fríggjadagur 30. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti
18
Eg royni at njóta henda síðsta
túrin suður um Hovstúgvu, eitt
sindur torført, tá tær hóvar so
illa at koyra. Næstu ferð verður
gjøgnum bergholið! Sjálv koyri
eg ikki aftur hendavegin, men
fari fegin við onkrum øðrum ella
kanska á súkklu sjálv, tí útsýnið er
av tí fagrasta!
Eg skal til Vágs at hitta
Onnu Brattaberg Samuelsen til
eitt prát, m.a. um hugburð og
leiklutin hjá kvinnum her suðuri
í politiskum høpi. Sjálv stillar
Anna upp til løgtingsvalið, og tað
minnir meg á eitt val fyri 30 árum
síðan, tá vanligt var at siga “eg
fari at velja ein mann”, í øllum
førum í okkara familju.
Pápin sigldi við ØK og var
burturi hálvt ár ísenn, og sum
børn vistu vit væl, at hann mátti
vera nógv fyri uttan, men ta einu
ferðina – kuldi var, stjørnuhimmal
og turrur kavi, og mamma stóð
í durunum í fína frakkanum,
leðurhandskum og smurdi sær
varrarnar - mátti eg spyrja, hvar
hon fór. “Eg fari at velja ein
mann”, segði hon, og tá bar av,
eg fór at gráta, so hjartaliga, hvat
bilti hon sær inn at fara og velja
sær nýggjan mann.
So álvarsligar fylgjur kann ein
útsøgn hava!
Men nú eri eg á veg niðan
eftir Gjógvarávegi, og nr. 37 er
næstovasta húsið í bygdini. Kenni
meg pøsta og hálvgum í ørviti
av mótbrekkuni, skundi mær
inn, og vit sessast frammanfyri
køksvindeyganum við einum
góðum kaffimunni.
Kvinnur velja menn
Sambært Onnu Brattaberg
Samuelsen eru vit framvegis so
burturoldað, at mong hava avgjørt
hvønn tey velja, áðrenn listarnir
við valevnum eru kunngjørdir.
– Eg havi loddað dýpið, spurt
kvinnur sum eg hitti, um tær ikki
kundu hugsað sær at valt eina
kvinnu komandi løgtingsval, men
svarið er oftast noktandi, tær
flestu hava longu avgjørt, hvør
fær krossin. Havi so heldur ikki
sagt teimum, at eg sjálv stilli upp,
sigur hon flennandi, tí so kundi
verið, at tær kendu seg noyddar
at svara øðrvísi.
Anna stillar upp til løgtingsval
fyri fyrstu ferð, hon er ein av
tveimum kvinnum á listanum
hjá Tjóðveldinum í Suðuroy. Og
hon harmast um, at tað ikki var
gjørligt at fáa javnari kynsbýti.
- Upprunaliga var ætlanin at
fáa sjey valevni á listan, tríggjar
ella fýra kvinnur, men tað var
ikki gjørligt. Nú landið er vorðið
eitt valdømi, verður hetta talið
broytt eitt sindur, og uppstillingin
fyri Suðuroynna er ikki liðug.
Enn halda vit okkum til eina
geografiska umboðan, men tað
skuldi sjálvandi heldur verið
hugurin, ið var avgerandi, at tey,
ið veruliga ynskja at arbeiða í
politikki komu á listan, um so øll
komu úr einum stað.
- Sigst, at tvørafólk ikki velja
vágbingar og umvent, men eg
trúgvi tí ikki. Ørvitisskapur. Í
mínum dagliga yrki sum tann-
røktari arbeiði eg líka so væl inni
í munninum á einum tvørafólki
ella sandvíkingi, sum á einum
vágbingi. Har er ongin munur.
Hví skulu hesi so til dømis ikki
velja meg inn í politik, eins væl
og onkran annan, um eg havi ein
góðan boðskap at bera teimum?
