fríggjadagur 30. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 233 - 30. november 2007
lýsingar
Tórshavnar kommuna
Vinnumennari
Á nýggju Vinnudeildini hjá Tórshavnar kommunu er eitt sjálvstøðugt
og avbjóðandi starv við nógvum tvørfakligum og fjøltáttaðum
uppgávum leyst at søkja. Størsti parturin av arbeiðinum á deildini
er skipaður sum verkætlanir, og væntast kann, at hesar í stóran
mun verða gjørdar í samstarvi við umboð fyri privatu vinnuna í
kommununi.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu er eitt spennandi og dyna-
miskt arbeiðspláss við góðum umstøðum og samanhaldi og nógvum
felags tiltøkum. Harafturat bjóðar kommunan góðar møguleikar
fyri fakligari og persónligari menning.
Lýsing av vinnudeildini
Uppgávurnar hjá deildini eru í høvuðsheitum at skipa vinnumenning
og vinnustrategi, fyri á tann hátt at skapa burðardyggar karmar
fyri vinnuna í kommununi. Deildin byggir nógv á samstarv við
vinnuna og aðrar stovnar, ið varða av vinnuni, eins og nógvar
verkætlanir leggja upp til samstarv við aðrar kommunalar deildir.
Vinnudeildin húsast í Ráðhúsinum og vísir til kommunustjóran.
Tvey fólk fara at starvast á deildini.
Førleikakrøv
Arbeiðið við vinnumenning í Tórshavnar kommunu er byrjað, men
hetta er eitt nýtt øki í kommunalum høpi, sum framhaldandi skal
skipast og mennast. Vit sóknast tí eftir einum fólki, sum dugir,
dámar og hevur hug at fáast við vinnumenning og at verða við
til at byggja upp og forma arbeiði hjá deildini. Ein partur av
arbeiðnum er at gera skrivligar greiningar og størri kanningar
av viðurskiftum, sum hava týdning fyri vinnumenningina. Tí má tað
fella tær lætt at skriva og arbeiða við tølum.
Vit hugsa okkum, at tú hevur eina útbúgving á kandidatstøði.
Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
Vit hugsa okkum, at tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga
á føroyskum og enskum, er framsíggin, framsøkin og vísir úrslit.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við
avvarðandi fakfelag. Møguleiki er fyri ráðgevaraløn, um førleiki og
royndir eru til tess.
Umsókn
saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og
royndir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110
Tórshavn ella sendast sum teldupostur til torshavn@torshavn.fo.
Umsóknir skulu viðmerkjast „Vinnudeildin“ og verða kommununi í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. desember 2007 kl. 12. Eftir ætlan
verða setanarsamrøðurnar avgreiddar í viku 51.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda tær til Randi Frederiksberg, vinnuleiðara, á
telefon 21 20 00 ella randif@torshavn.fo.
kr. 60,-
Gløgg &
holukøkur
hvonn.fo
Tórsgøta 4
100 Tórshavn
Tel 350035
hvonn@hvonn.fo
www.hvonn.fo
Opið hvønn dag kl. 12-24
Frí & ley til kl. 02.00