fríggjadagur 30. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 30. november 2007
19
Leygardagin 1. desember
verður Andreas Andreassen
úr Oyndarfirði 101 ár.
Andrias er ein av mínum
góðu gomlu vinum. Tað er
ikki tí, at vit hava kenst so
leingi. Vit hava vitað av
hvørjum øðrum, men hann
var 99 ár, áðrenn vit hittust
fyrstu ferð.
Hevði varnast, at hesin
gamli hevði eitt so ótrúligt
minni um sína tíð, eisini
sum
fiskimaður.
Hevði
ringt til hann onkuntíð í
samband við greinir í FF-
blaðnum. Eg setti mær fyri,
at øll henda vitan ikki mátti
ikki fara fyri skjeyti. Avrátt
varð tá við systurdótrina
Freydis Poulsen at vit fóru
til Oyndarfjarðar at fáa eitt
prát við Andrias. Hetta var
eisini ein rættilugur fongur.
Andreas er føddur í 1906,
og hann kundi ár fyri ár frá
1922, tá ið hann fór til skips
fyrstu ferð, og 70 ár fram
greiða frá sínum lívi á sjón-
um. Hann minstist fram-
vegis manningina, hann var
saman við 75 ár framman
undan.
Ùrslitið av okkara sam-
røðum gjørdust ein greina-
røð í átta pørtum, og eru
hesar frásagnir eitt virðis-
mikið íkast til okkara fiski-
mannasøgu.
Teir fyrstu fimm partarnir
komu í FF-blaðið. Men tá
tað varð steðgað, gjørdust
teir seinastu tríggir partarnir
byrjanin av Miðvikuni í
Sosialinum.
Tey eru mong, sum hava
tikið til hvussu áhugavert
hetta tilfar var, og hvussu
virðismikið tað var, at tað
eydnist at fáa hetta tilfar
niður á blað. Eina ferð kem-
ur tað kanska eisini í bók.
Fyri meg sjálvan gjørdist
tað eisini sera virðismikið,
at eg kom at kenna Andrias.
Hann er eitt serligt menn-
iskja. Altíð positivur og við
tí góða orðinum. Tey sum
hava kent Andrias longri
siga tað sama og taka til,
hvussu raskur hann var og
hvussu góður hann var at
vera saman við til skips.
Andrias helt ein rimmar
100 ára føðingardag í Oynd-
arfirði, har tað vóru nógv
fólk. Millum onnur var all-
ur tjóðveldisflokkurin, sum
Andrias hevur stuðlað, síð-
an flokkurin varð stovnaður.
Tá lovaði Høgni Hoydal
Andriasi,
at
tjóðveldið
skuldi gerast verunleiki í
hansara livitíð.
Hetta tyktist at vera nak-
að bjartskygt. Men Andrias
heldur tørn enn, og er stórt
sæð eins væl fyri sum tá.
So hvør veit….
Tað er framvegis hugna-
ligt at koma inn á gólvið
hjá honum og eins skila-
góður er hann enn. Og hann
kann framvegis staðfesta
um ein ávisan túr, at hann
var í 1933 og ikki í 1932!
Tað er ikki longur so
sjáldsamt at fylla 100. Eitt
sindur sjáldsamari er tó at
fylla 101. Men tað man
vera sera sjáldsamt at fylla
101 ár og framvegis hava
sín hjúnaðarfelaga.
Men tað kann Andrias.
Hann fekk sær nevniliga
eina unga konu, Malfrid av
Eiði, sum ikki varð fødd
fyrr enn Andrias konfirmer-
aðist. Hon er tískil bert 86
ár. Tey búðu heima í Oynd-
arfirði til eftir at Andrias
gjørdist 100 ár. Nú búgva
tey á Ellis- og Røktarheim-
inum í Runavík. Tey láta
sera væl at at vera har.
Góði Andrias og eisini
Malfrid. Hjartaliga tillukku
við teimum 101 árunum.
ó.
Andrias í Tarti 101 ár
Malfrid og Andrias á 100 ára føðingardegnum
nøvn
Nevndin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag
hevur sett Maritu
Rasmussen sum stjóra
í Vinnuhúsinum
StjóraSkifti
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hon tekur við starvinum 1.
januar, tá ið Jan Mortensen,
sum er stjóri nú, fer í starv
sum stjóri á Føroya Tele
Samskifti.
Marita Rasmussen er 40
ára gomul og útbúgvin fiski-
vinnufrøðingur. Harafturat
hevur hon tikið eina Master
of Management við Robert
Gordon University í Aber-
deen.
Seinastu trý árini hevur
hon verið samskipari í
Vinnuhúsinum, og hon var
eisini samskipari í Vinnu-
húsinum eitt tvey ára skeið
um aldaskifti. Av øðrum
starvsroyndum kann nevn-
ast, at hon hevur arbeitt við
sølu og marknaðarføring av
alifóðri fyri Fútaklett /
EWOS, verið samskipari
innan fiskivinnugransking,
starvast sum ráðgevi og ver-
ið góðskuleiðari hjá Føroya
Fiskavirking.
Harumframt
hevur
Marita siti í fleiri nevndum
m.a. Føroya Grunninum,
Landsbankanum og Vinnu-
framagrunninum.
Tá hon tekur við stjóra-
starvinum í Vinnuhúsinum,
sigur hon seg úr nevndini í
Føroya
Grunninum,
tí
nevndir í privatu vinnuni
ikki sampakka við stjóra-
starvi.
- Eg ivist ikki í, at vit
hava sett ein persón við
røttu eginleikunum til at
røkja
áhugamálini
hjá
vinnuni og at vera fram-
søgufólk fyri vinnusjónar-
mið, sigur Jóhan Páll Joen-
sen, formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag
við
heimasíðuna hjá vinnu-
húsinum.
Marita er nýggjur stjóri
Vinnuhúsið gjørdi skjótt av og setti Maritu Rasmussen í
stjórasessin eftir at Jan Mortensen gjørdi av at fara í annað
starv
Lesið Sosialin - so eru tit við