fríggjadagur 30. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 233 - 30. november 2007
Sunnudagin 25. november fylti ein
vælkendur skopuningur 80 ár. Salli
Lognberg er sonur Sommer og Sannu,
sum var úr Havn, fødd Justinussen.
Salli er giftur við Juttu, sum er ættað
úr Húsavík.
Serliga minnist eg tíðina tá vit vóru
børn, hvussu gott tað var at koma inn
til Juttu og Salli, har var altíð borðreitt
fyri okkum børnum. Vit føldu okkum
altíð væl at koma inn til Juttu og Salli,
tí tey vóru sera góð við børn, so tað
var neyvan dagur at vit ikki vóru inni
og vitjaðu. Omman og abbin búðu í
einum parti av húsinum, so har í hús
inum vóru altíð nógv børn. Vit føldu
okkum altíð vælkomin.
Salli hevur verið og er ein sera virk
in maður, Salli hevur verið av raskastu
monnum bæði á sjógvi og landi.
Ikki eru havhesta byrðarnar fáar, ið
hann hevur borið úr bakkanum. Jú
Salli var hvørja løtu, sum hann kundi,
við stongini. So um kvøldið bleiv
skoldað, tá kundi vera nógv fólk, sum
skoldaðu við. Stuttligt er at hoyra
Salli siga frá bakkaferðum.
Sum frásøgumaður er hann av
teimum bestu, hann hevur tað ikki frá
fremmandum. Tær løtur tá okkurt
serligt var, til dømis føðingardagar,
sat man antin við spílaðum oyrum ella
í skellilátri, tá Salli og ikki minst abb
in søgdu frá ymiskum til gaman og
álvara. Tað hevði verið dýrgripur at
átt, um hetta var fest á band.
Salli hevur verið virkin á sjónum
síðan hann sum 15 ára gamal, fór við
»Borglyn« sín fyrsta túr. Salli sigldi
eisini við »Borgini«, sum Torvald
Hjelm átti og førdi. Salli var av bestu
fiskimonnum við snøru, tá var tað
sjálvdráttur og var hann altíð ímillum
teir bestu og best at fiska.
Ùtróðurin í Ravn Stóroy royndi
hann eisini við »Fiskakletti«, sum
systursonur hansara, Sommer Winther
var formaður á. Tað tíðina tá
skopuningar róðu út í Ravnsoynni var
nakað serligt, tá hesir vøkru bátarnir
fóru siglandi út úr havnini flaggskrýdd
ir á veg til Grønlands. Og komu so aft
ur um heystið, so vakrir sum svanar
siglandi inn í havnina. Jú, hesir før
oyskt bygdu bátar, sum nú fækkast í
tali, eru eitt sera føroyskt handverk,
sum vit politikarar eiga at vísa virðing
og stuðla, soleiðis at hetta handverk
ikki fær mønustingin. Salli er enn
virkin á sjónum, við bátinum hjá sær
»Hemarin«, nú hann er fyltur 80 ár.
Í ’69 keypti hann »Haraberg« sum
var 30 tons, saman við beiggja sínum
Ásmund Lognberg, Tórolv Poulsen,
Eyðun Poulsen, Herman Winther og
Ádvald Juul. Teir drivu tann bátin í
nógv ár og fiskaðu væl. Salli var
motorpassari á »Haraberg« øll árini.
Tá teir seldu »Haraberg« mitt í
80’unum, keypti Salli glastrevjabátin
»Hemarin«, sum hann róði nógv út
við línu um vetrarnar. Smádreingir
engdu í skúrinum. Sum onkur hevur
sagt so beinrakið, at egningarskúrarnir
vóru universitetini úti á bygdunum.
Um so er, ja so hava verið og eru nógv
av slíkum her í bygdini. Jú satt er tað
at hesir menn, sum hava haft sín
arbeiðsdag í bátunum, hava alt mang
an ungling til mans.
