Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 19 ein mann hava tær flestu eina miðallanga útbúgving, til dømis sjúkrarøktar­ frøðingur, lærari, tannrøktari og annað. Anna heldur, at ein onnur avgerandi orsøk til at kvinnur í Suðuroy halda seg burtur frá politikki er mentaliteturin og manglandi áhugin. ­ Til dømis kenna vit her suðuri onki til kjakbólkar annað en á bindiklubbastøði, har prátið gott kann snúgva seg um 266B og abortlógina, men tað er undrunarvert, so fáar kvinnur, ið møta upp til fundir og fyrilestrar, har kvinnuviðurskiftir eru á skránni. Og verður hugsað um, hvussu væl Suðuroyggin hevur verið umboðað á tingi, hevur ofta havt landstýrismenn og løgmenn, so hava vit bara havt eina kvinnu á tingi, sum hevur búð her suðuri, nevniliga Ingeborg Winther. Kvinnurnar hava gjørt alt ov lítið vart við seg. Hygg at vestmannakvinnum, hvat hava tær ikki gjørt fyri bygdina! ­ Vit hava enn ikki bygt ein barnagarð í Vágs kommunu, og pengar hava tað verið nóg mikið av. Alt virksemið, sum var í 80´unum í flakavinnuni, skipa­ smiðjan bygdi fleiri nýbygningar o.s.fr., hví var ein barnagarður ikki bygdur tá. Hvar vóru kvinnurnar sum áttu børnini? Tær sótu ikki allar heima! Ofta hoyrist prát millum kvinnur um slíkt, sum ikki er nóg gott, men ongin ger nakað Tær mugu veruliga taka sær um reiggj og gerast meira sjónligar, so tær eisini kunnu hava ávirkan á samfelagið, tær liva í. Og eg sigi ikki at henda uppgávan er løtt, men hon er alneyðug. Ræðist kvinnurnar Anna Brattaberg Samuelsen sigur seg ofta verða spurd, um hon - Eg hevði góðan hug at stilla upp fyri 6 árum síðan, tá var tann yngsta bara 2 ár, og fyri 4 árum síðan var hugurin líka stórur, tá var hon bara 4 ár. Nú er Sirið 8 ár, og eg hugsi, at um eg nú stilli upp, og verði vald, inniber tað, at eg eri burturi allan dagin.... og maðurin er sjómaður. Men NEI, eg kann ikki blíva við at hugsa í smábørnum og forðingum