Bíða eftir børnunum
Anna er 41 ára gomul, hon er
gift við Evald og tey eiga børnini
Beinir 15 ár, Bartal 13 ár og Sirið
8 ár.
– Eg hevði góðan hug at stilla
upp fyri 6 árum síðan, tá var tann
yngsta bara 2 ár, og fyri 4 árum
síðan var hugurin líka stórur, tá
var hon bara 4 ár. Nú er Sirið 8
ár og eg hugsi, at um eg nú stilli
upp og verði vald, inniber tað,
at eg eri burturi allan dagin, og
hvør skal so gera skúlating við
henni, koyra hana til ítrótt, gera
børnunum døgurða. Maðurin
er sjómaður, og tað er gaman í,
tá hann er heima, men tá hann
er burturi, er trupult. Men NEI,
eg kann ikki blíva við at hugsa í
smábørnum og forðingum. Nú eri
eg komin á listan, og har verði
eg verðandi, um ikki eg verði
stemma av honum, sigur Ann.
Men fær Anna fyrst orðið
fyri seg, er óivað ongin vandi
fyri, at hon rýkur av listanum, tí
hon hevur nógv upp á hjartað.
Hon dugur væl at tosa, og við
síni sermerktu, eitt sindur hásu
rødd, væl kryddað við láturi
og speisemi, tosar hon millum
annað um okkara ússaligu
kvinnupolitisku støðu, vánalig
skúlaviðurskifti í oynni og ábyrgd-
ina, vit sum borgarir hava, at
fylgja við í samfelagskjakinum og
leita okkum upplýsing.
Fjarstøða og
mentalitetur
- Suðuroyarkvinnur hava stóran
trupulleika við fjarstøðu. Flestu
menninir, sum koma inn á ting,
verða búgvandi her suðuri. Hugsi
ikki, at ein kvinna hevði gjørt tað
sama, haldi, at hon hevði flutt
til Havnar. Og tá eg so síggi upp-
møtingina hjá nøkrum av monn-
unum, skilji eg væl, at tað ber til
at búgva her suðuri. Men eg kann
vissa tykkum um, at kvinnur, ið
avgera at fara upp í politikk, sann-
iliga eisini ætla sær at vera har.
- At vera mamma at heimabúgv-
andi børnum og hava so langan
veg til arbeiðsplássið, haldi eg
vera eina av orsøkunum til, at
so fáar kvinnur her suðuri stilla
upp. Tú fer frá húsum, áðrenn
nakar er uppi, og ert aftur við
songartíð. Og nógvar liva saman
við sjómanni, hjá teimum er
trupult, heldur Anna Brattaberg
Samuelsen.
- Hinvegin, so hava tær eisini
fingið ein førleika, ið ger, at tær
megna nógv einsamallar, eru
vanar við at taka avgerðir alla
tíðina. Men um tølini siga, at tað
eru kvinnur við høgari útbúgving,
ið fara upp í politik, er hópurin
ikki at finna í Suðuroynni. Her
Eg fari at velja
- Eg havi loddað dýpið, spurt kvinnur sum eg hitti, um tær ikki
kundu hugsað sær at valt eina kvinnu komandi løgtingsval, men
svarið er oftast noktandi, tær flestu hava longu avgjørt, hvør fær
krossin, áðrenn listarnir eru kunngjørdir. Tað er eisini
undrunarvert, so fáar kvinnur, ið koma til fyrilestrar og annað,
har kvinnuviðurskifti eru á skránni. Áhugin manglar, sigur Anna
Brattaberg Samuelsen úr Vági
Samrøða
Anna Mortensen
Kvinnur í Suðuroy
Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum, er
orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks kvinnur í
Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíðska pennin og siga okkara
hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir
og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma
burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Kvinnurnar
eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna Brattaberg Samuelsen, Aggi
Asgeirsdóttir, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols Mortensen
og Kirstin Strøm Bech. Hetta er annar partur.
Anna Mortensen