fríggjadagur 30. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 30. november 2007
21
av gomlum leivdum frá
alivinnuni. Sama er skilið í
Víkarbyrgi har ljóta skrímsli av
einari gamlari smoltstøð órogvar
gamla bygdarlagið.
Hvør eigur hesi gomlu rovini?
onkur peningastovnur vælsaktans
– fái hetta burtur ongantíð ov
skjótt. Vaknið, tit sum varða av
ferðamannavinnuni í Suðuroy.
Vinmaðurin og eg frøðast um
útsýni av Heystinum. Beinisvørð
í øllum sínum veldi og so
kappabygdin Sumba. Pól F,
Seggjasøgur, tá menn vóru
mannfólk og dirvi og sjálvbjargni
vóru stavnatekin. Vit fara norður
eftir til Hvalbiar. Snopprikur,
Giljabóndin, Sjórænarir,
Káragjógv, søgan livir. Gjøgnum
okkara elsta berghol sum ídag er
vandamikið og ein forðing fyri
vinnulívsmenning Tað er at vóna
at toska-alingin í Hvalba fer at
roynast væl. Vinmaðurin hevur
ikki verið á Fiskieiðinum áður.
Hann verður hugtikin av
stórslignu náttúruni og av søguni
um harðbalnan útróður og bar-
dagin fyri at lívbjarga sær og
sínum. Ein annar heimur enn
okkara altjóðagjørda Tórshavn
har íleggjarar og coachar hava
hægri status enn innløgumaðurin.
Um eg nú skal taka munnin
rættuliga fullan so tori eg at siga
at stórur partar av allari menning
í Føroyum er sprottin úr
Suðuroynni og við fólki sum
hava røtur í oynni. Tað vóru
suðuroyingar sum við skipinum
Føroyingi lótu heimin upp fyri
Føroyar og tað var vinn-
an í Suðuroynni sum
legði lunnar undir ta
vælferð vit hava ídag.
Suðuroyingar vóru
altjóðagjørdir fyri hundr-
að árum síðani, langt
áðrenn nakar
norðanfjørðs visti hvat
hetta heitið merkir.
Tíanverri er
Suðuroyggin ídag
dragnað burturúr restini
úr Føroyum. Vinnan hev-
ur tað ikki gott. Tað er
trupult hjá fiskivinnuni
uppá mangar, ikki minst
við avskipingarmøgu-
leikum og arbeiðsmegin
gerst eldri, tey ungu
flyta. At Strandferðslan
bleiv privatiserað var
enn eitt stórt bakkast
fyri Suðuroynna siga
teir.
Suðuroyingar eru
lættir av lindi og skjótur
til verka og til kreativa
nýhuxan, men kortini
kennir tu ein farra av
uppgávulyndi og apati
tá tosað verður um støð-
una og framtíðina. Sam-
starvsandin millum
suðuroyingar kundi
verði betur, halda teir
og at oyggin varð ein
kommuna. Tosar ein við
ungar, vælútbúgvnar
suðuroyingar við
børnum norðanfjørðs er
niðurlagið at tey fegin
vildi flutt suður aftur,
men har er onki at fara
til !
Í tosinum um eitt
valdømi kan nevnast at hetta val-
skeiði hevur Suðuroyggin,
umframt Løgmannin, havt
tríggjar løgtingslimur umframt at
fleiri suðuroyingar eru í
Landsstýri og á Tingi. Ikki
verður mett at henda massiva
suðriska umboðanin norðanfjørðs
hevur verið til størri gagns fyri
Suðuroynna. Vinnan sigur seg
ikki hava nakað samband við
fólkavaldu umboðini.
Tað krevst eitt ódnartak at fáa
Suðuroynni við aftur. Setið 100
mio av til økismenning. Hugsið
stórt og øðrvísi: Spælikasino,
micro- ølbryggjarí, øko laksa-
aling og toska aling,
laxaroyking, gastronomi, vist-
frøði saga-slóðir, konference-
ídnað, tjóðarpark, frið og kvirru,
mentan. Nakkur á Tvøroyri
hevur nógvar møgulleikar á hes-
um øki.
Loyvið Smyrli at sigla hvørt
vikuskifti um summarið til
Aberdeen. Tað fer at gagna allari
útflutningsvinnuni í landinum og
fáa nógv fleiri ferðafólk til Suður-
oynna. At minka partafelags og
persónsskattin í nøkur ár í
Suðuroynni so at tað gerst
áhugavert hjá nýggjum vinnum
at etablera seg har er eisini ein
møgulleiki, slíkur skattalækki er
td., í Norður Noregi. Tá oljan
verður funnin er Suðuroyggin
sjálvsøgd at hava oljuterminal.
Er hetta órealistiskt tos, whishful
thinking? kanska, men eitt nýtt
ættarlið av ungum, vinnulívs-
hugsandi suðuroyar politikarum
fara gera munin.
Tørvur er á einum “think tank”
av fólki norðanfjørs sum vilja
oynni væl og sum kreativt og
nýhuxandi kunnu stuðla
vinnulivi og politikarum.
Nú gjørdist hetta ein nakað
negativir epistul, men tað er mín
staðiliga vón, at Suðuroyggin
aftur gerst eitt blómandi
samfelag heldur enn ein
kolonihavi og Shangri La hjá
suðoyringum í exili. Heldur enn
bert at hyggja at Havnina eiga
suðuroyingar at snúgva sær
suðureftir og lata alheimin upp
sum teir gjørdu áður.
Vit sigla úteftir Tvøroyrarfirði.
Eg sigi vinmanninum frá góðum
summardøgum Undir Heygnum
fyri skjótt nógvum árum síðani.
Eg drekki pappkaffi og hugsi um
míni sum hvíla seg millum
blómurnar við Tvøroyrarfjørð.
Sic transit.
uroyggj...