Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 233 - 30. november 2007 “Smyril” er eitt óført skip. Men hóast framkomna gallan kundi givið kulinariskar upplivingar so er støðið lækkað munandi síðani skipið kom til landið, Tú fær ikki kaffi longur í ein kopp ella krúss, men bert í grúfullum pappbikarum. Heldur ikki gløs, bert plastikk. Ikki ber til at fáa eina kannu við vatni – vatnið umborð er ikki drekkandi verður sagt. Ein øl kanska.. ájú, kranar við donskum discount øli – Og hvat er til matna? Sjálvdeyðir pappkyllingar við chipsi og sundurkolað oxakjøt. Onki sum eitur ein rómakøka ella líkinda dessert. Og eg spyrji fittu damurnar hvi man ikki fær koppar og gløs og vatn og dessert “okur hava sagt tað við hovmeistaran” er svarið. Og-man-tímir- ikki-at-gera-meira - vrøvl-og ðvera- tvørball-og havnar- maður og alt hatta har, so man resignerar ..djú djú ...og renir pappið í seg. Og so eru vit á Krambatanga – gamla handilsstøðin hjá hollendarum, smuglarum og øðrum intelligentum fólkasløgum.. Vit fara suðureftir og fáa so fyrsta sjokkið: (áaaahhhhhhh) Øravík, Øravík. Vakra plássið við vøkru fjøruni sær í dag út sum ein innkoyring til Houston: ein nýggj, breið, ljót autostrada tvørtur um fjørðina.... Gud-forbarmi-seg-tú- meg. Kundi man ikki lagt vegin oman fyri Gistingarhúsið ella tik- ið okkurt atlit til hesa vøkru fjøru? Hava føroyskir verk- frøðingar yvirhøvur nakað eftir sum eitur kenslur fyri nátturu ella etikki – tekni- borðsneandirthalarar allir bandin. Vit fara inn á Gistingarhúsið at vita um nakað fæst til matna. Eitt skelti kunnar okkum um at matstovan er opin kl 17.00, men fólk sæst so vit fara innar. Vit verða væl móttiknir, tað er ikki opið, men ein búff kunnu teir klára. Vit tosa leingi um hvussu buffurin skal steikjast. Vit sessast og skona depressivt at auto- straduni sum hevur tikið nógv utsýni frá Gistingarhúsinum. Eru so smátt farnir at gleða okkum til ein vælstoktan búff tá álvars- boð koma úr køkinum at búffurin kortini bleiv til svínakotellir ístaðin ! Voila. Kotelettin var nú bara fín. Vit spyrja um tey ikki hava mótmælt autostraduni? jú, “tað hava okur, men tað nyttar onki, teir lurta ikki eftir okum”.... Hvussu við ferðamannavinnu og alt hatta har hja SamVit, royna vit at mutla ” jú, tja,” man yppir axlar og vit fara longur suðureftir Vakra Tjaldarvíkin – er nú lík Hiroshima dagin aftaná atombumbuna, væl bombað av íslendska byggifelagnum. Nýtt, flott berghol og vit eru í Hovi. Ein nýggjur betonskúli – politiska misfostrið – er tað fyrsta tú møtir. Hovs vatn – fult Eg eri hálvur suðringur. Hálvur Tvøroyrarmaður. Sum so nógvir heilir, hálvir og kvartir Suðuroyingar norðanfjørðs, vitji eg ov sjálvdan Suðuroynna; hin føroyska perlan. Við einum góðum vini og samstarvsfelaga var eg har suðuri i seinastu viku.. Vinmaðurin, við rót í Sumba, hev­ ur ikki verið nógv sunnafjørðs, so eg vildi nýta høvið at sýna honum okkara vøkru oyggj Mín Suðu KroniKK Johan Mortensen Vinnulívsmaður Johan_m@post.olivant.fo