Jú vit minnast virksemi á keiini fyri
nøkrum árum síðani, allir skúrarnir
vóru fullir av smádreingjum og eldri
monnum, sum engdu. Dreingirnir
komu úr skúlanum, taskan kom sum
eitt lyn inn í gangin og síðan var kósin
sett oman á keiina. Ofta var ilska inn
á hesar dreingir, tí skúlating vóru
forsømd, men atlíkavæl tá man hugsar
um hesar dreingir, so eru teir komnir
væl framm, vælskúlaðir við góðum
úrslitum, so universitetini á keiini,
ímillum sild og høgguslokk og fløktar
stampar, hava givið nakað har hesir
tilkomnu menn terpaðu sína vitan í
hesar dreingir, sum vóru partvís
grundarlag undir útróðrinum.
Nú er Salli farin um tey áttati, men
sigast má, at hesin aldur sæst ikki á
honum, sum rør út tá líkindi eru, og
annars luttekur í øllum viðurskiftum
her á landi, poltiskt hevur hann sína
sannføring og í missiónshúsinum er
hann virkin.
Góðu tit, Jutta, Hendrik, Karina og
abbabørnini hjartaliga tillukku við
pápanum, verpápanum og abbanum.
Og enn einaferð hjartaliga tillukkku
og Guds signing í komandi døgum.
Salli Lognberg 80 ár
Tann 1. desember, verður pápi
okkara 70 ár. Í tí sambandinum
havi eg hug at hyggja eitt sindur
aftureftir, eftir tí, hesin megnar
maður hevur fingið av skafti, nú
hann rundar tey sjeyti.
Pápi er elstur av fýra systkjum
og gjørdist hann faðirleysur sum
10 ára gamalur. Foreldur hansara
vóru Oluffa Samson Joensen, ætt
að av Strondum og Petur Hans
Samson Joensen úr Gerðum í
Klaksvík, pápin doyði fyri 60
árum síðani og mamman í 1996.
Smá vóru korini tá í tíðini, men
tey hava klára sítt alla tíðina og
hava svarað hvørjum sítt. Hetta
hevur hann lært nógv av og tað er
hetta, ið alla tíðina hevur ligið
fremst í huganum hjá pápa og tað
er at klára seg sjálvan.
Sigur man Jógvan á Høvdanum,
so sigur man eisini Klaksvíkar
Timburhandil. Har arbeiddi hann
í yvir 50 ár og er tað hansara verk,
at
Klaksvíkar
Timburhandil
gjrdist ein av teim størstu timbur
handlunum í Føroyum. Hann
hevur verið tann, sum hevur stýrt
øll árini, bæði í góðum og ringum
tíðum. Við hansara vitan innan
byggivinnuna, hevur hann megna
at givið Norðoyingum byggitilfar
av bestu góðsku. Hann gekk ógvu
liga høgt uppí, at góðskan skuldi
vera í lagi og at Klaksvíkar Timb
urhandil skuldi hava so stórt úrval
av vørum sum gjørligt.
Tikið var mangan til orðafellið
tá leitað var eftir einhvørjum, sum
ikki fekst í øðrum handlum, so
“fær norður á Varpið, tí teir hava
tað heilt sikkurt”.
Í 1994 eydnaðist tað okkum at
keypa Klaksvíkar Timburhandil
og tað má vera ein tann størsti
dagurin í lívinum hjá pápa. Nógv
stóð á monnum, ti nógv stóð uppá
spæl. Timburhandilin hevur altíð
verið eitt arbeiðispláss hjá familj
uni, og bleiv hann stongdur, kundi
tað fáa óbøtandi skaða fyri familj
una. Tíðirnar vóru sera ringar í
Føroyum júst tá og arbeiðsloysið
var stórt. Vit fundaðust í húsunum
hjá Advokatfelagnum við Ósa
skúlan og eftir drúgvar samráð
ingar við peningastovnarnar, JFK
og sakførarar, eydnaðist tað okk
um at fáa fatur á Timburhandlinum.
