Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 17 Jackson-brøðurnir finna saman í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Tað hevur í fleiri ár verið tosað um, at teir seks Jackson-brøðurnir skulu á konsertferð aftur, og nú er líkt til, at hetta er meira enn bert slatur. Jermaine Jackson sigur í eini samrøðu við BBC, at ætlanin er, at The Jacksons fara á konsertferð næsta ár – og tað verður við Michael Jackson, sum er kendasti beiggin, í ferðalagnum. The Jackson vóru í síni tíð sera populerir, men teir hava ikki spælt saman við Michael Jackson síðani 1984. Sean Connery takkar fyri seg Skotski sjónleikarin Sean Connery er heimskendur fyri sínar mongu leiklutir í stórum filmum – millum annað í James Bond. Men nú sigur tann 77 ára gamli Sean Connery, at hann fer ongantíð aftur at spæla film. Connery var biðin um at verða við í nýggja Indiana Jones filminum, men hann vildi ikki. - Tað er yvirstaðið. Eg fari ongantíð at spæla ein film aftur, sigur Sean Conenry við WENN. Kona hansara, Micheline Roquebrue, ivast tí eitt sindur í, um Connery klárar at halda seg burtur. - Hann hevur sagt tað tvær ferðir áður uttan at klára at halda tað, sigur hon. Sean Connery var farin undir at skriva ævisøgu sína, men hann gavst aftur, tí hann fekk marruna av tí. Stórar jólagávur í Noregi Danske Bank hevur roynt at rokna út, hvussu nógvar pengar norðurlendingar brúka til jólagávur í ár. Og sambært hesi útrokning eru tað norðmenn, sum fáa tær størstu gávurnar. Hvør norðmaður fær jólagávur fyri 1.940 krónur, men danir komu væl aftanfyri við 1.230 krónum. Tað er Urban, sum skrivar um hesa kanningina, og sambært blaðnum, eru sviar ikki so gávumildir, tí hvør svii fær gávur fyri 720 krónur. Ognin er 4 størri og smærri goymslu- og framleiðslubygningar við gólvvídd á í alt 1.126 m². Grundøkið er 3.753 m². Byggiár: uml. 1967. Høvuðshøllin er 32 x 14 = 452 m². Loftshæddin í niðaru hædd er 3,8 m. Har er arbeiðsrúm, skrivstova, blandirúm og atgongd til sproytukabinu, trappa til kjallahædd, trappa til umsiting á ovaru hædd og trappa til íbúð við egnari inn- gongd. Í ovaru hædd er umsiting uml. 40 m² og íbúð á uml. 60 m². Í íbúðini er gongd, køkur, stova kamar og baðirúm. Umsitingin hevur skrivstovu, matstovu við tekøki, skiftirúm og wc. Kjallarahæddin er 182 m² og hæddin 1,98 m. Har er fýrrúm og goymsla. Sproytukabinan er uml. 7x6,5=47m². Síðuhøllin er 25,4 x 11,3 = 287m². Hæddin er 5 m undir mønuni. Hartil er tilbygningur í 2 hæddum á 7,65 x 3,90 = 30 m² – í alt um 60 m². Her er hæddin 6 m. Síðuhøllin er høvuðsumvæld í 2002. Alt uttanumøkið er planerað og partvíst asfalterað. Ognin liggur sera væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi nær bý- num við ringvegin í A1 øki og hevur sera gott útsýni. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst. P/F inni · Niels Finsens Gøta 37 · P.O. Box 364 FO-110 Tórshavn · inni@inni.fo · Tlf. 35 42 00 Fax 35 42 01 · www.inni.fo Virkisbygningur við íbúð – Marknagilsvegur 86, Tórshavn Hóast kendir sjónleikarar spæla við, tíma amerikanar­ ar ikki at hyggja eftir film­ um sum Lions For Lambs, In The Valley of Elah og Red­ ac­ted, sum allir snúgva seg um kríggið í Irak. Hóast talan skuldi ve rið um aktu­ ellar filmar, so tíma amerikumenn heilt einfalt ikki at síggja ella hoyra meira um kríggið í Irak, skrivar blaðið San Franc­isc­o Chronic­le. Farna vikuskiftið vóru so fá fólk í biograf í USA, at líknandi tøl hava ikki verið at sæð síðani 1993. Filmar um Irak-kríggji floppa