mammu okkara Aðalbjørg Joensen, Oyndarfjørður, sum fyllur 85 ár 4. desember 07 Tøkk Eg takki hjartaliga tykkum øllum, ið mintust meg við uppringingum, fjarritum og gávum, og øllum tykkum, ið vóru saman við okkum á áttatiára føðingardegnum og tøkk til tykkum, ið hjálptu til við uppvartan. Mariel Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum við gávum, telegrammum og á annan hátt, minntust okkum á gullbrúdleypsdegnum. Ein serstøk tøkk til synirnar við familju. Gleðilig jól og gott nýttár Óluva og Herluf Dagurin 1. desember. Arnaldur. Er eitt av teim elstu nøvnunum í halgramanna tali, tað er eitt sindur tvørligt at fáa skil á, hvør hesin Arnaldur hevur verið. Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir flestu halda, at her verður sipað til ein franciskanaramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari 2. desember. Ditlev. Komin upp í halgramannatal í 1825. Ókent halgimenni. Upprunaliga týskt navn, sam­ ansett av orðunum fólk og arvur. 3. desember. Sveinur. Teir vita einki um halgimenni við hesum navni. Norrønt navn, ið merkir ungur maður Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri pápi, abbi og langabbi okkara Leivur Clementsen Skopun doyði og bleiv jarðaður tann 6. oktober 2007. Tøkk fyri blómur, kransar. Tøkk til sangarar, berarar, klokkarin, organistin og gravarar. Tøkk til prest fyri troystarrík orð. Tøkk til tykkum, sum skipaði fyri ervinum. Tøkk til Missiónshúsið. Tøkk til koyrarin. Tøkk til Sambýlið á Skerðinum, har hann hevði sína síðstu tíð. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Familjurnar vegna Gunnar og Tollak Tøkk Av hjarta takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Tórolvur Skaalum Sørvágur eftir sváran sjúkdóm andaðist og varð jarðaður. Tøkk øll tit, familjan, sum stóðu sum ein tryggur varði rundan um Tórolv og okkum. Tøkk til vinir og kenningar fyri góðar gerðir og umsorgan, tá á stóð. Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkahúsinum, sum hjálptu okkum at fáa Tórolv heim til Sørvágs uppá ein virðiligan máta. – Hjartans tøkk fái tit. Tøkk til Øssur Berghamar fyri stuðul undir sjúkdómi hjá Tórolvi og friðsæla andakt í heiminum. Tøkk til Ingu Dam, presti, fyri troystarík ord í kirkjuni. Tøkk til Valdimar, Trygvør og Elsu Anniku fyri sangin í kirkjuni.Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Somuleiðis stóra tøkk til tykkum, ið fyrireikaðu ervi og starvsfelagar á Ellisheimunum fyri hjálp.Tøkk fyri køkur, heilsanir, blómur, kransar, uppringingar og fyri peningagávur til Kristnustovu í Keypmannahavn. Tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað á fold. Familjurnar vegna Thordis, Helen, Torfinn, Anna, Jói, Jóhan Petur, Adam og Teitur nøvn