Minnist væl, tá ið sakførarin
Jógvan Páll Lassen segði, at nú,
tá ið tit fara út higani, so kunnu tit
kallað
tykkum
eigarar
av
Klaksvíkar Timburhandli, nakað,
pápi hevði droymt um alt sítt lív
og tað týdningarmesta, at hann
fekk bjarga sínari familju og
arbeiðisfólkunum.
Í 1995 fekk pápi ein blóðtøpp í
hjartað, tað tók hart uppá hann,
men stríðsviljan hevur hann altíð
havt góðan og tað eydnaðist hon
um at vinna seg upp aftur.
Pápi er perfektionist, har alt
skal passa uppá millimetrar. Hann
er sera dugnaligur í hondunum og
tað sum hann hevur gjørt, kann
ongin seta ein fingur á aftaná.
Hann hevur hjálpt okkum børnun
um við húsum okkara og húsini á
Helnabrekku hevur hann bæði
tekna og hevur staðið fyri allari
byggingini. Tína hjálp eru vit øll
tær takksom fyri.
Pápi hevur altíð havt nógvar
góðar vinir. Næstan hvønn sunnu
dag spælir hann krokk í skúlagarð
inum og har hevur hann havt
nógvar góðar løtur. Hann gongur
sera høgt uppí bátarnar hjá sær,
har hann ígjøgnum árið pjøssar
um teir og nakrar túrar um árið,
verður eisini farið á flot. Í kjallara
num hevur hann eitt hobbyrúm,
har hann gerð modellskip, horn
prýðislutir o.a., har fara nógvir
tímar um vikuna.
Privat hevur tú altíð bjóðað tað
besta fram, tá ið tit hava havt gest
ir og øll, sum eru komin á gátt í
Jørundsgøtu hava kent seg sum
heima. Tykkara heim hevur altíð
verið opið fyri øllum og har hava
mong sitið væl.
Til seinast vil eg minna á, at
“aftanfyri ein góðan mann, er
altíð ein góð kona”, tí uttan henn
ara hjálp og stuðul, so vart tú
neyvan komin so langt, sum tú ert
komin ídag. Hon er heimsins
besta mamma og hevur hon altíð
tikið familjuna framum alt annað.
Takk fyri tað mamma.
Við hesum orðum vilja vit
ynskja tær tillukku við 70 ára føð
ingardegnum. Tær og mammu
verður ynskt alt tað besta í fram
tíðini.
Samstundis verður sagt frá, at
pápi heldur føðingardagin saman
við familjuni í Århus.
Tillukku pápi
frá okkum systkinunum.
Símun á Høvdanum.
Jógvan á Høvdanum 70 ár
Stórt jólatiltak verð
ur í Billardhúsinum
í Vági sunnudagin,
har alskyns lutir og
góðgæti eru at til
sølu, umframt at
livandi tónleikur og
ymisk spøl, so sum
lutaseðlasøla og
meksikansk uppboðs
søla eru á skránni
Jólatiltak
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sunnudagin 2. desember
verður stórur jólamarknað
ur við árasølu, lutaseðlasølu
og meksikanskari uppboðs
sølu í Billardhúsinum í
Vági.
Nógvir góður vinningar
eru at vinna t.d. flogferðir,
lamb, gás, kalvi, fartele
fon, olja, gávurkort og
mangt annað.
Á jólamarknaðinum verð
ur eisini sølubúð við jóla
prýði, góðgæti, køkum og
øðrum
heimagjørdum.
Hjalmar Magnussen stend
ur á odda, tá livandi tónleik
ur eisini verður á skránni,
og vitjandi kunnu keypa
sær eplaskivur og gløgg
ella kaffi og rís alamande.
Jólamarknaðurin, sum
7.a og 7.b í Vágs Skúla
skipa fyri, letur upp kl.
17.00 sunnudagin í Billard
húsinum í Vági.
Stórt jólatiltak
í Vági
nøvn