fríggjadagur 30. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti
20
torir at stilla upp, og um hon torir
at fara vestur á Eiði á valfund
saman við øllum monnunum.
- Eg eri vorðin greið yvir, at
á uppstillingarfundum verður
ikki tosað so nógv um politik,
og onkrum briksli skalt tú eisini
roknað við, kanska eitthvørt abbi
tín gjørdi fyri 70 árum síðan ella
líknandi. Jú, saman við monnu-
num tori eg, sjálvt um eg ikki
veit eitt vet um húkaveiðuna á
Munkagrunninum ella vatnorku-
útbyggingina hjá SEV í løtuni.
- Men eg má so eisini við-
ganga, at eg eri eg eitt sindur
bangin fyri kvinnunum. Hugsa
tær, tú stillar upp, leggur alt í at
føra ein góðan valdyst. So kemur
21. januar, tú skalt út um dyrnar
og hevur bara fingið 8 atkvøður.
Mammasta, tað er pínligt, hóast
eg veit, at tað er púra vanligt,
ikki at fáa tað nógva fyrstu ferð.
Tey gomlu og kendu á listanum
slúka tað mesta. Men allíkavæl.
Tá havi eg ikki so góðan hug at
møta kvinnunum. Hvat hugsa
tær um meg? Nú havi eg ordiliga
dummað meg, her er ongin vegur
aftur, tað nyttar hvørki at hugsa
um deiligu Bridget ella Nynne,
her er bara ein lóg sum sigur, “tú
skalt ikki halda teg vera nakað
serligt!”
- Tað er ikki lætt at taka avgerð
um at stilla upp, men eg síggi
stóra týdningin í, at politiska
leiðslan arbeiðir fyri hesum, vilja
javnt kynsbýti á listunum, bjóða
nýggjum valevnum eitt skeið, har
tú lærir at trína fram og tosa,
o.s.fr. Men eg haldi ikki, at allir
flokkar gera sítt ítasta fyri at fáa
kvinnurnar við. Tak Fólkaflokkin
sum dømi. Rúna Sivertsen fór úr
flokkinum, tí tað ikki var pláss fyri
henni. Álvaratos, tað eru so ikki
kvinnurnar, ið standa og trokast
har. Ein útvarpsmaður spurdi
eftir uppstillingini hjá teimum í
Norðoyggjum og fekk at vita, at
tað vóru Anfinn Kallsberg, Jógvan
við Keldu og ein triði maður á
listanum. Eg hugsaði við mær
sjálvari, at tað var løgið - bara 3
menn á listanum!
Torført at upplýsa
Anna tosar um upplýsing, um
týdningin, at vit, sum borgarir,
kenna ábyrgdina av, at vera opin
fyri og heinta okkum upplýsingar
um viðkomandi samfelagsligir
spurningar. Á henda hátt verða
vit eisini betur før fyri at seta
spurnartekin við og leggja okkum
út í ymisk viðurskifti.
– Eg hoyri t.d. ofta frá fólki,
at tey halda upplýsingina um
fullveldi vera ov vánaliga, at
fólk vita ov lítið um ætlanir, og
hvat flokkurin stendur fyri. Her
er nýggja heimasíðan eitt gott
dømi um, hvussu flokkurin velur
at gera politisku ætlanirnar fyri
framtíðina sjónligar, so allir
borgarir, á lættasta hátt, kunnu
finna upplýsing, seta spurningar
og samskifta við valevnini.
- Tað er sera torført at upplýsa
fólk, men tá flokkurin var í
samgongu, var spurningurin um
fullveldi nógv á breddanum. Tað
vóru kunningarferðir kring landið
bæði við hvítu og svørtu bók, ein
rúgva av útvarps- og sjónvarps-
sendingum settu spurnartekin
við fullveldi, bløðini høvdu ikki
so lítið av fullveldistilfari o.s.fr.
Men um ein ikki legði í at koma á
kunningarfundir, og ei heldur vildi
hoyra ella lesa um spurningin,
dugi eg væl at síggja, at einum
vantar upplýsing, sigur Anna.
- Og apropos heimasíðu og
nýggja branding, so trongir
Suðuroyggin til eina nýggja
branding, ongantíð ov skjótt.
Vit mugu stríðast fyri eini sam-
eining, fólk skulu taka lut og
seta spurnartekin við, og fleiri
kvinnur skulu blanda seg uppí
politisku avgerðirnar og sam-
felagsviðurskiftini sum heild, tá
verða vit fleiri, ið gerast nøgd,
sigur Anna Brattaberg Samulsen.
Suðuroyarkvinnur hava stóran trupulleika við fjarstøðu.
Flestu menninir, sum koma inn á ting, verða búgvandi
her suðuri. Hugsi ikki, at ein kvinna hevði gjørt tað
sama, haldi, at hon hevði flutt til Havnar. Og tá eg so
síggi uppmøtingina hjá nøkrum av monnunum, skilji
eg væl, at tað ber til at búgva her suðuri, men eg kann
vissa tykkum um, at kvinnur, ið avgera at fara upp í
politik, sanniliga eisini ætla sær at vera har