Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • 30. november 2007 Vikuskifti 4 Vágbingurin Lars Müller hevur bara dømt á høgum støði í tvey ár. Hansara fyrsti dystur sum elitudómari var millum AB og KÍ í 1. deild í fjør. Tá gekk so illa í hond, at hann hevði hug at kasta floytuna frá sær. Men tá sum nú var tað konan, sum eggjaði honum til at halda áfram. Og góð hava ráðini hjá Dianu hava borið frukt. Tí longu árið eftir – her í 2007 – er Lars Løgreg hjálp í Vágbingurin Lars Müller dømdi sín fyrsta fótbóltsdyst í fjør, og tað gekk so illa í hond, at hann hevði hug at kasta floyta frá sær beinanvegin. Konan fekk hann at halda áfram, og eitt ár seinni er Lars valdur til ársins dómara. Lars heldur, at út­ búgvingin sum løg­ reglumaður kemur væl við, tá ið stórt trýst er á honum í fótbóltsdystum Lars um Pierlugi Collina Allir fótbóltsdómarar síggja upp til Pierlugi Collina. Hann er kongurin innan fótbóltsdøming. Tað er lítil ivi um, at Collina er tann besti fótbóltsdómarin nakrantíð. ... um jólaborðhald Tá ein er við sjálvur er tað fínasta slag. Tað er gott fyri fólk at sleppa at hugna sær. Eg gangi ikki og hugsi um hesi jólaborðhaldini, meðan eg eri fokuseraður uppá arbeiðið. Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heris@sosialurin.fo – Ofta koma villfremmand fólk yvir til mín. Fólk, sum eg ikki havi sæð ella møtt fyrr í lívinum, og byrja at práta um fótbólt, sigur Lars Müller, sum er hugtikin av stóra týdninginum, sum fótbóltur hevur fyri fólk Mynd: Álvur Haraldsen